Í Listasavninum er framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð og hetta er eftir mínum tykki ein tann mest áhugaverda framsýningin, sum hevur verið í Listasavninum í fleiri ár. Hanni Bjartalíð sýnir fram ymsar lutir úr træi, summir málaðir, aðrir ómálaðir. Fleiri av lutunum líkjast húsum. Við íblástri frá m.ø. barndómsminnum tykjast hesir vøkru, partvíst málaðu standmyndirnar úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman. Tær minna um hytturnar, sum vit bygdu, tá vit vóru lítil, samstundis sum tær tykjast merktar av gátuføri og heimsspekiligari tyngd í teirra ófunktionellu kvirru. Umframt tær fantastisku húsastandmyndirnar er Hanni eisini farin at gera rættiliga nógv burtur úr persónslíknandi træfigurum, sum eru poetiskir og sum allir bera fram hvør sítt huglag og hvør sína søgu. Samanumtikið er árinið væl lættari og meira sprækligt enn tað plagar at vera og tað klæðir Listasavninum. Men tað stuttliga og sprøkluta árinið á framsýningini merkir als ikki tað sama sum, at henni vantar dýpd. Øll verkini eru góð, men tey teskandi húsini, sum standa í hvítum sukurlandslagi, upplýst í bláum ljósi, eru nakað heilt serligt. Ein framúrskarandi uppliving, sum má viðmælast øllum at síggja. Framsýningin varir inntil 2.desember.
(KP)