Thursday, October 4, 2012

Viðmerking til útvarpssamrøðu við Bjørn Kalsø



Kirsten Brix: 

Í útvarpssamrøðu segði mentamálaráðharrin nakað um, at hann skilti væl, at ung listafólk hava brúk fyri stuðli til at koma í gongd. Ja, harri landsstýrismaður, tað hava tey. Men tú gloymdi, at listafólk ikki kunnu halda fram at mennast, um tey ikki hava nakað at liva av. Hvussu víðagitið eitt listafólk so verður í Føroyum, ber ikki til at liva av tí. Tað er galdandi fyri allar listagreinir. Málið er gullið, segði landsstýrismaðurin (ella nakað líknandi), og tí hevur hann brúkt pengarnar til at seta eitt málráð. Alt gott um eitt málráð, men tað eru rithøvundarnir, yrkjararnir, sum breiðka, víðka, dýpa og mýkja málið, og sum bjóða tí og okkum øllum av. Sama er galdandi fyri tónleikin, málningalistina, sjónleikin. Tá ið hugsað verður um, hvussu nógv hvør mentanarkróna kastar av sær, er tað ringt at taka grundgevingarnar um, at landið skal spara, fyri fult. Landið missir inntøkur við at spara á tí mentanarpolitiska økinum. Tað hava onnur lond langt síðan prógvað. Nei, var ætlanin at spara, hevði tað verið so sára einfalt at latið vera við at geva teimum múgvandi skattalætta. Tað kostar landinum í ólukkumát: uttanlandsferðir, bilkeyp, jólainnkeyp í Aberdeen ella Keypmannahavn ella London o.s.fr. – pengar beint úr landinum. Tað er ikki bara vánaligt politiskt arbeiði, men kynisma at byggja ein mentanarpolitikk upp á, at fólk arbeiða og skapa fyri einki.