Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, vil skerja játtanina til Mentanargrunnin við 20%. Síðani roynir hann at spjaða og seta ymiskt mentanarvirksemi og list upp ímóti hvørjum øðrum. Niðanfyri eru 9 grundgevingar fyri, hví hetta má steðgast og heilt aðrar leiðir leggjast fyri Føroyar.
Spjaðing. Sundurlyndi. Niðurlaðing. Havnin mótvegis bygdunum.
Útinnandi list ímóti føroyskum dansi. Stuðul til list og
mentanarvirksemi ímóti útbúgvingog teimum lesandi.
Hetta eru kostirnar, ið mentamálaráðharrin serverar fyri føroyska fólkinum í hesum døgum, nú hann í einum høggi sker Mentanargrunnin við 20%. Ein politikkur, sum hongur neyvt saman við gjáardýpandi skattapolitikkinum, fíggjarpolitikkinum og vinnupolitikkinum hjá høgravíðgongdu sambandssamgonguni. Tey, ið hava minst, skulu gjalda til tey, sum hava mest. Gjáir skulu gravast og spreingjast millum fólkið í Føroyum.
Lat okkum hyggja at, hvat Bjørn Kalsø sigur til tess at verja hetta
politiska álopið á eina av grundsúlunum undir føroyskum menta- og
listapolitikki:
- Bjørn Kalsø setir eina skerjing uppá 20% av Mentanargrunninum upp ímóti nøkrum smærri upphæddum til m.a. føroysk træskip og til føroyskan dans. Men øll taka jú undir við, at føroysk træskip og føroyski dansurin verða stuðlað. Hví skulu hesi setast ímóti hvørjum øðrum? Og kílar setast ímillum mentanarjáttanir, sum bara eru skerdar í 9 ár undir ABC-samgongu og ABDH-samgongu? Hetta svarar jú til at siga á heilsuøkinum, at játtanin til allar viðgerðir á Landssjúkrahúsinum má skerjast 20% til frama fyri, at tvær smærri upphæddir verða settar av til tvær ávísar viðgerðir. Meiningsleyst uttanumtos, sum bara spjaðir og ikki savnar okkum um mentan.
- Skerjingin hjá Kalsø á Mentanargrunninum verður framd, hóast tað hevur tikið Tjóðveldi mong ár og stríð at fáa játtanina hækkaða bara eitt sindur – seinast við eini upphædd til týðaragrunn, ið skal flyta føroyskar bókmentir í onnur mál og útlendskar bókmentir í føroyskt. Hetta hevur longu givið góð úrslit. Og nú situr so Bjørn Kalsø og breggjar sær um at fara á bókamessur, hóast hann tekur amboðini burtur fyri júst hesum framtøkum.
- Bjørn Kalsø sigur, at hóast Mentanargrunnurin verður skerdur við 20%, so eru enn pengar eftir í grunninum. Ja, hugsa sær, um hann brúkti somu grundgeving fyri at skerja fólkaskúlan ella miðnámsskúlarnar við 20%. Og segði: Júmen, vit hava jú enn nakrar skúlar eftir. Hevði nakar góðtikið tað?
- Bjørn Kalsø sigur, at Mentanargrunnurin skal spara 20% = 1,2 mió.kr., tí at hann vil raðfesta útbúgving. Hetta er bæði ósatt og meiningsleyst. Hendan skerjingin fíggjar onga uppraðfesting útbúgving. Og annars verður Fróðskaparsetrið samstundis skert.
- Bjørn Kalsø sigur, at øll mugu spara, tí ov fáir pengar eru í kassanum. So eigur hann at svara okkum, um nakað annað øki á fíggjarlógini skal spara 20%. Og so eigur hann at svara okkum, hvussu tað ber til, at onnur øki á fíggjarlógini kunnu hækka við tíggjutals milliónum við einum pennastroki í samgonguni – tað má jú bara ikki vera mentan, tykist læran at vera.
- Um Bjørn Kalsø veruliga vil tosa um raðfestingar og vantandi pengar í kassanum, so hevur hann sjálvur sitið við valdið í 8 ár út í eitt, eisini tey árini, tá Bárður Nielsen tømdi landskassan. Og hann og hansara samgonga hava ongantíð raðfest nakað á mentanarøkinum. Bara niðurlaðað.
- Um Bjørn Kalsø vil samanbera upphæddir í hesum gandaorðinum “raðfesting”, so svarar hansara skerjing av Mentanargrunninum uppá 1,2 mió. árliga til tað, sum landskassin missir fyri hvønn dag orsakað av einum skilaleysum fiskivinnupolitikki. Og har bara makrelfiskiskapurin kundi givið 100-tals milliónir meira í ár. Og henda árliga upphæddin uppá 1,2 mió. kr. til Mentanargrunnin svarar til, hvat landsstýrisfólk ferðast fyri uppá nakrar mánaðir.
- Tað er sjálvandi altíð lættast, tá tú onga hugsjón ella nakað mál hevur, at leypa á har garðarnir eru allarlægstir – og so gera virðismikla leiklutin hjá Mentanargrunninum til okkurt hjáputur, ið ongan týdning hevur. Vert er at minna á, at eisini borgarligir politikarar í øðrum londum hava ikki slíka andstygd fyri mentanarpolitikki.
- Skal bert minna á orðini hjá Churchill í bretska parlamentinum undir 2. veraldarbardaga, tá politikarar vildu skerja mentanarjáttanir til frama fyri pening til kríggið. Churchill mótmælti og segði: “Um vit skerja mentanina til frama fyri okkara kríggj og verju – hvat er tað so, vit skulu verja?”
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi