“Í fyrstani var listin, og listin var hjá fólkinum, og listin var fólkið”.
Soleiðis kundu vit av røttum umskriva byrjanina á opinbáringini hjá Jóhannes evangelisti.
Lond sum Ísland, Noreg, Finnland og Frakland liva stórt sæð upp til hendan málsetning.
Vit eru eitt sera ungt listaland samanborið við aðrar tjóðir. Vit hava eitt ungt skriftmál, og tað er stutt síðani, at føringar byrjaðu at skapa list. Fyri góðum 100 árum síðani byrjaðu vit smátt um smátt at skapa okkara egnu list her á landi.
Men vit hava ein aldargamlan siðaarv í skaldskapi av mannamunni og í føroyska dansinum. Hetta er ikki at undirmeta, tí tað er høvuðsorsøkin til, at vit hava egið mál.
Í seksti árunum mentist listin á stórt sæð øllum økjum. Og listamenningin hevur verið støðug síðani tá. Men man kann ikki siga, at íløgan í hesa menning hevur ment seg samsvarandi.
Tó so, tað hava verið glottar.
Tað hevur altíð verið, er, og fer altíð at verða so, at listafólk eru ikki tey, ið fylgja streyminum, ella lata við halanum fyri meirilutum av øllum handa slagi. Tey hava verið, eru, og fara altíð at verða tey, ið fara egnar leiðir, og sum oftast úttrykkja seg á slíkan hátt, at tey ikki raka breiðu fjøldina. Men, at nøkur kenna seg aftur í onkrum og ikki í øllum. Onnur kenna seg aftur í øðrum, men ikki øllum o.s.fr.
Og soleiðis skal tað vera. Tí er listin neyðug fyri at bera samfelagið fram. Og tí hevur listin eisini trongastu korini í smáfanatiskum, konservativum samfeløgum. Fanatisma er eyðkend við, at bara ein fatan er “tann rætta”, meðan allar aðrar fatanir bróta niður og eru ikki sambærligt við egnu uppfatan av tilveruni. Her er dialogurin torførur, tá ið ringast stendur til
– fyri ikki at siga ómøguligur.
Konservativisma er eyðkend við at, “man veit, hvat man hevur, men man veit ikki, hvat man fær”.
Men sum sagt, listin vil broyta og spreingja mørk.
Tað er sjálvandi ein subjektiv meting hjá hvørjum einstøkum okkara, um vit vilja liva í einum fanatiskum, konservativum samfelag. Tó kann man staðfesta, at føroyska samfelagið flytur seg nógv seinni framá, enn samfeløgini rundan um okkum. Haldi meg tó síggja, at partar av samfelagnum flyta seg skjótari enn aðrir. Og eitt er givið, at føroyski ungdómurin fylgir líka væl við tíðarrákinum sum aðrir ungdómar. So tað er kanska vón fyri framman.
Haldi meg tó kunna staðfesta, at politiska skipanin í Føroyum er sera konservativ. Tað eru konservativar kreftir í stórt sæð øllum politiskum flokkum í Føroyum. Tó so, at summir flokkar eru meira konservativir enn aðrir. Og politiska skipanin er spegilsmynd av samfelagnum. Tó er ungdómurin sera illa umboðaður í politisku skipanini, og er hettar helst við til gera skipanina meira konservativa enn gott er.
Tí er tað lagamanni at skerja Mentanargrunn landsins við 20 prosentum.
So tann føroyska útgavan av opinbáringin hjá Jóhannesi evangelisti má tí verða; “ Aftast kom listin, og listin var ikki hjá fólkinum, og listin var ikki fólkið”.
Vil tí heita á allar mínar starvsfelagar, um ikki at luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!
Myndugleikarnir mugu fáast at skilja, at ein íløga í listina er ein íløga í fólkið, landið og framtíðina!
Sunleif Rasmussen, tónaskald