SJÓNLEIKUR í PERLUNI til
teenagarar og vaksin
Myndir: Petur Háberg
Leikurin eitur «Tak Teg
Saman!» og er ein musical-lestur um
ta tsunamiuna av lorti, sum fer at raka teg beint í gronina, um tú ikki
alvorliga tekur teg saman!
Sjey deyðsyndigar søgur, sjey ræðuligar lagnur...
«Tak Teg Saman!» er ein
teenage-leikur um moral. Útgangsstøði eru tær sjey deyðsyndirnar:
ERPNI
FROSSARÍDØLSKNI
GRAMMLEIKI
VREIÐI
GREÐI
ØVUND
Samstundis er leikurin ein útferð í teenagaraheilanum. 7 teenagarar - 7 syndarar
Við hvøssum dialogi og skemti eru leiklutirnir bæði rørandi og lættir at blíva góð/ur við.
Teenagarnir í «Tak Teg Saman!» flenna, saman við teirra lærarum og foreldrum, at sær sjálvum og hvørjum øðrum - serliga hvørjum øðrum;)
Alt hetta er blendað saman við vælmeintum, men skítbýttum moralprædikum frá teimum vaksnu.
«Tak Teg Saman!», sum bleiv skrivaður í Danmark í 2007, er blivin spældur fyri skjótt
30.000 áskoðarum á bæði donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og nú eisini
á føroyskum.
Undir leiðslu av leikstjóranum Maria Kjærgaard-Sunesen, hava tey trý Beinta Clothier, Bartal Augustinussen og Kjartan Hansen, bóltra sær við venjingum og sangi og nú hava tit øll møguleikan at fáa eina fantastiska uppliving saman við teimum gott 30 leiklutunum, leikararnir deila millum sín.
So Tak Teg Saman og kom oman í Perluna til sjónleik
nú týskvøldið!
Fylg við okkum á facebook.com/TakTegSaman
Allar sýningar: 16. 17. 18. 19. 20. 22. 23. 24. 25.
26. oktober kl. 19.30
Billettir eru at fáa á Kunningarstovuni í Havn og
við dyrnar ein tíma undan sýning
Tjóðpallur Føroya