Wednesday, October 24, 2012

Jú takk, David Shrigley, eg havi tað gott...



Júst heimkomin av kveikjandi Onglandsferð hópin av listarligum og menniskjansligum upplivingum ríkari, kann eg av fleiri orsøkum taka fult undir við bretska listamanninum David Shrigley í teirri ósentimentalu altruismuni, sum merkir hansara verk á framsýningini HOW ARE YOU FEELING? AT THE CENTRE OF THE INSIDE OF THE HUMAN BRAIN´S MIND, sum í løtuni er at síggja í Corner House í Manchester.
Amerikanski jazzsaxofonisturin og komponisturin John Coltrane helt, at fyri at gerast betri tónleikari, mátti tú gerast eitt betri menniskja. Hetta kann ivaleyst tykjast at vera ein rættiliga naiv áskoðan, tí sjálvandi eru dømi um sjálvsøkin og sjálvgóð listafólk, sum als ikki kunnu sigast at vera serliga góð menniskju. Allíkavæl eri eg í grundini sannførd um, at stórar listarligar upplivingar ávirka okkum empatiskt, so at vit, í øllum førum í løtum, gerast betri menniskju. Listaslagið hevur minni at siga og tað er eisini púra líka mikið um talan er um gamla ella nýggja list. Sjálvt um pietá-myndina hjá Giotto er avgomul, rørir henda sorgarbundna myndin av mammuni við deyða soninum ein hvønn tann, ið hyggur at henni og tað sama er galdandi fyri tónlistaverk hjá Tallis ella Bach og fyri aðra æviga list, ið er ein essensur av øllum tí besta í menniskjanum.

Kanska ljóðar tað beinleiðis hástórt at halda uppá, at listin hevur tílík megi, men fyri meg er als eingin ivi um, at tað er so og  í leiklutinum sum kórsangari  upplivi eg, at kenslan gerst næstan ítøkilig. Fyri ein kórsangara er røddin ljóðførið og við henni gerst sangarin partur av eini størri heild í eini listarligari tulking, ið aftur gerst partur av eini enn størri heild av menniskjansligum og listarligum slag. Eg haldi, at tær fýra ISLAND music konsertirnar hjá Tarira í Liverpool og Manchester góvu okkum kórsangarum betri innlit í bæði tónleik og tekst, t.d. í sterku opinberingarnar í sonnettini "Árringar og æðrar" hjá Carl Jóhan Jensen og sorgblíða vakurleikan í tónleikaligu tulkingini hjá Leif Hansen og so líðandi fóru vit at njóta tær musikalsku finurligheitirnar hjá Stephen Wilkinson í staðin fyri at ræðast tær. Kórleiðari okkara, Sunleif Rasmussen hevur skrivað nøkur av allarbestu føroysku kórverkunum og tað er altíð eitt satt njótilsi at framføra tey. Unn Patursson eru nú somuleiðis eitt av okkara yndistónaskaldum, hvørs djúptøka lyriska fatan endurspeglast í hennara fína lagasmíði. Og soleiðis kundi eg blivið við, men tað er ikki neyðugt, tí vit hava longu avtalað eina Føroyaturné í november, so verið til reiðar! Her er ein bloggur, sum eg skrivaði um skránna hjá kórinum http://listinblog.blogspot.com/2012/10/wish-me-luck-as-you-wave-me-goodbye.html

David Shrigley tykist í nógvum næstan øvugtur av øllum, sum føroysk list hevur staðið fyri, tað er t.d. stórbærum tjóðskaparkenslum, vakrari náttúru og lekkurt ekspressivum myndum. Shrigley er útbúgvin á akademinum í Glasgow, har hann eisini hevur starvast sum lærari. Tann 44 ára gamli listamaðurin teknar ljótar tekningar við tekstum, sum ikki sjáldan eru ómetaliga plattir eisini. Hansara nýggja framsýning er bæði ræðuliga stuttlig og fløt og rørandi. Onkursvegna gevur tað flata tí djúpa enn meira dýpd og sum tú gongur á framsýningini í óyvirskoðandi rúgvuni av tekningum, gerst tær greitt, at her er nógv meira skil á, enn tú skuldi hildið. Summar myndir eru ófrættakendar, t.d. eru nógvar lýsingar av fuglum, sum ikki uppføra seg sum fuglar flestir. Á einari mynd av nøkrum kvørkveggjum siga tær seg ikki tíma at eta korn og fræ meira, tí tær heldur vilja hava kjøt. Millum teir mongu speirekandi og absurdu viðmerkingarnar eru eisini einfaldar staðfestingar, ið snúgva seg um ta torgreiddu tilveruna. Skulu vit samanbera listamannin við okkurt føroyskt listafólk, er tað helst bara Tóroddur Poulsen, sum nærkast hesi serstøku samankomingini millum gálv, hjartastreingir og álvaratos.

Framsýningin hjá Shrigley byrjar við interaktivum verkum, har tað ber til hjá áskoðaranum at skriva á eina talvu hvussu hon hevur tað í skrivandi stund. Eg skrivi "light", tí soleiðis havi eg tað. Fleiri staðni í framsýningarhølunum eru madrassur, har áskoðarin til eina og hvørja tíð kann leggja seg at rinda sína møði. Ein ørgrynna av tekningum eru límaðar uppá veggirnar og minna eitt sindur um tilvildarligt og óvandaligt grafitti. Gongur tú eina løtu og hyggur og lesur, gerst tú varug við, at hetta í veruleikanum er rættiliga álvarslig list við intelligentum filosofiskum og sosialkritiskum undirtónum. Eg hevði ynskt, at hendan framsýningin varð framsýnd heima í Føroyum og tað er ikki bara tí hon ger okkum til betri fólk. Listin hjá David Shrigley ger okkum eisini til klókari fólk.  













(KP)