Fríggjadagin 12. oktober kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Arnold Vegghamar upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Á framsýningini eru 22 nýggir málningar.
Arnold Vegghamar er útbúgvin silvur- og gullsmiður.
Í
Føroyum hevur Arnold Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum
í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann
m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í
Keypmannahavn.
Vincent
van Gogh (1853-1890) spyr bróður sín, Theo, soleiðis: “Kundi tað ikki
verið møguligt, at man sær eitt ting betur og rættari, tá man elskar
tað, enn tá man ikki ger tað?”. Arnold Vegghamar málar náttúruna har
norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar - tað eru ikki
vanligar náttúrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar
tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni,
tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan - upplivingar, kenslur,
sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er
ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og
sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir
ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg.
Verðinsmyndin sær annaðleiðis út enn vit sansa - listamaðurin letur seg
ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan,
hann skapar sína egnu verðinsmynd bygdað á vilja og skapanarmegi.
Munur
á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað
av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað.
Málningarnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.
Framsýningin er opin til 25. oktober: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.