Havnin hevur fostrað nógv dugnalig listafólk. Uttan hesi
høvdu vit heilt víst verið fátækari. Hugsið tykkum ein høvustað uttan
Listaskálan, Sjónleikarahúsið, Norðurlandahúsið, Tjóðpallin, Bókasøvnini, Musikkskúlan,
Smiðjuna í Lítluvík og nógv onnur støð, sum ríka okkum við list á hvørjum
einasta degi.
- Nei, tað er óhugsandi.........
Listafólk eru skapandi fólk – skapandi fólk eru framskygd
og hava kreativar ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum
vit í dag kanska ikki síggja fyri okkum.
Eg vil arbeiða fyri:
At byggja nýggjan
musikkskúla
At gera
Reinsaríið til spælistað burturav
At leggja
lunnar undir Listaskúla
At arbeiða fyri
betri umstøðum at framføra uttandura
At Havnin fær
búdeplar til listafólk
At útvega høli
til listaverkstað
At stimbra
listarligari læru í skúlunum
At bjóða
kreativ tilboð til børn og ung
Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er
avgerandi fyri menningina av høvuðstaðnum, at vit gera íløgur, sum menna okkara
listaumhvørvið.
Havnin eigur í nógv størri mun at taka listafólk við uppá
ráð, tá listaøkið skal útbyggjast, tí tað eru listafólk sum eru serkøn innan
listaøkið!
Andrea
Heindriksdóttir
Listi E