Hesa síðstu vikuna havi eg havt fragdina av at vísa einum
útlendingi av ikki donskum uppruna eina rúgvu av føroyskari list.
Ein
útlendingur av ikki donskum uppruna er ein persónur, sum lítur at føroyskari
list fullkomiliga uttan at hava hálvsodnaðar søgur um eitt huldufólkatrúgvandi,
gudsóttandi, skerpikjøtsetandi náttúrufólk í høvdinum.
Hevur mann ongar ímyndir
um føroyalist og ikki eksotismuna til at leggja eitt mystiskt slør oman
yvir føroysk listaverk, er tað mítt páhald, at vit síggja verkini betri. Hetta
merkir sjálvandi, at nøkur verk fáa eina harðari meting, men eisini, at nøkur
teirra fáa størri týdning. Standmyndirnar hjá Hanna Bjartalíð verða ikki til
stuttligar lýsingar av teimum elskuligu smáu húsunum í gomlu føroysku gøtunum,
men til listaverk, sum samskifta við rúmið. Listaverk, sum eru í verðinsklassa.
Glasverkini hjá Tróndi Patursson verða ikki til eina søgu um ein kongsbóndason,
sum sigldi á verðinshøvunum, men til sublimar tulkingar av lyndinum hjá
listini. Listaverk, sum eru í verðinsklassa. Og Hanni og Tróndur eru ikki tey
einastu føroysku listafólkini, har eru nógv fleiri, sum skapa stóra list. Tað
er bara alt alt ov sjáldan, vit hyggja at listini á handan hátt.
Kanska tí vit ikki hava hug at skyna á - okkum líkar ikki at
siga, at okkurt er í verðinsklassa og okkurt annað ikki. Kanska tí vit hava
læst okkum fast í danska listamarknaðin. Kanska tí vit heilt einfalt ikki taka
tað í nóg stórum álvara.Ein listaheimur finst uttan fyri Danmark, og hann er meira áhugaverdur hjá føroyskari list, tí hann er størri og tí hann ikki frammanundan hevur plaserað listina í einum eksotiskum kassa. Men vit mugu investera. Ikki bara pengar, tí tað als ikki er vist, tað er so nógv tað. Vit mugu gera íløgur í tankar, hugflog, fakligheit. Listafólkini hava longu gjørt tað stóra arbeiðið við at skapa fantastiska list, vit skulu soleiðis sæð bara viðgera tað á ordiligan hátt. Tí tað snýr seg ikki um, at listafólkini skulu berast á hond og fót og at tað er ein almenn uppgáva at vera agentar fyri listafólk uttanlands. Tað snýr seg heilt einfalt um at viðgera tingini ordiliga, um ongantíð at brúka orku og pengar uppá nakað, sum ikki er heilt í lagið og listini verdugt. So fara vit at fáa tað heila aftur í túsundtali. Ikki bara í himmalinum, har vit høvdu verið vís í at enda, men eisini her í jarðarlívinum.