Føroysk
listafólk, Listinblog og Amnesty International Føroya deild varpa í felag ljós
á talu, framsøgu- og savningarfrælsið í Russlandi, haruppií rættin til
listarligt frælsi.
Fríggjadagin 12.
oktober kl. 18-20 í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni í Tórshavn
Tær
tríggjar kvinnurnar í russiska feministiska punkbólkinum Pussy Riot, Maria
Aljokhina, Nadjesjda Tolokonnikova og Jekaterina Samutsevitj vórðu fyrr í ár handtiknar
og dømdar tvey ára fongsulsrevsing fyri “ótýggj (hooligamismu) grundað á átrúnarligt
hatur”, fyri at framføra ein atfinningarsaman sang móti Vladimir Putin í eini
kirkju í Moskva.
Amnesty
metir dómin vera politiskt grundaðan og krevur, at kvinnurnar verða leyslatnar alt
fyri eitt.
Amnesty
vísir samstundis á, at Russland hevur sett í verk eina røð av avmarkingum í mun
til tali- og savningarfrælsi sum aftursvar til stóru mótmælisgongurnar í vár,
tá Vladimir Putin varð settur í embæti sum forseti. Rættarmálið móti Pussy Riot
er eitt av mongu dømunum um, hvussu russiska stjórnin kúgar andstøðingar og
samfelagsrevsandi røddir.
Málið
um Pussy Riot hevur fingið stórt uppmerksemi kring heimin, tí tað snýr seg um
nakað so yvirskipað og grundleggjandi sum talufrælsið, politiskt- og listarligt frælsi, og við slagorðum sum “Óttast ikki listina, Putin” og “Bjargið heiminum við list” hava eitt
ótal av listafólki víst sín stuðul til Pussy Riot.
Listinblog
hevur tikið stig til eitt samhugatiltak her í Føroyum, og hevur eggjað listafólki
at vísa teirra stuðul. Amnesty Føroya deild fegnast um tiltakið og fleiri
listafólk hava tikið av hesi áheitan. Úrslitið eru 25 fantastiskar og litlíkar
Pussy Riot myndir, ið verða savnaðar til eina framsýning. Myndirnar eru sendar
sum talgildar stuðulsáheitanir til tær tríggjar kvinnurnar, sum í løtuni sita í
varðhaldi.
Almenn
fernisering verður tann 12. oktober kl. 18.00 í Mannarættindarúminum á
Kongabrúnni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Myndirnar verða til sølu og
yvirskotið fer til Føroya deild. Eftir ferniseringina bjóðar
Sirkus Føroyar til Pussy Riot tiltak í Sirkus. Sostatt er alt kvøldið sett av
til altjóða samhaldsfesti.
Luttakandi listafólkini eru:
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Andrea Heindriksdóttir, Annika Arge Gregoriussen,
Bárður Dal Christiansen, Bárður Oskarsson, Brandur Patursson, Carl Jóhan
Jensen, Det Ferösche Compagnie, Elin Brimheim Heinesen, Elin Josefina Smith,
Fríða Matras Brekku, Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, Gudmund Helmsdal Nielsen,
Hansina Iversen, Herdis Jakobsen, Ingi Sørensen, Jóhan Martin Christiansen, Jón
Sonni Jensen, Knút Háberg Eysturstein, Leivur Thomsen, MC-Hár, Rakel Helmsdal,
Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen, Gwenaël Akira Helmsdal Carré og
Sakaris Fríði Stórá.
Í
sambandi við framsýningina varpar Amnesty International eisini ljós á talu,
framsøgu- og savningarfrælsið í Miðeysturi og Norðurafrika.
Framsýningin er opin
allar gerandisdagar frá kl. 10-15 fram til 26. oktober 2012.
Vinaliga listafólk,
listinblog og Amnesty International Føroya deild.