Thursday, October 11, 2012

Tíðindaskriv: Gróðrarrúm - Betri arbeiðsumstøður til listafólk!


Hvussu økja við trivnaðin hjá listafólki og hugin at flyta heim?

Listafólk og Tróndheim kommuna hava meira enn 20 ára royndir við sokallaðum atelierfelagskapum, og Tóndheim kommuna hevur í mong ár raðfest íløgur í list høgt.
Embætisfólk og listafólk úr Tróndheimi greiða frá sínum royndum.
Føroysk embætisfólk, politikarar og listafólk taka saman um.

Seminarið er ætlað listafólki, politikkarum og annars øllum, ið eru áhugað í arbeiðsumstøðunum hjá okkara listafólki og sum hava – ella ynskja at fáa - virknan leiklut og/ella ávirkan á, hvussu hesar verða betraðar í kommununi.

Dagur: fríggjadag 26. oktober
Tíð: kl. 13:00 – 16:00

Skrá:
Setan Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, setur seminarið

Royndirnar við atelierfelagsskapi. Merete Morgenstierne, Kari Elise Mobeck og
Vigdis Haugstø, listafólk, NO
Høvi at seta spurningar

Úrtøkan hjá Tróndheim Kommunu av íløgum í listini.
Gerhard Dalen, stjóri í altjóða samskifti, NO
Høvi at seta spurningar

Steðgur, ábit

Faciliteter=Aktiviteter Kulturproduktion, cost og benefit
Ole Wich, formaður fyri Føroysk Myndlistafólk, FØ

Míni hús úr dreymum hava nógv vindeygu.
Guðrið Poulsen, keramikari, FØ

Trivnaðurin hjá listafólki í Tórshavnar Kommunu, framtíðar mál
Jógvan Arge, formaður í mentunarnevndini, FØ

Gestaatelier í Klaksvík?
Dávur Winther, mentunarstjóri í Klaksvík, FØ

Endi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn tekur saman um (FØ)
Fernisering borgarstjórin letur síðani framsýningina "Krysninger" hjá fýra listafólkum úr Tróndheimi upp.