Monday, October 1, 2012

Sera kreativt, harra mentamálaráðharri


Mentamálaráðharrin í Göteborg
Foto: Birgir Kruse

Eg havi vant meg við, at okkara mentanarjournalistikkur ikki er eins hvassur og neyvur sum tá tað snýr seg um pengar og fisk. Eg havi eisini vant meg við, at mentamálaráðharrar kunnu snúgva sær júst sum teimum lystir í samrøðum við miðlarnar. Eg havi vant meg við so mangt. Sum føroyskur mentanaraktørur gerst tú óendaliga eyðmjúk og lítillátin við tíðini og sum so er bert at fegnast um, at fjølmiðlarnir yvirhøvur taka tað uppá tungu, hetta skammiliga uppskotið hjá mentamálaráðharranum um eina skerjing av játtanini hjá Mentanargrunni Føroya uppá 20 prosent.

Ein fimtipartur er altso ófantaliga nógv av eini frammanundan avmarkaðari játtan og eg væntaði, at rættiligt rumbul fór at taka seg upp í kjalarvørrinum av blogginum hjá Inger um hesa ársins ræðusøgu. Vónandi kemur rumblið nú, og vónandi verður mótstøðan stór móti uppskotinum. Í útvarpinum greiddi mentamálaráðharrin eitt sindur flott og ideal-konservvativt frá, at hann hevur valt at stuðla føroyska dansinum, sum í ár fær heili 250 túsund krónur og tað ljóðar jú alfagurt. Men hvat stendur í sjálvari fíggjarlógini 2013 um sang og tónleik? Jú har stendur: "Játtanin á 115 tús. kr. er ætlað til at stuðla og menna tónleik og sang í Føroyum. Játtan er lækkað við 250 tús.kr., ið er ætlað at stuðla føroyska dansinum.". Nokkso kreativt av mentamálaráðharranum at fáa tað til at ljóða sum um, at hann letur nakrar pengar, sum hann reelt tekur frá sangi og tónleiki. Vit kunnu viðmerkja, at økið "Tónleikur og sangur" í 2010 fekk 800.000 krónur og í 2013 altso 115.000 krónur, so tónleikurin man av sonnum fara at merkja ógvusligu skerjingarnar. 

Tá Bjørn Kalsø tosar so flott um kvæði og um føroyska málið, sum hann ger, kunnu kravlítlir og eyðmjúkir mentanaraktørar møguliga halda seg hóma umhvarvið av einari mentanarhugsjón, sum er konservativ og ið sum so er hóskandi til ein sambandsmann sum Bjørn Kalsø. Í veruleikanum er als eingin hugsjón at hóma, bert smáligheit og eg haldi tað nú vera ivasamt um hesin maður yvirhøvur er góður við listina. Eg haldi ikki, at tað virkar soleiðis. Tá útvarpskvinnan spurdi um tað nú var rímiligt við skerjingum, mutlaði hann okkurt um, at okkara listafólk eru rættiliga kreativ. Eg veit ikki um hann sipaði til kreativa bókføring, men tað ljóðaði í grundini sum hann rósti teimum listafólkunum, ið eru so mikið kreativ, at teimum ikki nýtist stuðul. 

Sjálvandi skilji eg væl, at samfelagið skal spara í krepputíðum, men eg skilji als ikki raðfestingarnar í okkara samfelag. Tað er so nógv, sum eg havi ilt við at fata, t.d. at fleiri og fjøruti milliónir eru brúktar uppá ein skúla, sum vit nú ivast í verður til nakað og at hesin peningur væl at merkja er brúktur áðrenn nakar spaki er settur í moldina í Marknagili. Samstundis er einki gjørt við tann niðurslitna skúlan í Hoydølum, ið nú hýsir 800 fólkum við eini kantinu, sum bert rúmar ein brotpart av teimum. Eg skilji heldur ikki æviga lyndið til at reypa av og at brúka listina til branding, samstundis sum hon verður so lítið vird sum hon verður, tá ein mentamálaráðharri yvirhøvur kann finna uppá at skjóta upp at skarva ein fimtapart av stuðulsveitingini til listina. Og eg skilji yvirhøvur ikki, at mentamálaráðharrin yvirhøvur troystar sær at føra seg fram á bókamessu í Göteborg saman við teimum rithøvundum, sum hansara uppskot fer at ganga út yvir.