Føroyski listamaðurin Dennis Agerblad er millum framsýnararnar á KE, Kunstnernes
Efterårsudstilling 2012 í Den Frie í Keypmannahavn, sum læt upp fríggjadagin
12.okt. Tá listamaðurin vaks upp í Føroyum varð einki tosað um samkynd og
transpersónar. Listamaðurin kendi seg í grundini sum flóttafólk, tá hann flutti til
Danmarkar í 1990, men fylgir nú fegin við í góðu menningini á økinum, sum vit sóu
prógvaða, tá 5000 fólk herfyri luttóku í Pride í Havn.
Við íblástri í hesum
hevur listamaðurin gjørt ein føroyskan trash/drag/listafilm. Via humor og
surrealismu heldur listamaðurin tað vera lættari at orða torfør evni fyri at náa
til ein nýggjan veruleika, sum til dømis kann vera, at grannin hjá tær í
grundini er ein maður, sum gongur í kvinnuklæðum. Heitið á filminum er "Snoribolla
Genturnar" og kemur av trongdini, sum listamaðurin hevði sum tannáringur
at siga "ljót" orð sum "bøssi", "murtur" og "reyvarhol".
Men alment var "bussimaður" tað ringasta, hann tordi at siga. Hetta
hevur síðani broytt seg. Umframt listamannin sjálvan luttaka hjúnini Nikolai og
René Noesgaard Myntman, ið hvørki tosa ella skilja føroyskt. Alt tað, sum tey siga í
filminum eru setningar, sum listamaðurin hevur skrivað á pappír við ljóðskrift,
sum tey siga, tá filmað verður. Vit ynskja Dennis Agerblad til lukku við
upptøkuni í KE.