Tórshavnar kommuna stimbrar listina og harvið lívsvirðið. Tí hevur kommunan í fleiri ár sett av ein ávísan prosentpart av byggikostnaðinum til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi.
Burtur úr hesum eru komin fleiri prýðilig og væleydnað úrslit. Nevnast kunnu listaverkini hjá Edwardi Fuglø í Skúlanum við Løgmannabreyt og Astri Luihn í Skúlanum á Argjahamri.
Nýggja røktarheimið, Boðanesheimið Yviri við Strond, skal nú listprýðast. Í vár varð arbeiðið at listprýða matarhøll, setstovur, trappu og gongsøkini á heiminum boðið út. Freistin at senda uppskot inn var 15. august og listabólkurin fekk 16 uppskot.
Nógv listalig dygdarverk vóru millum uppskotini, eisini vóru fleiri við sera góðum innihaldsligum hugskotum at loysa uppgávuna.
Tó vóru tvey uppskot, sum skaraðu framúr. Annað uppskotið er skaldborið, frásøgukent og prýðiligt; hitt uppskotið er ein regluføst heild, har kunning, samleiki og ein skemtandi megi knýta heimið saman.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur tí avgjørt, at tað verður viðurkendi føroyski listamaðurin Bárður Jákupsson, sum fer at listprýða stóru matarhøllina, og at kendi danski listamaðurin og sniðgevin Per Arnoldi skal listprýða gongirnar og eina av setstovunum.
Listabólkurin er sannførdur um, at valda loysnin tryggjar bæði heild og fjølbroytni, funktión og prýði, umframt nakað skaldborið og máttmikið, sum bæði búfólk, starvsfólk og gestir á Boðanesheiminum fara at gleðast um. Vit fáa ein listaligan vita afturat í høvuðsstaðnum.
5. oktober 2012
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu