Tuesday, October 2, 2012

Hygg nú eftir Degi og viku í kvøld.




I kvøld verður kjak millum Kinnu Poulsen og Bjørn Kalsø í Degi og viku.  Kjakið fer at snúgva seg um ætlaða niðurskurðin í játtanini til Mentanargrunn Landsins.   

Hetta er eitt neyðugt kjak. Tað er neyðugt, at vit kenna avleiðingarnar av niðurskurðinum, og tað er neyðugt, at miðlarnir seta mentanina  í miðdepilin. So eg vóni at nógv fara at hyggja.

Og eg vóni eisini, at miðlarnir ikki fara at sleppa hesum máli.

Tí eg var sjálvandi bilsin, tá eg las uppskotið til fíggjarlóg, men eg eri enn meira bilsin nú, tí onki sakligt mótspæl er komið frá anstøðuni. Onkur hevur gramt seg á facebook, men ongin hevur tikið ábyrgd og víst ágrýtni. Tað tykist mær snedigt.  Hava tey givið skarvin yvir?
Niðurskurðurin í játtanini til mentanargrunnin vísir best, hvør politisk hugsjón nú er ráðandi. Ein hugsjón, sum gevur fyrimunir til úrvaldar bólkar og sum máar burturav teimum virðum, sum vit øll skulu verða felags um.

Vit kunnu bara staðfesta, at vit liva undir einum stýri, sum ikki blunkar at skera 20 prosent av mentanarstuðlinum, men aldrin kundi droymt um at skorið fiskidagarnar 20 prosent, at skorið fiskimannafrádráttin 20 prosent ella at lagt 20 prosent ella 20 oyru avgjald á makrelfiskiskapin.
 
Men at tey somu, sum fáa fyrimunirnar frá hesi samgongu, ja tey skulu so eisini brúka listafólk í marknaðarføring og branding fyri tey kunnu tjena enn meiri.
Kann vera, at ein milljón og 200.000 ikki er nógv hjá markelmonnunum, men tað eru nógvir pengar hjá menta- og listafólki í Føroyum.

Men vit eiga eina andstøðu, og vit muga forvanta, at tey eiga eitt mótspæl. Kanska er tíðin komin til, at krevja okkurt av anstøðuni eisini og biðja onkran av teimum koma í Dag og viku í morgin. Hvat fer andstøðan at gera við niðurskurðin?