Satt at siga var tað ein næstan dreymakend, ella surrealistisk uppliving at
vera í Degi og Viku í gjárkvøldi saman við einum mentamálaráðharra, ið smíltist so nógv og so
breitt, at eg í løtum kendi meg sjálva sum eitt sosialrealistiskt ákærurit av tí slagnum, sum er so keðiligt og ákærandi, at tað neyvan hevur uppiborið nakran almennan
stuðul. Samstundis var mentamálaráðharrin so svøvnliga uttanumtosandi, at eg hevði
fleiri úti av kroppinum upplivingar ta lítlu løtuna í heita, bláa studionum, alt meðan
minuttirnir gingu sum í ónyttu framvið og mentamálaráðharrin tosaði og tosaði og smíltist við
sínum mildu, svøvnligu eygnalokum. Umhugsaði viðhvørt at bróta hann av, at rópa
okkurt óskikkiligt við Pussy Riots-kendari sannføring, men avgjørdi í allari
gentuligari fólkaligheit, at best var at lata vera.
Í staðin pippaði eg sosialrealistiskt okkurt um nøkur av bestu listafólkum
landsins, sum eg veit liva sum ólukkudýr í periodum og sum í heilum mugu lívbjarga
sær við at arbeiða við øðrum enn listini. Mentamálaráðharrin smíltist og minti á,
at Mentanargrunnur Landsins ikki letur sosialar veitingar og so stóð eg har so
nipin eina løtu, meðan hann fegnaðist um allar sínar bókamessuferðir. Tað var sum í dreymi, so eg veit ikki um eg mutlaði, segði tað hart, ella kanska bara hugsaði, at listastuðul ongantíð hevur verið ein sosial veiting, men ein íløga í nútíðar- og framtíðar samfelagið. Hetta var var
bara eitt av fleiri uttanumtosum hesar tíggju minuttirnar, vit bæði vóru í Degi
og Viku og kjakaðust. Eg royndi at sissa meg, meðan eg hugsaði: "Kinna, tú
hevur sagt títt á blogginum, vit hava funnist at - lat nú bara ráðharran greiða frá hvat hann
hevur gjørt við pengarnar og hvørja visión, hann hevur fyri list og mentan í
Føroyum". Men ikki helt eg meg hóma nógva visión í ráðharratosinum, ikki so frægt, at hann dugdi at skyna ímillum ymisk listasløg fyri ikki at tala um munin á yrkis- og áhugalist. Einar
tríggjar ferðir nevndi hann hetta at ferðast til bókamessur sum var tað ein
dygd í sær sjálvum og fleiri ferðir róði hann framundir, at orsøkin til ósemjuna
kundi komast av nøkrum so ósekum sum tað, at mentamálaráðharrin og undirritaða eru
ymisk á máli mentanarpolitiskt, og at hann altso er meira konservativur enn eg.
Tað er hann helst. Men konservatisma og niðurlaging av mentan og list hoyra
als ikki saman, so mikið veit eg, og eg dugi ikki at síggja hendan hugburð ráðharrans sum annað enn ómentaðan,
visiónsleysan og sum enn eina áminning um hvussu ófatiliga lítið núverandi samgonga leggur í mentamálaráðharrasessin.
Eg haldi satt at siga, at tað er ómetaliga groft av landsstýrismanninum í
mentamálum at leggja upp til, at hetta álvarsliga málið, hansara uppskot um at
skarva tjúgu prosent av játtanini til Mentanargrunn Landsins, snýr seg um ymiskar
listafatanir, at vit mugu velja millum siðarv og samtíð, millum ta fólksligu og
ta meira eliteru listfatanina og at hansara uppskot leggur meira dent á tað fólksliga.
Tí tað hevur í grundini einki við málið at gera. Upphæddin uppá 250.000 krónur
til kvæði, sum tosað verður um, verður tikin frá tónleiki og sangi, tann játtanin er minkað frá 800 túsund til 115 túsund krónur. Hesar umraðfestingarnar er fyri
so vítt bara ein jánkaslig roynd at káva útyvir veruligu gøluna, við
at fáa fólk at kjakast um ymsar mentanarfatanir heldur enn um ta drastisku
sparingina, sum í serligan mun er gingin út yvir listastuðulin. Somuleiðis er
tað fullkomiliga skeivt, tá mentamálaráðharrin rør framundir, at skúli og útbúgving
fáa gagn burtur úr teimum tjúgu prosentunum, ið eru spard burtur av játtanini
hjá mentanargrunninum. Hetta passar heilt einfalt ikki. Onkur heldur, at
veljarar mentamálaráðharrans nú sita so fegnir og gleðast um, at mentanarmafian
í Havn nú fær minni at oyðsla burtur, men eg trúgvi yvirhøvur ikki eina løtu uppá,
at norðingar eru so primitivir. Tey hava nógv fornem listafólk har norðuri, sum
hava fingið væl burtur úr listastuðlinum og tað sama hava vit onnur eisini, so sjálvandi harmast tey eisini um uppskotið hjá Bjørn Kalsø, sum ikki virðir listina yvirhøvur. Í ringum tíðum skulu vit spara, vit skulu vera solidarisk hvør móti øðrum, tað eru vit ikki, tá tjúgu prosent verða tikin av játtanini hjá einum frammanundan útsettum samfelagsbólk. Tað er í grundini eisini púra burtur úr vón og viti at hugsa sær eina prosentvíst so mikið stóra sparing á øllum øðrum økjum og ein tílík sparing hevði elvt til stóra ónøgd. Tað ger hendan eisini, men listafólkini eru ikki so nógv, mong teirra eru lutfalsliga avbyrgd og summi hava av ymsum orsøkum kanska lítið til yvirs fyri stuðulsskipanini. Listastuðulin er neyðugur í føroyska samfelagnum og vit mugu øll royna at draga somu línu í hesum máli, so at vit fáa sannført okkara fólkavaldu um tað blóðskeiva í uppskoti mentamálaráðharrans.
Ørindi míni við hesum listabloggi vóru ikki at tosa fyri
listastuðli ella at lýsa ymsar mentanarpolitiskar fatanir, eins og eg
yvirhøvur og aldeilis ikki ætli mær umaftur út í søguna um Adam og Evu ella at definera
list, sum vit onkursvegna altíð mugu út í, tá tað snýr seg um listastuðul. Tað
hava vit gjørt so mangan t.d. her á blogginum og gera tað fegin aftur, men tað
er ikki umráðandi beint í løtuni. At kjakast um hvørt kvæði eru list er
fullkomilig tíðarspilla og diffusión í løtuni. Umráðandi er heldur at staðfesta,
at vit sum hildu, at mentamálaráðharrin var ein mildur og svøvnligur mentamálaráðharri
sjálvi mugu vakna við kaldan dreym, nú hann eftir øllum at døma er nóg árvakin
til at fremja grovasta átak móti føroyskari list, sum er framt í nýggjari tíð.
(KP)
(KP)