Friday, October 12, 2012

Hanni Bjartalíð - Homo Ludens í Listasavninum


Har er ein øgilig rokan og garteran í Listasavninum í løtuni. Tríggir menn arbeiða so hugaliga við at lempa sand og sukur og mála stabbar, smíða og gera við, so at framsýningin hjá Hanna Bjartalíð verður klár til upplatingina leygardagin 13.oktober klokkan tvey. Klokkan trý sama dag verður samrøða millum listamannin og leiðara Listasavnsins, Nils Ohrt. Sjálvt um menninir í skrivandi stund ikki eru lidnir at seta verkini upp, er longu greitt og ivaleyst, at talan er um eina serstaka og øðrvísi framsýning av heilt serligari karat við figurum og objektum, sum umboða nakað spildurnýtt í føroyskari myndlist.

Hanni byrjaði meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men í hesi framsýningini verður fokuserað uppá træstandmyndirnar, sum ofta eru gjørdar av kasseraðum træpettum, møblum og ymsum readymade lutum, spælikubbum og skeribrettum, sum Hanni fær fatur á í ymiskum loppumarknaðum og aðra staðni. Endurnýtsla er umráðandi í listini hjá Hanna Bjartalíð, hvat hann enn tekst við, um tað er collage, máling ella húsastandmyndir, og alt tilfar verður brúkt, eisini pappírs- og trærestir. Hanni Bjartalíð hevur arbeitt við teimum sermerktu træobjektunum í eini fimm-seks ár. Við hesum verkunum hevur Hanni Bjartalíð nátt eitt fyribils hæddarpunkt í síni støðugu listarligu leitan, ið av álvara staðfestir, at Hanni Bjartalíð er ein av týdningarmiklastu nýskaparum innan føroyska samtíðarlist.

Í føroyskari standmyndalist eru húsastandmyndirnar í grundini eitt nýbrot, ið fullkomiliga brýtur frá føroyskari standmyndahevd. Við íblástri frá eitt nú barndómsminnum tykjast hesir vøkru, partvíst málaðu standmyndirnar úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman. Tær minna um hytturnar, sum vit bygdu í barndóminum, men eru samstundis ómetaliga gátuførar í teirra ófunktionellu kvirru. Listamaðurin hevur í mong ár búð í Finnlandi, men hann er Klaksvíkingur, uppvaksin í sjálvum fiskivinnuhøvuðsstaði føroyinga, haðani fleiri av okkara góðu listafólkum eru. Honum dámdi væl at vera við sjógvin sum barn m.a. orsakað av øllum teimum spennandi rekalutunum, ið allir róku upp á land við hvør sínari áhugaverdu søgu, sum tú kundi ímynda tær og spæla tær við í huganum. Og tað hevur okkurt barnsligt spælandi yvir sær,  hetta, sum Hanni Bjartalíð tekur upp, men á einum øðrum, listarligum støði. Allar húsastandmyndirnar hava sín serliga samleika, summar tykjast eksotiskar við nógvum bjørtum litum, meðan onkrar tykjast meira asketiskar og afturlatnar. Onkrar eru eins og standmyndir, formliga áhugaverdar, men onkur onnur er narrativar, ímyndandi okkurt ávíst, ein kiosk ella ein grill til dømis. Figurarnir minna eitt sindur um teir, sum tann lítli listamaðurin, Emil úr Lönneberg telgir teir mongu tímarnar, tá hann goymir seg fyri sínum øra pápa. Allir figurarnir hava hvør sína persónligheit, hvør sína søgu, sum vit áskoðarar kunnu gera lidna í okkara egna huga.

Í sambandi við framsýningina gevur Listasavn Føroya út bókling við myndum av verkunum hjá Hanna Bjartalíð, umframt tveimum tekstum, sum undirritaða og Nils Ohrt hava skrivað. Mín grein snýr seg um nøkur útvald verk hjá Hanna, meðan Nils Ohrt plaserar verkini hjá Hanna í mun til listarlig og arkitektonisk rák í Føroyum og úti í heimi. Nils Ohrt skrivar m.a: "..Húsini hjá Bjartalíð eru livandi og fjálg – og óhugnalig – og siga eina søgu, men formurin sjálvur er eisini áhugaverdur. Formurin kemur týðiligast til sjóndar í húsunum, sum eru einlitt og rúma lítið, ið kennist aftur. Av tí at húsini eru so abstrakt, trína tey fram sum reinar rúmligar samansetingar og minna ikki sørt um nonfigurativar standmyndir. Sama er galdandi fyri tey húsini, sum eru meira „hús“. Her skal munur gerast millum tvey sløg av húsum hjá Bjartalíð, nevniliga tey einlittu úr ómálaðum viði, har innbúgvið stundum er málað við einum sterkum liti, soleiðis at talan er um javnvág millum „standmynd“ og „hús“. Og so eru tað tey heldur frásøgukendu og larmandi húsini við sterkum kontrastlitum, ymiskum træsløgum og yvirflatum, blonkum og óblonkum, og við frásigandi lutum sum innbúgv og kanska enntá skelti. Tey eru meira „hús“ enn „standmynd“. Líka mikið um formurin er frásøgukendur ella ikki, er hann altíð ein roynd við tilfarsávirkan. Talan er um tey ráu úr ómálaðum viði, har vit næstan kunnu merkja flísarnar í fingrunum, men eisini ein hill úr køliskápi kann verða til eina kanning av tí tilfarsliga, tá ið tann lakkaði flatin skapar eina nýggja visuella og taktila heild við teimum málaðu og burturskornu pørtunum..". 

Eg skrivi m.a. um eina húsastandmynd, sum eitur "Grillin": "Grillin" er heitið á eini fantastiskari hvítari húsastandmynd frá 2007-08. Við reyðari tekju og vindeygakarmi er hon í grundini ikki ólík eini veruligari grill ella eini kiosk, sum ein tílík kundi tikið seg út onkrastaðni í kjallaranum í onkrum sethúsum fyrr í tíðini, áðrenn tær sløttu og professionellu bensinstøðirnar yvirtóku alt tílíkt virksemi. Tá í tíðini kundi tað í roynd og veru kennast beinleiðis smart at standa og hanga við eina tílíka grill, hvíla albogan á heimagjørdu træplátuna, sum fungeraði sum diskur, meðan tú frá damuni í vindeygalúkuni bílegði eina várrullu og eina Hawaii Dream…". Báðir tekstirnir kunnu lesast í kataloginum, sum verður givið út í sambandi við ferniseringina.

Fleiri av verkunum á framsýningini eru sett upp í rúminum á ein hátt, sum minnir um rúmligar installatiónir, t.d. tey bæði verkini, sum eru sett á eitt landslag av sukri. Hesi verkini verða bæði sett upp í einum rúmi fyri seg sjálvi aftast í framsýningarsalinum, har sum Grafiski Verkstaðurin var. Har myrkaleggja tey rúmið í løtuni og eftir ætlan verða verkini upplýst, og fara at standa og glitra í snjóhvíta, dreymakenda sukurlandslagnum í Listasavni Føroya.







(KP)