Ikki kann sigast annað enn, at tað verða royndir menn, sum fara at standa fyri prýðingini
av Boðanesheiminum. Teir eru føddir í ávikavíst 1941 og 1943 og báðir hava eina
fortíð sum kendir og dugnaligir listmiðlarar. Í gjár kunngjørdi Listabólkurin
í Tórshavnar Kommunu, at tað verða føroyski listamaðurin Bárður Jákupsson
og danski listamaðurin Per Arnoldi, ið fara at prýða Boðanesheimi. Eftir fráboðanina var onkur skjótur at finnast
at, tí tað er ein útlendingur, sum skal prýða Boðanesheimið, men er listin
nóg góð, halda vit tað ikki vera nakran trupulleika, um tann eini listamaðurin
er dani, tvørturímóti. Og samanumtikið er enn sum áður grund til at fegnast um
avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu, at lata hálvtannað prosent av
byggikostnaðinum til nýggjar byggiætlanir til listprýðing. Í Listabólkinum hjá
Tórshavnar Kommunu, ið ger av hvat prýðingaruppskot vinnur, er tað leiðarin í
Listasavni Føroya, Nils Ohrt, sum er tann listaserkøni. Hann kennir Per Arnoldi
sera væl frá samstarvi í Listasavninum og Nivaagaardsavninum, har hann arbeiddi áður, teir hava havt ymiskt
samstarv, m.a. almennar artist-talk, og eru harumframt eisini vinir. Per Arnoldi
er m.a. kendur fyri bjartlittu plakatirnar m.a. til DSB, sum hann gjørdi, og
sum vóru frammi í 80´unum. Hann hevur gjørt eina rúgvu av prýðingum mest í
Danmark, t.d. gjørdi hann leiktjaldið til nýggju donsku operaina, men hann
hevur eisini arbeitt altjóða, t.d. avgjørdi hann í 2000 litirnar til nýggja ríkisdagin
í Berlin. Í fjør gjørdist hann formaður fyri Statens Kunstråd, men dvaldist
bert eitt hálvt ár í formansstólinum áðrenn hann segði starvið frá sær. Bárður
Jákupsson kenna øll listaáhugað, hann var stjóri í Listasavni Føroya ein mansaldur,
hann hevur skrivað fleiri týdningarmiklar bøkur um føroyska list, t.d. Myndlist
í Føroyum og hevur eisini verið lærari í Føroya Fólkaháskúla. Stílsliga kundi ein hildið, at munurin er stórur millum listamenninar og tað er hann eisini, um vit hyggja at teimum mest eyðkendu verkunum hjá listamonnunum. Rokmiklu, ekspressionistisku náttúrutulkingarnar hjá Bárði kunnu tykjast fjarar frá einføldu DSB reklamumyndini hjá Per Arnoldi, sum minnir um konstruktivismu, De Stijl og popart, men Bárður Jákupsson dugir sanniliga eisini væl at vera einfaldur og hinvegin málar Per Arnoldi eisini málningar, sum ikki eru heilt so einfaldir sum plakatin og báðir duga tað dekorativa. Nú fáa vit at síggja. Við vón um, at Listabólkurin fyrst og fremst hevur havt listarligu góðskuna í huganum gleða vit okkum til at síggja úrslitið. Til lukku Per Arnoldi og Bárður Jákupsson. http://www.moma.org/collection/artist.php?artist_id=5