Monday, December 30, 2013

Árið, ið fór - 2013


Mentanarvirðislønir

Mentanarárið byrjaði í Klaksvík á føðingardegi William Heinesens, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar í Spaniastovu í Klaksvík. Tað sigst vera farið eitt sús gjøgnum forsamlingina, tá mentamálaráðharrin avdúkaði, at móttakarin av størsta almenna herðaklappinum eitt føroyskt listafólk kann fáa, var Tóroddur Poulsen Tað var jú sami listamaður, sum í Degi og Viku hevði hótt við at gelda tann ómentaða mentamálaráðharran. Undirritaða hoyrdi ikki tað stóra súsið, tí vit sótu í einum bili uttan fyri tað góða selskapi, Vit vóru 5 minuttir ov sein til hátíðarhaldið, tí vit koyrdu skeivt í Leirvík og funnu ikki vegin til Klaksvíkar alt fyri eitt (ja eg veit, men har var altso ein nýggjur vegur komin) og tá vit komu fram var hurðin stongd. Stóra yvirskriftin í Norðlýsinum var sjálvandi: 

Kinna viltist í Leirvík


Og tað er eisini nokk so skeg. Og tað var lesarabrævið frá Per Arnoldi um "Færøheksen Kinna Poulsen" sanniliga eisini http://listinblog.blogspot.com/2013/05/eg-ein-fr-heks-jeg-en-fr-heks.html Men av nógv størri týdningi og áhuga var tað jú, at Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur, ið verður latin fyri listafólki sum tøkk fyri væl útint listarligt avrik á høgum støði, og at Heiðursgáva Landsins á 75.000 krónur varð latin Marianne Clausen fyri sítt lívslanga arbeiði av alstórum týdningi at skráseta og skriva niður føroysk løg. Tað var eisini gott, at evnaríka unga listakvinnan Silja Strøm fekk virðislønina á 50.000 krónur, ið verður latin ungum listafólkum, og at sømdargávur landsins vórðu latnar Ebbu Hentze, Guðrið Poulsen og Hanusi G. Johansen fyri teirra dygdargóða listarliga arbeiði. Sømdargávan er 20.000 krónur um árið alt lívið.
Ársins myndlistarliga comeback gjørdi Anker Mortensen, tó at hann ikki gjørdi tað her heima, men í Danmark, har sum hann býr. Vit hava annars harmast um, at Anker Mortensen orsakað av lesnaði ikki hevur arbeitt nógv við listini, og fegnaðust tessvegna at lesa ummæli í Information, har tann annars so kritiski ummælarin, Michael Jeppesen skrivaði: "Det næstbedste er Anker Mortensens blå malerier i trærammer. De holder, for at sige det lige ud. Fulde af overskud".

Listarliga forloystur sorgarleikur

9.februar var Sár á Sál hjá Kristinu Sundar Hansen framførdur á Tjóðpallinum. Inger Smærup Sørensen skrivaði í einum positivum forhondsummmæli: "Tað er ein listarlig forloysing, altso ikki ein forloysing av sorgini, men av sjálvari listini. Hetta evnið til at skapa nakað millum innlitið og útsýnið, millum tað almenniskjaliga og tað persónliga, evnið til at involvera bæði kroppin og tankan og birta í hugsanir um felagsskapir, um hvat sorgin ger, um sorgarinnar lyndi, um menniskjaliga styrki og veikleika, og um kærleikans tilveru, sum ikki er hugsaðar áður. Altso verður heimurin viðvendur. Og fyrst og fremst er tað ein listarlig forloysing, at Kristina Sundar Hansen letur upp fyri ásannanini av, at vit ofta eru so veik og ússalig, at vit ikki makta at síggja tingini við øðrum eygum, at okkara høgtlovað forbannaði menniskjansleiki av og til er kavrotin, at vit ikki lata hvønn annan vera til, men at kærleikin er til." Hansina Iversen gjørdi ta rørandi einføldu scenografiina til leikin hjá Kristinu S.Hansen, og sama listakvinna hevði í byrjanini av árinum eina frálíka framsýning í Gallarí Stephanssonshús. 



Appilsingult

Framsýningin hevði heitið Appilsingult og eg skrivaði m.a. um hana: "Øll tey feitu 0-árini, tá listamarknaðurin bólgnaði av fittari figuratión, sum seldi og sum seldi væl, var Hansina Iversen trúgv móti sær sjálvari og sínum tá rættiliga ómodernaða nofigurativa úttrykki við organiskum, kompleksum skapum, sum hon granskaði og sum hon granskar enn. List er varandi har móti er farandi kunnu vit siga, men nógv list er sjálvandi eisini farandi. Vit vita enn ikki hvat er varandi, - tað fer tíðin at vísa. Fyribils kunnu vit fegnast um eina framsýning, sum glógvar av yvirskoti hjá eini listakvinnu, sum dugir síni ting nóg væl til at tora at fara av fetanum viðhvørt og seta seg sjálvan í veð." Inger Smærup Sørensen kurateraði fleiri aðrar framsýningar í somu hølum, t.d. hevði Zacharias Heinesen eina væl eydnaða framsýning í Gallarí Stephanssonshús.

8.februar varð gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum handað ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg og í ár valdi nevndin at heiðra Janus á Húsagarði og Bárði Reinert Poulsen. 


Ásmundur Poulsen Photo

22.februar læt upp ein framsýning í Steinprenti við svarthvítum fotomyndum, sum pápi mín, Ásmundur Poulsen hevur tikið í árunum frá umleið 1950-1970. Framsýningin varð eisini framsýnd í barnagarðinum á Eiði og nú fer hon til Danmarkar, har Glostrup Kunsforening fer at framsýna hana. Sum fyriskipari eri eg í grundini errin av, at hon er ein av teimum framsýningunum, sum er vald at vera ein av ársins í listaárbókini Ny dansk kunst.






Tróndur Cool og hini listafólkini í útlondum

Eitt av listarligu hæddarpunktunum á árinum syrgdi Tróndur Patursson fyri, tá hann sendi sítt høvuðsverk "Migration" við 99 glasfuglum til Washington, har tað var partur av framsýningini Nordic Cool. 



2013 var um nakað árið, har føroysk listafólk gjørdu eitt satt megnaravrik í útlondum sum umboð fyri okkara land. Tað er vónleyst at nevna alt, tí so nógv er, men t.d. vann Sámal Blak og Scottish Opera & Music Theatre Wales prestisjumiklu bretsku mentanarheiðurslønina: South Bank Sky Arts Awards 2013 fyri scenografiina til operuna Ghost Patrol. Bárður Oskarsson var mikið fagnaður fyri sínar fantastisku barnabøkur í Týsklandi, har hann vann fleiri heiðurslønir. Olaf Johannesen fekk donsku sjónleikaravirðislønina Robert fyri besta mannliga hjáleiklutin, sum hann hevði í Forbrydelsen 3 sum danski forsætisráðharrin, Kristian Kamper. Olaf Johannesen varð eisini innstillaður til týsku heiðurslønina Der Faust, sum hann ikki vann, men tað var eitt bragd í sær sjálvum at verða innstillaður. Randi Ward vann týðaravirðisløn fyri týðing av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen og Ósbjørn Jacobsen vann saman við sínari fyritøku, Henning Larsen Arkitetktar ta virðingarmiklu Mies van der Rohe-heiðurslønin fyri stórbæra musikkhúsið Harpa í Reykjavík. 


Sunleif Rasmussen

Sunleif Rasmussen hevur eisini havt úr at gera í brátt farna ári. Hann hevur m.a. tikið lut á Other Minds tónleikafestivalinum í San Fransisco og hann var eisini í London, har BBC Symphony Orchestra framførdi hansara verk "Prelude for Brass". Hansara tónleikur varð bílagdur, spældur á fløgu og framførdur á konsertum fleiri staðni, m.a. á 30 ára jubileumskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri. Leif Hansen skrivaði m.a.: "Í sambandi við, at orkestrið í ár skuldi halda eina hátíðarkonsert setti Sunleif Rasmussen sær fyri, at ogna orkestrinum eitt nýskrivað verk. “Veitsla” var heitið á verkinum- tí, sum Sunleif segði tá hann presenteraði verkið, so var hesin konsertdagurin ein veitsludagur. Verkið er frá tónasmiðinum væl lagt úr hondum. Sunleif hevur gott hegni til tað annars so sera torføra listarliga handverk at orkestrera tónleik. Áhoyrarin fekk veruliga at hoyra hvussu nógvar ljóð-, klang- og styrkismøguleikar eitt symfoniorkestur hevur.  Sunleif gav við verkinum tónleikarunum musikalskar avbjóðingar á hvørjum ljóðføri sær, men so sanniliga eisini avbjóðingar sum orkestur. Hóast avbjóðinganar, var tað ein sonn fragd at hoyra hvussu væl orkestrið spældi nýggja verkið. At verkið inniheldur tónleikaligar dygdir útyvir at verða gott tónlistaligt handverk er einki at ivast í. Ynskiligt hevði tó verið, um “Veitsla” varð sett á skránna aftur til komandi nýggjárskonsert í januar. Á júst einari nýggjárskonsert, við sínum festligu og stuttligu kørmum hevði verkið komið til sín veruliga rætt og ikki fallið nakað uttanfyri, sum eg tó haldi at tað gjørdi á hesari heystkonsert, hvat stíli og tónleikaslagi viðvíkur". 

http://listinblog.blogspot.com/2013/10/30-ar-vi-symfoniorkestri.html


Listasavnið

Í mars varð endiliga boðað frá, at stjórin Nils Ohrt var liðugur við umheingingina av teirri føstu samlingini. Eg skrivaði eitt ummæli, sum var eitt sindur blandað, men eg var og eri skelkað yvir stjúkmóðirligu viðgerðina, sum samtíðarlistin fær, eg skrivaði m.a: "Eg skilji sjálvandi, at plássið í Listasavninum er avmarkað, men tað tykist meiningsleyst yvirhøvur at hava samtíðarlist við í permanenta savninum, tá nøkur av teimum bestu samtíðarlistafólkunum mangla, t.d. Anker Mortensen, Øssur Johannesen, Marius Olsen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen og Hansina Iversen." 

http://listinblog.blogspot.com/2013/03/nyuppheinging-vi-alvarsligum-manglum.html

Filmsgrunnur og Veiða vind

Norðurlandahúsið og Filmsverkstovan Klippfisk stovnaðu í felag ein filmsgrunn, sum hevur til endamál at stuðla nýggjum føroyskum filmsverkætlanum. 11. mai varð Veiða vind, tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, framført í Hørpu í Reykjavík av íslendska symfoniorkestrinum við íslendskum upplesara og um somu tíð kemur bókin, við myndum hjá Janusi á Húsagarði, á íslendskum! Kringvarp Føroya og Jensina Olsen eru tilnevnd prestisjumiklu heiðurslønina frá Nordisk Barna Medie Festival fyri Ding Ding Pippting í kategoriini 0-6 ár



Politisk list

Politisk list var á breddanum í 2013. Inger skrivaði: "Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt temakvøld um evnið og aftaná hava fleiri greinir verið um evnið og lívligt kjak. Men kjakið er torført, tí tað finst politisk list, sum gloymir at vera list og tað finst politiskar pallsetingar, sum eru so mikið absurdar, at mørkini millum list og politikk gerast flótandi.  Men óansæð hvussu tað er við politisku listini, so speglast veruleikin ofta í listini fyri tíðina, í yrkingum, tónleiki, myndlist og ikki minst í sjónleiki. Ikki bert politiski veruleikin, eisini hann, men meira enn hann. Øll aspekt av veruleikanum verða tulkað, viðgjørd, avskeplað og søgd í samtíðarlistini – uttan at tað beinleiðis verður presenterað sum politisk list - og tað verður eisini gjørt í leikinum hjá Súsonnu Tórgarð ”Myrkursins børn”, sum hevði premieru á Tjóðpalli Føroya í gjár. Okkurt kundi týtt uppá, at veruleikin, sum annars helt uppat við at eksistera innan listina í postmodernismuni, er komin aftur." Og her kunnu vit leggja aftrat, at tað er hann eisini innan poesiina, sum í 2013 gjørdist prosakend og harvið lættari at skilja. Tað var ikki bert í Danmark, at eitt debut-yrkingarsavn endaði sum metsølubók, meira um hetta í øðrum parti. 
http://listinblog.blogspot.com/2013/04/myrkursins-brn.html


Punktum hjá  Dimmu og Punktum

19.apríl var ein eiggiligur fríggjadagur, tá skrivaði eg ein gleðiligan blogg, sum ljóðaði soleiðis: "Eg havi júst fingið hana í hondina, vikuskiftisdimmuna og teknaði uppá standandi fót eitt hald. Dagsins Dimma er nevniliga bæði mentað og feit. 64 tekstríkar síður, harav helvtin er vígd mentan og list, tað er ikki á hvørjum degi. Blaðið er fult av samrøðum, greinum og ummælum av og um leiklist, myndlist, filmslist, skaldskapi, tónlist, bókmentum, byggilist og eisini við einum miðlabroddi á baksíðuni. Inger Smærup Sørensen hevur skipað blaðið og samlað inn greinar frá Sissal Kampmann, Pætur Marjunarson Dahl, Hanusi Kamban, Vár Í Ólavsstovu, Kristionnu Mortansdóttir, Ingun Í Skrivarastovu, Knút Háberg Eysturstein, Heina í Skorini, Øssuri Winthereig, Inger hevur eisini skrivað sjálv og undirritaða hevur somuleiðis eina grein í blaðnum. Eg gleði meg at fara at lesa tær mongu greinirnar um eitt nú Føroya mest mentaðu kommunu (Fuglafjørð), um Heðin Klein og Celan, um Barcelona, um metal í Føroyum, um Restorffs Gull á Sandi osfr... Fyribils fegnist eg bara um mentanarliga satsið hjá Dimmu og gleði meg longu til næsta punktum.fo, tí mentanarblaðið hjá Dimmu fer at koma hvønn mánaða.". 

Sum vit vita, kemur Dimma ikki meira og eg haldi tað vera aldarinnar størsta bakkast, at Dimmalætting fór á húsagang - eitt lemjandi afturstig fyri fólkaræði og upplýsing í Føroyum. 




Nógvir merkisdagar vóru hildnir í brátt farna ári, listafólk fylltu runt, Janus Kamban og Ruth Smith høvdu hundrað ára føðingardag, og liðin vóru 95 ár síðan Regin Dahl var borin í heim, Marius Olsen fyllti fimti, Bárður Jákupsson  fyllti 70, Eyðun Johannesen varð sjeytifimm og Jóanes Nielsen fyllti seksti. Norðurlandahúsið fyllti 30 og tað gjørdi Føroya Symfoniorkestur eisini, og fleiri tiltøk vóru í sambandi við hesar føðingardagarnar, t.d. konsertir við tilboðsprísi (30 krónur fyri atgongumerki)


Listakjak 

Listakjak tók seg upp fleiri ferðir í 2013, m.a. orsakað av einum ummæli, sum eg skrivaði í sambandi við ta nýggju permanentu framsýningina í Listasavni Føroya. Stjórin í Listasavninum, Nils Ohrt svaraði uppá kritikkin í eini grein, har hann m.a. legði meg undir at hava framt lokabrøgd við einari mynd hjá Soulages fyri at fáa hana at líkjast einari mynd hjá Jónu Rasmussen, tá eg í mínum kritikki av raðfestingini av samtíðarlist á savninum staðfesti, at ov nógv pláss fer til vánaliga list. Eg svaraði, at mær ikki tørvaði lokabrøgd til tess at staðfesta líkheitina og: "Eg havi einki í móti, at listafólk verða inspirerað av øðrum listafólkum - ja eg havi fyri so vítt heldur einki í móti plagiat, bara Listasavn Føroya kann lata vera við at brúka sínar fáu pengar og sítt avmarkaða veggjapláss uppá tílíkt." http://listinblog.blogspot.com/2013/05/mr-trvar-eingi-lokabrgd.html Í viðmerking til kjakið fokuseraði Inger Smærup Sørensen serliga uppá listaútleiguna hjá Listasavninum "Fyri meg at síggja er eingin ivi um, at tað, at tjóðarsavnið leigar listaverk út er í stríð við altjóða etiskar leiðreglur fyri listasøvn, eftirsum einki inntøkuskapandi virksemi má vera, sum er kompromitterandi fyri listarligu góðskuna. Eingin ivi er heldur um at óansæð hvussu nógvir fukt- ljós- og hitamátarar verða settir upp á savninum, so hjálpir tað ikki teimum høvuðsverkum, sum eru leigað út og hanga í bygningum, har mann sjálvandi ikki fær ansað eins væl eftir teimum sum á savninum. Eg haldi eisini, at í øllum førum tríggjar tær seinastu av høvuðssúlunum hjá listasavninum - innsavning, skráseting, varðveitan, gransking og miðlan - eru torførar at gjøgnumføra forsvarliga, tá so mikið nógv verk sum 619 eru leigað út. Eg haldi eisini, at metingin hjá Kinnu Poulsen av, at savnið kappast við listafólk, sum missa ein keypisterkan aktør, tá stovnar leiga heldur enn at keypa, skal takast í álvara, tí sum hon skrivar: ”Hetta samsvarar ikki við endamálorðingina hjá Listasavni Føroya, punkt 7, at stovnurin skal fjálga um virkismøguleikarnar hjá skapandi listini” 

Góðar framsýningar

Tær bestu framsýningarnar, sum eg sá heima í brátt farna ári, vóru gallaríframsýningar. Gallarí Stephanssonshús hevði fleiri góðar framsýningar, sum Inger Smærup Sørensen kurateraði, m.a. eina við tekningum hjá Bárði OskarssonÍ tíðindaskrivinum til hesa framsýning skrivar hon m.a: "Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir." 

http://listinblog.blogspot.com/2013/05/61-krleiksvattanir-til-menniskja.html


Eisini Hansina Iversen, Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen høvdu væl eydnaðar framsýningar í Gallarí Stephanssonshúsi, og Elin J.Smith hevði eina fríska og villa framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, sum evnisliga var øðrvísi, tí evnið m.a. var: "gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering, innkeypi og tað er kvinnulív, serliga tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin, sum fær menstruatión, sum bólgnar, sum eigur børn, sum fær risastór bróst við mjólk í til pinkubørnini at súgva, kroppurin, sum forfellur og sum heldur uppat við at hava menstruatión og fer í skiftisár."




Inspirerandi framsýningar

Tær mest inspirerandi framsýningarnar, eg upplivdi í Føroyum í brátt farna ári, upplivdi eg í Steinprenti, og ein tann besta var framsýningin hjá týska listamanninum Andreas Schulenburg við einum sonnum margfeldi av listaverkum, tøvdum standmyndum, keramiskum figurum, málningum, tekningum, dadaistiskum uppskriftum og steinprentum. Eg skrivaði um framsýningina m.a: "Her í Føroyum hevur verið sagt, at ull er Føroya gull. Samstundis hava vit sambært hevdini skilt greidliga í millum troyggjurnar, ta bundnu brúkslistina og so "ta fínu" oljumálaðu myndlistina. Tað ger Andreas Schulenburg ikki, hann er sera tilvitaður um signalvirði í teimum ymisku tøknunum og dámar væl at brúka undirmett tøkni, sum áskoðarin er vanur at sambinda við áhugalist. Framsýningin LUTFALSLIGA ØRT inniheldur myndlist av allarfínasta slag, nøkur av verkunum hava verið framsýnd á listamessuni í Basel (Volta). meðan onnur eru spildurnýggj, júst komin úr pressuni í Steinprenti.

 Tøvdar standmyndir er ikki nakað, vit síggja serliga ofta og als ikki av tí slagnum, sum Andreas Schulenburg ger, sum er knýtt at konseptlistini í breiðastu merking, men við eini heilt serligari kenslu fyri tí tilfarsliga og einum eymliga speiskari tilgongd, sum ikki minnir um nakra føroyska list uttan kanska um verkini hjá Tóroddi Poulsen, eisini við serliga tevinum fyri tí groteska. Hetta er ein tann stuttligasta listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum, men verkini eru eisini álvarslig, óhugnalig og mæla til filosofiska eftirtekt í øllum teirra klombruta skeivleika. Afturvendandi á framsýningini eru amboð úr gerandisdegnum, sum eru brúkt á skeivan hátt, t.d. er eitt skrúvublað parað við einum seymi og hyggja vit eina løtu síggja vit blóðspor á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr. Mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini eru nógvir og elva til allahanda søgur í fatan áskoðarans. Verkini eru løtt at avlesa, myndevnini eru einføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum, men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, óuppbyggiligu absurdismuna og óítøkiliga fleirtýdnið." 



Klaksvikaffærer í Keypmannahavn

Norðurbryggjan í Keypmannahavn hevði fleiri áhugaverdar framsýningar á skránni, m.a. Klaksvikaffærer hjá Claus Carstensen, sum fekk fimm hjørtu í Politiken frá listaredaktørinum Peter Michael Hornung. Um verkini, sum eru gjørd í Steinprenti skrivaði hann m.a. : "Værkerne rummer altid et sammenstød, og sammenstødet eller konflikten er ofte mellem en figuration og en bearbejdning, der synes at have figurationens overstregning eller ødelæggelse som mål. Men mødet mellem de to – figur og gestus – har aldrig en vinder. For figurationen er der stadig, som et blikfang og et apropos til beskueren. Men det er kun noget af figurationen, man ser, og helheden er gået tabt. Men det er naturligvis ikke underordnet, hvad der overmales. Sindene kom endnu engang i oprør i hvert fald i Tórshavn, efter at der var blevet malet med akryl og posca-tuscher på det færøske flag. Af de dengang unge vilde kunstnere, der brød igennem i begyndelsen af 1980’erne, er Claus Carstensen en af få, der ikke har holdt brandudsalg af sine principper. ’Klaksvikaffærer’ viser, at han stadig går imod strømmen med sin egen billedstrøm." 




Altartalvan í Christianskirkjuni umvæld

3.juni var høvið hjá øllum áhugaðum at síggja ta nýumvældu, stórbæru altartavluna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Kendi danski listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 – 1933) málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum tekur tekstligt støði í Lukas 14, 15-24, til dómkirkjuna í Viborg í Danmark. Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men væta var við at oyðileggja málningin og tí varð hann tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar málningur málaður á sama stað. Málningurin, ið ímyndar heilagu kvøldmáltíðina varð síðani varðveiddur í  Statens Museum for Kunst og varð haðani sendur til Føroya, settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd. Umframt skaðar, ið málningurin hevur fingið í Viborg, hevur hann eisini verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna. Ætlanin at umvæla altartalvuna hevur fleiri ár á baki og er nú komin á mál. Í sambandi við, at Christianskirkjan varð 50 ár 7.juli var avdúkað eitt verk í tíggju pørtum hjá Edward Fuglø við heitinum Jesus úr Nazareth, sum hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.



Kjak um býarætlanir og byggilist

Vit kjakaðust eisini um býarætlanir og um byggilist í 2013, á listablogginum mæltu vit til umhugsni og kjak: "Stórar ætlanir verða í heilum lagdar fram, onkrar verða framdar í verki uttan, at tað hoyrist eitt kis hvørki frá andstøðu (her hugsi eg t.d. um Tórshavnar Býráð) ella frá arkitektum og serfrøðingum innan býarplanlegging. Tað er sera positivt, sjálvandi við virkisfýsni og at tað hendir nakað, men broytingarnar, sum lagt verður upp til, fara at hava avgerandi broytingar og ávirkan við sær í mun til okkara framtíðar býarrúm, og tí má ikki farast fram í óðum verkum. Fleiri av umbyggingunum, sum hava verið í Havn, hava undrað meg eitt sindur, tí tær tykjast framdar uttan virðing fyri teimum dimensiónum og sereyðkennum, sum merkja okkara bý og okkara mentan.  Nøkur fá undantak hava verið í mun til ta samlaðu serfrøðingatøgnina, eitt nú var fyrrverandi býararkitektur Mikael Viderø í útvarpinum og fanst at ætlanunum hjá Tórshavnar Kommunu um at savna saman fyrisitingina í bygningunum hjá Bank Nordic. Eisini var Albert Isfeldt arkitektur í Degi og Viku fríggjakvøldið og segði sína meining um nýggju ætlaninar um Eystarubryggju, hann legði dent á týdninginum, sum havið og strondin hevur. Hann helt avgjørt, at Skansin má hava samband við havið og at ein bátahylur ikki er nóg mikið. Eg haldi, at vit áttu at kjakast meira um Eystarubryggju og allar hinar ætlaninar og umbyggingarnar og vóni, at tey kvalifiseraðu fara at blanda seg uppí í størri mun enn higartil - eisini uttan at vera eftirspurd. http://www.listinblog.blogspot.com/2013/09/byggilist-snyr-seg-ikki-bert-um.html



Listafólkaaktivisma

-Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum! ljóðaði sloganið hjá Teiti Lassen og Sunleif Rasmussen, sum bjóðaðu grillpylsur í Sandagerði 19.juni. Innan listafólkaaktivismu haldi eg, at hetta var herligasta eventið í 2013. 



Listabloggurin var somuleiðis latin upp fyri mótmælislist móti antidemokratiskum spælireglum og tí sonevnda loynisáttmálanum 
http://listinblog.blogspot.com/2013/09/motmlislist-4.html 



Síðst í árininum komu tey gleðiboð úr Russlandi, at Putin hevði avgjørt at náða teir báðar limirnar í russiska feministapunkbólkinum Pussy Riot, Nadezhda Tolokonnikova og Maria Alyokhina, sum hava sitið fongslaðar meira enn eitt ár fyri teirra punkbøn/mótmæli móti antidemokratiska rákinum hjá Putinstýrinum. Síðsta nýggja úr Russlandi er, at sýningin av filminum Pussy Riot A punk prayer er vorðin bannað av myndugleikunum í Russlandi. Mentamálaráðharrin skar mentanargrunnin, men broytti meining og kom sum ketta burturúr høvdatrog við boðunum um, at 1 mió krónur av listastuðlinum skuldi latast filmslistini. Atfinningarsamar røddir høvdu at Birni Kalsø fyri ikki at yvirhalda armslongdarregluna.





Summarið høvuðssesong

Aðrastaðni er summarið listarliga sæð eitt heldur deydligt tíðarskeið, men so er ikki í Føroyum. Her er summarið í grundini vorðið høvuðssesong, kanska tí, at summarið er fólkaríkasta árstíðin í Føroyum. Summartónar seta fólkatónleik, jazz og contemporary tónleik á breddan alt summarið ígjøgnum, G Festivalurin og aðrir festivalar hava somuleiðis eina rúgvu av áhugaverdum tónleiki á skránni. Í Fuglafirði hendi nógv mentanarligt, m.a. var mentanarvika  http://www.listinblog.blogspot.com/2013/09/mentanarvika-i-fuglafiri.html



Nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá Vetrarmorgun varð lanseraður við lovorðum, skreyti og skart, og øll vóru hugtikin av filminum, eisini undirritaða, sum tó loyvdi sær ein kritiskan vinkul.
http://www.listinblog.blogspot.com/2013/09/flottur-og-tunnur-vetrarmorgun.html


Tveir av okkara bestu listamonnum
Bæði Vár- Summar, Ólavsøku og Heystframsýningar vóru í summar. Várframsýningin var eitt sindur blandað, men fleiri áhugaverd verk vóru. M.a. hjá Dennis Agerblad úr Vestmanna, sum er millum okkara bestu listafólk og eg haldi, at hansara performance á Distortion festivalinum í Kph er nakað av tí besta, eg sá av tílíkum í brátt farna ári. "Eg haldi, at mong okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er trash drag queen sum her..". 





29.juni læt framsýning hjá Tóroddi Poulsen upp í Steinprenti, eg skrivaði: "Við hesum myndum umdefinerar hann føroyskt málarí frá teimum semiabstraktu náttúrutulkingunum og ekspressivu fólkalýsingunum og figurativu popplistini til nakað nýtt og modernað, sum ikki hevur verið gjørt áður innan føroyska málningalist, og sum eisini er originalt í altjóða høpi. Um vit taka málningin oman fyri sum dømi, so hava vit ikki áður í føroyskari málningalist sæð eina mynd av einum manni í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur eina teknirøð meðan spannir í hópatali ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión.


Listasummar
Listasavn Føroya hevði ymiskar framsýningar á skránni við m.a. Bárði Oskarsson, Guðrið Poulsen, og í juli var eg sjálv kurator fyri Listafelagið, tá Ólavsøkuframsýningin skuldi setast saman. Hugsanin hjá mær við hesari framsýningini var at taka støði í upprunaliga konseptinum, og altso at blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár var fjølbroytt, útivið sjeyti ár vóru millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, men tær gomlu málarahetjurnar vóru eisini við á framsýningini við postkortum, sum vóru sett upp á stóra veggin við teimum mongu málningunum. Framsýningin var um somu tíð kuraterað og sensurerað. Framsýnararnar vóru nógvir, m.a. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Ólavsøkuframsýningin fevndi sostatt um nakað av tí besta, vit eiga av føroyskari málningalist, bæði figurativari og nonfigurativari, konseptlist, foto, tekstillist, videolist, grafitti og grafikki, ið alt samalt varð sett saman við einum úrvali av øllum teim mongu myndunum, sum eru sendar inn til Ólavsøkuframsýningina. 

Summarframsýningina hjá Heystbólkinum helt eg vera góða og eitt sindur av handahógvi merkta. Eg viðmældi framsýningina og skrivaði m.a: "Torbjørn Olsen prógvar, at hann er ein av okkara bestu málarum í kvinnumyndunum, sum ikki eru so eindimensionelt erotiskar, sum tær hava verið áður, men sum tykjast poetiskar, frásagnarligar og dramatiskar. Serliga tann stóri reyði oljumálningurin hugtekur. Hann avmyndar eina unga kvinnu, sum liggur nakin á eini song miðskeiðis í myndarúminum. Hetta er í grundini ikki nøkur vanlig portrettmynd, men minnir meira um eina symbolska mynd, eitt avbrigdi av gamla myndevninum av gróðrarmiklu gentuni og lívsoyðandi deyðanum. Myndevnið stavar afturi úr miðøld/renesansu, men deyðsfikseraðu symbolistarnir síðst í 19.øld høvdu sjálvandi stóran áhuga fyri tí. Eivør Pálsdóttir trívur í sama evni í sanginum True Love, sum Heiðrik á Heygum gjørdi videolag til. Myndin hjá Torbirni Olsen eitur "Eitt brotsverk" og hon vendir klassisku mótstillingini við lívsjáttandi ungu kvinnuni og deyðanum við. Eitt nú sær gentan út til at vera á tremur av lívi, meðan gerningsmaðurin, listamaðurin bert anir kámt afturi í reyða myrkrinum. Henda meistaraliga myndin fevnir sostatt eisini um eitt sjálvsportrett, har listamaðurin lýsir seg sjálvan í nøkrum fáum, eirindaleysum strikum. Søgan, sum verður søgd er fleirtýðug og eins stórbær, sum bara Torbjørn Olsen  megnar at mála í eini ekspressivari mynd, sum er sannførandi og sum eisini ger tað líka mikið um stílurin er gamaldags ella ei. Farið sjálvi og hyggið!" 

http://listinblog.blogspot.com/2013/08/haldgo-heyst-summarframsyning.html

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum fevndi í ár um verk hjá tveimum listakvinnum, íslendsku Steinunn Thórarinsdóttir og føroysku Silju Strøm. Eg skrivaði m.a. "Framsýningin er bæði at síggja í sjálvum Norðurlandahúsinum og ymsastaðni kring Havnar bý, har standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir eru settar upp. Merkiliga anonymar, silvurgráar og rustreyðar standmyndir í menniskjastødd, sum ímynda androgynar persónar, og sum vit mugu staðfesta, eru ein ordans succes, skulu vit meta eftir móttøkuni. Fólk hava sum heild tikið heilt óvanliga væl í móti standmyndunum, ið tykjast hava eitt serligt áheitandi árin, sum hevur við sær, at fólk hava hug at nærkast standmyndunum". "Myndamálið er fínligt og stýrt, og samanumtikið høvdu hesi elegantu verkini verið betri presenteraði, eins og tey høvdu verið meira ótarnaði og samlaði visuelt sæð, um tey vóru framsýnd í Skálanum heldur enn í ófriðarligu forhøllini og á risastóra Klingruvegginum. Norðurlandahúsið hevur av óvissum orsøkum valt ikki at brúka Skálan til Summarframsýningina í ár. Men unnir áskoðarin sær bert eina stutta løtu til hvørt verk hjá Silju Strøm, ber til at fáa nógv burtur úr hesum konsentreraðu verkum, sum í støðum sameina tvær meginrásir, figurativt myndamál við abstraktiónir av flatum og geometriskum figurum." 

http://listinblog.blogspot.com/2013/08/listarligar-pallsetingar-i-havn.html

Avantgardesniðgeving, skulptur og barnaleikir
Sniðgevin Barbara í Gongini hevði eitt ekspressivt og sannførandi show SS14 á mótavikuni í Keypmannahavn saman við tónleikaranum Jens L.Thomsen, sum ornaði fyri ljóðsíðuni. Eg skrivaði m.a. http://listinblog.blogspot.com/2013/08/meira-enn-moti.html Í september læt hin 30.framsýningin hjá Steinprenti upp við tekningum og standmyndum hjá Hans Paula Olsen, sum somuleiðis gjørdi minnisvarðan, ið varð reistur á Skarði
http://listinblog.blogspot.com/2013/08/minnisvari-avdukaur-skari.html
Tjóðpallurin hevði okkurt gott til børn, Inger skrivaði m.a.: "Men, vit hava tíbetur Tjóðpall Føroya, sum hetta summarið hevur valt at satsa uppá góðskutilfar til børn, nevniliga uppsetingina hjá Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð av ævintýrklassikaranum Keisarans nýggju klæðir. Henda uppsetingin er bygd á tað týdningarmesta, nevniliga virðing fyri børnum. Men hon er somuleiðis bygd á ein serstakan ans fyri at raka beint á ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd. Tí sjálvt um leikurin er deiliga lættur, er hann eisini tungur. Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð geva ikki bara børnunum eina stuttliga uppliving, men eina nuanseraða og fleirtýðuga mynd, sum fær hjálpt teimum við at fata henda heimin og menniskjuni, fata materialismunnar árin á menniskju, fata fáfongdina, fata maktmál og guddómliga narsissismu. Einki verður penslað út á ovurpedagogiskan hátt, men alt er har allíkavæl, eitt smartvarp, sum ikki er smart, ein prestur, sum brúkar ræðuorð, vaksin, sum ikki lurta, tá onnur tosa, politikarar sum marsjera gjøgnum býin í teirra fínasta skrúð og eitt fólk, sum ikki evnar, torir ella vil steðga teimum fyrr enn sjálvgleðin er total. Tað kunnu vit sjálvandi eisini takka H.C. Andersen fyri, sum hevur skrivað eitt ævintýr, sum heldur ótrúliga nógv ár eftir at tað er skrivað. Men H.C. er ikki her, so í staðin takka vit Tjóðpalli Føroya, Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð." Í Sjónleikarhúsinum varð leikurin Sangur í mjørka framførdur, sum Elin á Rógvi skrivaði og sum Marita Dalsgarð leikstjórnaði  http://listinblog.blogspot.com/2013/11/sangur-i-mjrka_4.html

Norðurlandahúsið

Nógv hendi í Norðurlandahúsinum alt jubileumsárið, m.a. kastaðu grannarnir, Norðurlandahúsið og Kringvarpið saman og myndaðu eina mentanarcafé, sum riggaði sera væl sum ramma kring beinleiðis mentanarsendingar fríggjadag. í september spældi ein norðurlendsk kamarkvintett tónleik hjá m.a. Piazolla umframt norðurlendskan samtíðartónleik, eg skrivaði m.a: "Verkið hjá Sunleif Rasmussen, "Autumn" byrjaði øðrvísi dramatiskt og dundrandi hart - hetta var greidliga ein heystódn av teimum ordiliga ógvusligu, sum vit vóru hurlað inn í. Hetta verkið tóktist sum heild stórsligið og komplekst við einari rúgvu av ekstatiskum lækkandi tónarøðum, sum umskaraðust og savnaðust saman í smáum tónleikatyssum við smáum undirliggjandi melodilinjum.." Føroya Symfoniorkestr feiraði 30 ára føðingardagin við eini jubileumsferð til Íslands, har orkestrið hevði eina mikið feiraða framførslu í Hørpu.
Storymusic

Tónleikaútgávurnar vóru nógvar og góðar í hesum ári, Storymusic hjá Teiti Lassen var ein av teimum ordiliga góðu, eg skrivaði m.a: -"Hopeful" er fyrsta orðið, sum kemur fyri í nýggju tónleikaútgávuni hjá Teitur, og tað er júst tann kenslan, tú sum lurtari situr eftir við, tá tú hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka, tá tú hevur hoyrt hana, og eg meini altso grundleggjandi vónríka í mun til tilveruna, mannaættina, listina, ta føroysku bygdasligheitina og alt hetta hendir væl at merkja uttan at tú ert við at spreingjast av stórbærum hátíðarkenslum. Story Music er fyrst og fremst ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur".

Poesi-terapi-selfie?

M.A.Jacobsens virðislønirnar vórðu handaðar í september og Katrin Ottarsdóttir fekk bókmentaheiðurslønina fyri yrkingarsavnið "Eru koparrør í Himmiríki", sum kom út í fjør. Savnið er er eitt lutfalsliga realistiskt yrkingarsavn, sum er bygt á barndómsminni, eg skrivaði m.a: "Bygnaðurin í yrkingunum er rættiliga konsekventur, hetta er eitt slag av smásøgum við støði í ymiskum ítøkiligum lutum, sum hoyra einum heimi til, so sum hús, havi, skáp, veggir, lyklar osfr. óbundin navnorð, sum eru støði undir smáum frásagnum, ið eru partar av eini uppgerð við fortíðina við barndómin og serliga við mammuna, hon sum er sinnisliga sjúk og sum er einaveldug í heiminum hjá ólukkuliga og ósjónliga barninum. Vit eru í einum húsum í Havn, tíðin er frá 69, tá Armstrong gekk á mánanum, tá flytir familjan inn í tey nýggju húsini og í byrjanini eru vónirnar stórar. Men mamman er sálarsjúk og pápin er ólukkuligur og konfliktsky, so at eingin tekur hond um barnið. Í yrkingini Istedgade um eitt margháttligt spæl millum foreldrini broytist stílurin eitt bil yvir í okkurt meira ekspressionistiskt, men annars eru frásagnirnar sum heild realistiskar, vit kunnu kanska enntá siga, at tær eru sosial- ella psykorealistiskar." 



Kanska kunnu vit siga, at hetta savnið hjá Katrini Ottarsdóttir er partur av einum norðurlendskum ráki við poetiskari sjálvæviligari knekkprosa ella episkum yrkingum, sum eru lættar at skilja, mimetiskar við einum sterkum yrkjaraegi, sum tykist meira ella minni samlíkt yrkjaranum. Í Danmark hevur sølan av debut-yrkingarsavninum hjá Yahya Hassan verið methøgt, og her hjá okkum hevur bókin hjá Katrini Ottarsdóttir verið á metsølulistanum í bókhandlinum. Av øðrum líknandi føroyskum útgávum kunnu nevnast eitt nú fína bókin "Sár á Sál" hjá Kristinu Sundar Hansen um sorgarleikin, tá synir hennara doyðu av roykeitran. "Sár á Sál" varð framførdur leikur í januar, men sjálv bókin, dramayrkingin hoyrir til tær góðu lesiupplivingarnar í brátt farna ári. Yrkingauniversið í nýggja savninum hjá Oddfríði M. Rasmussen "Eg eri næstur", sum vit enn ikki hava ummælt, tykist somuleiðis í størri mun átøkt ítøkiligu tilveruni hjá yrkjaranum enn í t.d. savninum Lív/Rám frá 2008. Yrkjarin er nú komið um miðjan aldur og hugleiðir um deyðan, bæði yrkjarans egna og tann hjá vinmonnunum.

Svarta útgávan við solobasstónum og yrkingum hjá Øssuri Johannesen "Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi og tey deyðu" frá í fjør er somuleiðis sjálvsævilig, umframt visioner, men eisini "Heimvitisferðin" hjá Tóroddi Poulsen er í grundini meira mimetisk enn hansara bøkur plaga at vera, sjálvt um hon er nokk so langt úti, eg skrivaði: "Móðir Havn fær av at vita í bókini. Í fyrstu yrkingini leitar tann burturvilsti eg-persónurin aftur á slóðina, og tað er so ógvuliga skjótt, at Heimvitisferðin gerst átøk eini Helvitisferð: ".. og inn í ein óuniligan buss/ bussurin verður drigin/ av fýra ferðir fýra rossum/ og vit skrambla avstað inn í tokuna/ grasið er grátt í støðum/ tað verður heitari og heitari/ vit koyra gjøgnum stórar logar av eldi...". Sum í guddómligu komediuni hjá Dante á sinni reika vit og pínast í inferno og leita okkum til reinsingar í purgatorio saman við ræðuligum lagnum. Vit kenna í grundini tær dreymakendu, surrealistisku ímyndirnar og marrukendu opinberingarnar aftur frá øðrum bókum hjá okkara mest originala samtíðaryrkjara, men her er alt blandað saman og væl meira ítøkiligt enn tað plagar. Nakrar fáar yrkingar eru abstraktar, bygdar upp um formligar mótsetningar, men nógvar eru prosakendar og konkretar við marrukendum lýsingum av ymiskum, ið fyriferst ymsastaðni í Havn, uttan fyri Gamla Kirkjugarð, á Skálatrøð, í Vágsbotni, Bøgøtu osfr. Og hóast surrealistiska árinið er støðugt í bókini, tykjast sosiala indignatiónin og vónbrotið verulig við støði í núverandi gongdini í veruleikans heimlandi". Allar yrkingarnar hjá Sissal Kampmann, eisini tær nýggju í savninum "4D", sum vit enn ikki hava ummælt, eru sentrallyriskar við einum sterkum og týðiligum yrkjaraegi, sum setur fram hugsanir og spurningar til tilveru, dreymir, fortíð og framtíð. Hóast stórir partar av hennara søvnum eru rættiliga abstraktir, hevur lesarin ein greiðan varhuga av einari veruligari (bygda)kvinnu, einum asfaltsføroyingi, sum livir í útlegd niðri, og vitjar heim av og á. http://listinblog.blogspot.com/2013/09/og-emmuvinnarar-eru.html
Hamskifti

"Hamskifti" kallaðist ein serstøk verkætlan, sum Kjartan Hansen, Jens L.Thomsen og Gutti Winther skipaðu fyri, Inger skrivaði m.a: "Í hesum heimi, sum altso verður verandi gátuførur, glíður  ein streymur av sansaðum minnum gjøgnum vitskuna. Frá pávanum hjá Francis Bacon til figurar  frá Fragglerock, frá asium til skúmandi dropar, frá kvøðuljómum til primalskríggj, frá endaleysum sunnudøgum í sjeytiárunum til Berlinarakabarettir í tjúgunum. Samstundis verður ein ørgrynna av træðrum myndað millum hesi endaleysu hugnámini; træðrir, sum mennast og fløkjast, og sum gerast atvoldin til anekdotir í høvdunum hjá áskoðarunum, sum tey skifta orð um við hvønn annan og harvið verða nýggir træðrir alsamt flættaðir inn í heildina. Tí Hamskifti brúkar eisini listina sum eitt sosialt eksperiment. Ein felagsskapur kyknar og ein sosial støða, sum eg fataði eins og eina unikka og sera stóra uppliving."
http://www.listinblog.blogspot.com/2013/11/hamskifti_16.html


Ymiskt annað í árinum

Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur MAA tók yvir formannssessin í LISA. Tóroddur Poulsen varð innstillaður til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2014 fyri bókina Fjalir. Norðurlendska bókmentaheiðurslønin 2013 varð latin danska høvundinum, Kim Leine fyri bókina Profeterne ved Evighedsfjorden (Jóanes Nielsen varð nomineraður fyri Brahmadellarnar, og Eivør Pálsdóttir varð nominerað fyri room).  Ein barna og ungdómsbókmentanarheiðursløn varð stovnað, Marjun Syderbø Kjelnæs varð nominerað fyri "Skriva í sandin", og ”Karikko” hjá Seita Vuorela og Jani Ikonen vann. Og so gjørdist 2013 eitt satt sigursár hjá tungmálmsbólkunum Hamferð og Týr, hvørs útgávur vóru mikið róstar - ikki minst uttanlands. 



21.til 24.november vóru fjølbroyttir bókadagar í Norðurlandahúsinum, sum Rithøvundafelagið skipaði fyri og sum fekk eina rúgvu av fólki niðan í Norðurlandahúsi at lurta eftir fyrilestrum og kjaki. Í Mimi var í sama viðfangi eitt væl eydnað tiltak, sum Sissal Kampmann skipaði fyri: http://www.listinblog.blogspot.com/2013/11/vl-eydna-mentanarmimirsmekka.html Í december kom Listin 2013 út og ársins listaheiðursløn, sum Teitur Lassen fekk fyri framúrskarandi listarligt avrik í brátt farna ári. 






Kæru lesarar 




Hetta var jú bert ein lítil partur av øllum tí, sum hendi innan listina í 2013. Um stutta tíð skriva vit 2014. Ein hurð fer aftur, eitt vindeygað verður latið upp og enn sum áður fara vit báðar at skriva listabloggar og tit eru framvegis vælkomin at senda okkum tíðindaskriv og stubbar og ráð um alt tað nógva áhugaverda, sum hendir á listaøkinum. Takk fyri tað farna og gott nýggjár!


Kærar heilsanir 

Kinna og Inger   








(KP)