Høgni Reistrup ger vart við á FB, at dagurin í dag er ein merkisdagur. Hann skrivar:
Vit eru í tinghúsinum. Stúgvandi fult av fólki er inni. Ein 31 ára gamal maður trínur á pall og lesur eina yrking fyri fjøldini. Hetta er fyrstu ferð »Nú er tann stundin komin til handa« verður borin fram alment. Rasmus Effersøe lesur yrkingina, sum Jóannes Patursson hevur yrkt, 22 ára gamal.
Í dag eru liðin 125 ár síðani Jólafundin annan jóladag í 1888. Hetta var ikki bara byrjanin til eina rørslu, ið miðvíst arbeiddi fyri at menna og byggja upp móðurmálið. Fundurin legði eisini lunnar undir ynskið um einar sjálvbjargnar Føroyar.
Nógv er broytt síðani Rasmus Effersøe og onnur tóku stig til føroyingafelagið, ið kveikti eina nýggja tilvitan í fólkinum. Men ímyndið tykkum, um vit í dag settu okkum so miðvís mál, sum vit fyri 125 árum síðani settu okkum fyri at fremja.
Vit hava ikki síðani Jólafundin havt so greiða ætlan. Enn eru vit ikki komin á mál. Og tað eru ivaleyst fleiri við mær, sum hava eitt varið ynski um, at vit skoða tinghúsvøllin. Tí har stendur Rasmus Effersøe. Kanska kundi hann mint okkum á, at vit enn sum áður hava tørv á eini sterkari leiðslu og veruligum ætlanum.
Í 1888 stóðu fólk saman, tí tey ynsktu at landið skuldi ganga fram í øllum lutum. Hetta eiga vit eisini at megna í dag – hóast fortreytirnar eru munandi broyttar.