Wednesday, December 25, 2013

Hallelujah - jólamentanarupplivingar úr sofuni jóladag


Vit ynskja okkara lesarum eini herlig og hugnalig jól við gleðiligari brúnari sós og nógvum violettum karamellum og kanska onkrari góðari mentanaruppliving, tí vit liva ikki av dunnu og fleskasteik ella røstum kjøti eina. Kjøtið ger okkum mett og maklig, og tí er tað eisini gott, at onkur mentanaruppliving kann gerast beinleiðis úr sofuni, t.d. kann lurtast eftir gudstænastum. Tann í gjár var góð og eitt sindur øðrvísi, tá Heri Joensen prestur í Vesturkirkjuni greiddi frá um ta ferðina, hundurin hjá honum var farin við einum av hansara jólapakkum. Prestur vendi sær beinleiðis til tey nógvu børnini, sum vóru komin í kirkju og er tað nakar kirkjudagur, sum hóskar til barnafokus, so man tað vera jólaaftan. Í dag prædikar Jógvan Fríðriksson, bispur í Havnar Kirkju og áðrenn tað spældi Havnar Hornorkestur sum tey plaga at gera undan gudstænastuni í Havnar Kirkju jóladag. Havnar Horn riggar so sera væl saman við slobbrokki og morgunkaffi, og seinni kemur ein føðingardagssending um Hans Andrias Djurhuus og alt møguligt annað. Og klokkan trý ætli eg mær at sita klár, næstan sum tá omma hevði hampað seg og sat í stovuni til reiðar at hyggja at Degi & Viku, sum varð sent eina ferð um vikuna. Tí frá 15-16 sendir útvarpið Messias hjá Händel og tað er væl at merkja tann serliga, søguliga ódnarupptøkan, ið varð gjørd í Vesturkirkjuni sunnudagin 15.des, tá ódnin herjaði og legði landið lamið av streymsliti. Í Vesturkirkjuni bleiv bølamyrkt, men í staðin fyri at steðga konsertini, avgjørdu tey framførandi saman við dirigentinum, Ólavi Hátún at framføra Hallelujakórið í myrkri og eftir tað sang sopranin Hallveig Rúnarsdóttir vøkru ariuna "I know that my redeemer liveth" eisini í myrkri, meðan kórið stóð aftanfyri og lýsti fyri tónleikarunum við stearinljósum og fartelefonum. At finna uppá at framføra partar av Messias í ódn og myrkri er stuttliga ørligt, men filmsbrotini, sum Magnus Hansen legði á internetið, boða somuleiðis frá eini serstakari rørandi og góðari tónleikaløtu, so eg gleði meg at hoyra restina av konsertini. Her er leinkja til nevndu upptøkuna, harumframt er leinkja til grein um Messias, sum Leif Hansen skrivaði.


http://listinblog.blogspot.com/2013/12/mr-handels-new-grand-sacred-oratorio.html
http://listinblog.blogspot.com/2013/12/tonleikurin-vann-odnini.html














(KP)