Evnini í savninum er fyrst og fremst menniskjaveran, menniskjalívið. Tað snýr seg um tað trídimensionella, men fjórða dimensiónin, rúmtíðin, fortíð, nútíð, framtíð, sum Einstein tosar um í sonevndu relativitetsteoriini, har rúm og tíð eru óloysiligir komponentar í einum abstraktum strukturi, er serliga sjónlig í savninum. Heimið/heimini spæla ein stóran leiklut í savninum, eins og í teim fyrru søvnunum. Eg´ið í 4D leitar aftur í tíðina til støð, ið vóru, til støð, sum eru, til støð, sum finnast í andanum og kenslunum, tí fysisku, likamligu verðini og í dreymaverðini.
Evnisliga setur 4D spurningar til tað, at koma til sættis við upphavið og til tær
røtur, eg-persónurin í savninum er komin úr, er vorðin ein partur av, er leysur av og úr, vendir aftur til, leggur afturum seg. Eg´ið
leitar aftur til barndómin, til ungdómin, til vaksinlívið og til tann
sannleika, at lívið einaferð er liðugt. Ein roknskapur, vit eru sett at gera
hvør sær.
Kroppurin
er eitt sentralt evnið í savninum. Dreymirnir verða vovnir inn í livandi
kjøtið, og eins nógv og at skoða menniskja uttanífrá, verður tað eygleitt
innanífrá - út. Hvar gongur markið hjá kjøti og anda? Kjøti og umheimi? Kynið
spælir á henda hátt eisini ein leiklut í 4D. Vælkend orðatøk og orðafellið og
tekstbrot verða umbroytt, so tað td. eitur: "Knívleys kvinna er lívleys
kvinna", "Ramar risti hon rúnurnar", osfr. Hetta spælið við
kynsleiklutum og kynsbýti, gongur aftur ígjøgnum alt savnið, eins og spurningurin
um, hvørt tað er neyðugt fyri lesingina av einum verki er alneyðugt at vera í kynsspesifikkum brillum ella um tað er lemjandi at lesa eitt verk út frá sjálvsæviligum fortreytum?
Savnið
ger upp við mongum av teim romantisku fyrimyndunum um bygdalív, sum gjøgnum tjóðskaparliga rákið í stóran mun verða dyrkaðar í Føroyum. Savnið tekur
ikki frástøðu frá upprunanum og tjóðini, men setur spurnartekin við, hvørja
ávirkan hetta kann hava á menniskjalívið, framgongdina í landinum og hjá tí
einstaka, og í mun til listina. Heima - úti - heima- sjónarmiðið er sjónligt í 4D. Hvar er best at vera? Hvar eru røturnar? Hvørjar eru røturnar?
Hava tær legitimitet, og skulu tær vera evnið í listini, og um so er, hvussu
skulu og kunnu tær viðgerast?
Harumframt
er átrúnaðurin eisini frammarlaga í pørtum av verkinum. Td. verður heilin,
umrøddur sum "hvíti katedralurin undir skallahválvinum". Religiónin
og logikkurin verða sett upp ímóti hvørjum øðrum, og spurningur verður settur
við, hvar markið millum hesi gongur, og hvat hetta markið hevur at siga fyri
menniskjað sum heild og serliga fyri yrkjaraegið.
Savnið
er ein samanhangandi eind, uttan at partarnir eru 100% tengdir at hvørjum øðrum.
Tí kann 4D eisini lesast í brotum.
CV
Sissal
Kampmann
Fødd
í Vestmanna,
Cand.mag
í Norðurlendskum bókmentum og máli.
Búsitandi
á Frederiksberg, Keypmannahavn.
Gav
út fyrstu yrkingar í Vencil í 2008.
Útgávur:
Ravnar á ljóðleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini. Folagið Eksil, 2011.
Endurtøkur, Forlagið
Eksil, 2012.
4D, Forlagið Eksil,
2013.
Nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann.
Forlagið Eksil.
Kápumynd: Ludvík á Brekku.
145 blaðsíður.
Prent: Føroyaprent.
Útgavudagur: Leygardagin 07.12.13 í bókasølunum í Havn.
Kring landið í komandi viku.