Thursday, December 12, 2013

Eitt jólakvæði við klisjéum. 12. desember

25.
Einaferð eg vakni í kolaniðu.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Í góðum dreymum hevði eg ligið.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

26.
Svarta bergið fyri mær stóð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Brimið hvítt í urðina slóð.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

27.
Tað breyt so hart í bæði borð.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Ein løta afturat so fór alt í sor.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

(RP)