Saturday, December 14, 2013

Framsýningin hjá Øssuri Johannesen væl móttikin


Framsýningin við myndum hjá Øssuri Johannesen heldur áfram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn inntil 30.januar. Vit hava fingið nakrar myndir frá ferniseringini frá fyrireikaranum, Edmundi Sofus Jacobsen, sum vit seta inn her. Framsýningin er partvíst afturlítandi, linoskurðirnir eru frá ymsum tíðarskeiðum, fleiri eru frá hálvfemsunum og vórðu framsýndir á stórari serframsýning í Norðurlandahúsinum í fjør. Framsýningin hevur verið væl móttikin, Anders Lund Madsen ger ein dokumentarfilm um Øssur Johannesen, sum verður vístur í februar á DR í februar komandi ár. Vesterbro Lokal-TV ger somuleiðis eina sending um hann, sum verður send í sjónvarpinum fyri jól.




Torir tú
at vísa mær
hvør tú ert
og vera tú sjálvur
ella
er landslag títt
fjalt
í
kava?



Úr katalogtekstinum:


"Onkur nevnir myndirnar portrettmyndir, men hetta eru ikki portrettmyndir í vanligari merking, har tað gongur út uppá at fáa tær at líkjast ávísum persónum. Áskoðarin er tó onga løtu í iva um, at tann langleiddi og síðhærdi høvuðspersónurin, sum gongur aftur í flestu myndunum, er listamaðurin sjálvur, sum vísir okkum hvat gongur fyri seg í hansara sinni á sama hátt sum t.d. listakvinnan Frida Kahlo gjørdi. Sjálvt um munur er á stílinum hjá teimum báðum listafólkunum hava tey til felags ein týðiligan skyldskap við sonevnda primitiva, ella upprunakenda fólksliga list. Hetta sæst t.d. í mátanum, sum symbol verða brúkt á næstan rituellan hátt soleiðis, at listaverkini í sær sjálvum gerast eitt slag av halgimyndum, sum kunnu verja málaran frá tí ónda. Perspektiviska dýpdin í myndunum er sera avmarkað og stendst einamest av støddarmuni og av, at myndalutirnir umskarast og fleiri av myndunum ganga fyri seg á fleiri stigum í senn ofta við andlitinum á høvuðspersóninum fremst í myndarúmum og so ymiskum hugsaðum støðum kring hann."




"Eitt tað størsta linoprentið á framsýningini avmyndar ein mann, sum liggur fram á albogarnar við hondunum strektum biðjandi frameftir. Sjálvt andlitið á manninum er lutfalsliga stórt við opnum munni og stórum, ørkymlaðum eygum, ið tykjast vend uppeftir móti sólini, sum lýsir eins og ein glotti vinstrumegin í svarta myndarúminum. Høgrumegin reisir seg eitt óhugnaligt skrímsl við ovurstórum høvdi, klovnari tungu og stórum tøkutonnum, ið sýnast hættisliga nær tí ræðslusligna manninum. Skapið av mannakroppinum er svart, tvs. at linoleumsplátan her er órørd, meðan bakgrundin er útskorin við grovum skurðum, ið ganga á skák og tessvegna gera vart við, at okkurt dramatiskt gongur fyri seg á myndini. Hendur og andlit eru somuleiðis útskorin til tess at vísa kenslurnar hjá skelkaða manninum. Myndin er rættiliga stór og breið, men yvirskoða vit allan myndaflatan skilst, at ódjórið, ið eltir mannin á myndini, í grundini er partur av honum sjálvum. Skrímslið er inni í honum og flýggjanin gerst hervið ómøgulig".


Myndir frá fernisering:












(KP)