Savnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen er føroyska uppskotið
til Norðurlandaráðsvirðislønina í bókmentum 2014. Tað kom út í 2013 á Forlagnum
í Støplum, og træprentini eru prentað á Steinprenti í Havn. Inger Smærup
Sørensen hevur týtt yrkingarnar til danskt í samband við
tilnevningina. Fjalir er sett saman av 33 yrkingum og 33 myndum, ið
viðmerkja hvørt annað, og eru knýtt at hvørjum øðrum. Heitið á savninum sipar
bæði til tilfarið, ið prentini eru gjørd úr og til tað at fjala, sum er
gjøgnumgangandi evni í bæði yrkingum og myndum. Tilvera, trúgv,
samfelagsviðurskifti, list og mál eru temu, ið verða viðgjørd í savninum, og
tónin kann vera bæði speiskur, skemtandi, álvarsligur, grundandi og
syrgin. Botnurin í myndunum er oftast ítøkiligir gerandislutir sum skip, súkklur
og urtapottar, ið saman við orðunum fáa nýggjan týdning. Tóroddur Poulsen er
tann visuelli yrkjarin, ið megnar at samanseta myndir og yrkingar, so tær
fullfíggja hvørt annað.
(KP)