Saturday, May 11, 2013

Spurningar til Listasavn Føroya



Tað er gott og neyðugt við listakjaki. Tað er gott við ummælum og næstan enn betri, tá ummælini verða viðmerkt. Serliga hava vit tørv á at okkara mentanarstovnar taka aktivan lut í listakjakinum og tí eri eg fegin um, at Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya í Dimmalætting í gár svaraði ummælinum, sum Kinna Poulsen hevði av permanentu framsýningini í Listasavni Føroya.

Ummælið hjá Kinnu Poulsens ”Nýuppheinging við álvarsligum lýtum” var í mentanarískoytinum hjá Dimmalætting, Punktum.fo, sum eg ritstjórni, men eg ætli mær hvørki at skriva um meiningarnar hjá Kinnu Poulsen ella Nils Ohrt um permanentu framsýningina. Eg biði skribentar um at skriva, sum eg havi fult fakligt álit á og eg blandi meg sjálvandi ikki í hvat ummælarar meina.

Harafturímóti vil eg fegin taka nakað annað upp, sum Nils Ohrt nevnir í greinini og sum eg haldi er sera týdningarmikið at kjakast um. Tað snýr seg um fleiri týðandi verk, sum savnið eigur og sum ikki eru á savninum, tí tey eru leigað út. Nils Ohrt skrivar hesum viðvíkjandi: ”Slík verk, sum savnsogn, eru kortini ikki tøk. Við nøkrum heilt fáum undantøkum eru verk á goymslu leigað út til stovnar. Tað ið verður víst, er tað, ið er! Savnið eigur snøgt sagt ikki fleiri verk eftir nevndu listafólk…”.
  
Eg haldi, at vit mugu kjakast um hetta. Tí er hetta ikki ein trupulleiki? 

Fyri meg at síggja er eingin ivi um, at tað, at tjóðarsavnið leigar listaverk út er í stríð við altjóða etiskar leiðreglur fyri listasøvn, eftirsum einki inntøkuskapandi virksemi má vera, sum er kompromitterandi fyri listarligu góðskuna. Eingin ivi er heldur um at óansæð hvussu nógvir fukt- ljós- og hitamátarar verða settir upp á savninum, so hjálpir tað ikki teimum høvuðsverkum, sum eru leigað út og hanga í bygningum, har mann sjálvandi ikki fær ansað eins væl eftir teimum sum á savninum. Eg haldi eisini, at í øllum førum tríggjar tær seinastu av høvuðssúlunum hjá listasavninum - innsavning, skráseting, varðveitan, gransking og miðlan - eru torførar at gjøgnumføra forsvarliga, tá so mikið nógv verk sum 619 eru leigað út. Eg haldi eisini, at metingin hjá Kinnu Poulsen av, at savnið kappast við listafólk, sum missa ein keypisterkan aktør, tá stovnar leiga heldur enn at keypa, skal takast í álvara, tí sum hon skrivar: ”Hetta samsvarar ikki við endamálorðingin hjá Listasavni Føroya, punkt 7, at stovnurin skal fjálga um virkismøguleikarnar hjá skapandi listini”.



Eg kundi hugsað mær, at hetta kjakið helt fram, at listafólk blandaðu seg, at politikarar, sum skulu syrgja fyri, at savnið kann yvirliva fíggjarliga uttan at integriteturin kemur á vandakós, blandaðu seg og at Nils Ohrt, stjóri og Niels Christian Nolsøe, nevndarformaður í Listasavn Føroya hjálpti til við at pressa í mun til at fáa hesi verkini atkomilig hjá almenninginum, soleiðis sum tey eftir míni meting skulu vera.

Tað má vera áhugin hjá øllum ella hvat? Allar hugsanir eru vælkomnar.

(IS)