Sunday, December 29, 2013

Tá Maria lá á deyðastrá...


The Most Holy Rosary




Í morgin kemur seinni partur av yvirlitinum av lista- og mentanarhendingum í brátt farna ári. Her er eitt brot burtur úr dramayrkingini hjá Kristinu Sundar Hansen, sum er millum tær ordiliga góðu bøkurnar, eg las í ár. 






Tað sigst, at tá Maria lá á deyðastrá,
kendu ápostlarnir, á ein duldarfullan hátt,
at teir vóru boðsendir til Jerúsalem.
Og teir savnaðust so
rundan um songina hjá Mariu.
Eitt himmalskt ljós fylti rúmið, 
og ápostlarnir løgdust á knæ,
og himmalin læt seg upp.
Har sóu teir menniskjusonin standa
á einum ljósskýggi,
og meðan andlitið á Mariu
strálaði av móðurkærleika,
fleyg sál hennara
í fangið á soninum.

Næsta dag reivaðu teir likam hennara
 í eitt línklæði
 og bóru hana
á herðunum
til Getsemanehavan
og løgdu líkið
í grøvina.
Tá vísti Harrin seg
við einum herskara av einglum
og heilsaðu teimum.
sálin á Mariu bleiv aftur eitt við likamið,
hon reist upp
úr grøvini
og fór til himmals
í fylgi við
einum einglaskara.

          Nú skilji eg.

          Ja ...

"...og meðan andlitið á Mariu
strálaði av móðurkærleika,
fleyg sál hennara
í fangið á soninum..."

       Tað er jú 
       dreymurin
       um mín egna
                    
        deyða. 

Og tann dagin,
tit, mínir elskaðu dreingir,
standa og taka ímóti mær,
eri eg klár at yvirgeva meg,
at geva upp,
fyri at blíva eitt við tykkum,
og sárið í sálini,
sum situr í bringuni,
í einum brotparti av einum sekundi
verður tað grøtt, 
og eg kann trygt lata eyguni aftur,
og geva meg upp í hendur ævinleikans,
í einum brotparti av einum sekundi,
um so alt verður myrkt,
so er tað i lagi,
men ikki fyrr enn tá.

       Onkustaðni
       djúpt inni í mær
       finni 
       eg
       
       frið.


s.37-38 í Sár á Sál eftir Kristinu Sundar Hansen. Egið forlag. 2013