Friday, May 10, 2013

Mær tørvar eingi lokabrøgd!



Stjóri í Listasavni Føroya, Nils Ohrt hevur í dagsins Dimmalætting (10.mai nr.102) eina viðmerking til tað, hann kallar fyri veikleikar og lokabrøgd í mínum ummæli av teirri nýggju permanentu framsýningini hjá Listasavninum, sum stóð í Punktum.fo í sama blaði nr.89 19.april. 

Mær tørvar eingi lokabrøgd, tá eg skal greiða frá tí, sum er greitt fyri øllum, at myndin Silentium frá 2011 hjá Jónu Rasmussen er meinlík einum málningi hjá franska málaranum Pierre Soulages frá 1970. Eg havi einki í móti, at listafólk verða inspirerað av øðrum listafólkum - ja eg havi fyri so vítt heldur einki í móti plagiat, bara Listasavn Føroya kann lata vera við at brúka sínar fáu pengar og sítt avmarkaða veggjapláss uppá tílíkt. Nils Ohrt skrivar, at eg havi manipulerað við myndunum hjá Rasmussen og Soulages fyri at fáa tær at líkjast meira. Tað er umráðandi fyri meg at staðfesta, at so er ikki! Eg sendi eitt tilvildarligt avbrigdi av Soulages-myndini til Dimmalætting, sum eg googlaði meg fram til, eg veit ikki hvat er hent, um eg eri komin at senda eina brotamynd. Men tað hevur ikki verið við vilja, tí eg haldi í grundini, at líkheitin er týðiligari, tá mann sær alla myndina. Eg eri eitt sindur hørm vegna Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy, at tær í greinini hjá Nils Ohrt blíva blandaðar uppí hetta við plagiat, tí tílíkum hava tær ongantíð havt tørv á. Myndin hjá Helen Frankentaler líkist eftir mínum tykki ógvuliga lítið myndini hjá Hansinu Iversen og myndin hjá Rannvá Kunoy frá gjøgnumbrotsframsýningini, tá listakvinnan var 23 ár var helst í størri mun inspirerað av YBA enn av Gerhard Richter. Mær vitandi Eftir stendur, at av teimum seks myndunum í greinini hjá Ohrt hongur bert ein á Listasavninum og tað er myndin Silentium hjá Jónu Rasmussen, sum er eitt týðiligt plagiat av Soulages. Tað sær mann væl, sjálvt um myndin hjá Jónu Rasmussen í dagsins Dimmalætting er sýnd í rúminum har hon hongur. 

Argumentið hjá Nils Ohrt, at myndir, sum eg sóknist eftir í ummælinum hanga runt á ymsum stovnum og tí ikki eru tøk, tykist ómetaliga veikt; er tað ikki stjórin sum avger hvat er tøkt og ikki? 

Eg standi framvegis við mínum metingum í ummælinum av nýheingingini hjá Nils Ohrt. Eg haldi enn, at tað er ein gøla, at vit ikki kunnu njóta verk hjá "teimum ungu" listafólkunum, sum eru millum 38 og 55 ár. Mariusi Olsen (1963), Øssur Johannesen (1970), Hanna Bjartalíð (1968), Rannvá Kunoy (1975), Hansinu Iversen (1966), Anker Mortensen (1961) og Tóroddi Poulsen (1957) á Listasavni Føroya. Mær tørvar eingi lokabrøgd, tá órætturin sjálvur rópar til himmals.

Rannvá Kunoy og Hanni Bjartalíð





(KP)