Monday, December 16, 2013

Eitt jólakvæði við klisjéum. 16. desember

37.
Sjálvdeyðir kroppar vóru trøllametta.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Og meg hann setti at kryvja og fletta.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

38.
Fuglur og fiskur, seyður og  kópur.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Onkuntíð ein hvalur; ein grúiligur hópur.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

39.
Hann tugdi tað ráa og svølgdi tað rotna.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Tað var eyðsæð at einki kundi botna.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

40.
Sum trælur eg mátti í holini sita.
Einki í eygsjón hó hó hó.
Lítið at drekka og sjáldan ein bita.
Vindurin ráur og bylgjan blóð.

(RP)