Nils Ohrt, leiðari í Listasavni Føroya, hevur skipað fyri eini nýuppheinging, sum er meira listasøguliga grundað enn fyrrverandi uppheinging, sum Mikael Wivel stóð fyri. Tað er gott og partar av uppheingingini eru framúr, okkurt er gott, annað er minni gott og okkurt er fullkomiliga óskiljandi fyri meg. Í grein í Dimmu 6.mars greiðir Nils Ohrt frá nýuppheingingini, har hann hevur ymisk fyrivarni t.d. í mun til verk hjá savninum, sum eru lænt út og sum hann ikki hevur fingið fatur á enn. Heitið á upplatingarsýningini "Væl byrjað?" signalerar opinleika, málsliga klingar tað eitt sindur danskt, men vit taka avbjóðingina til okkum og greiða frá við myndum um okkara hugsanir um framsýningina.
Í fyrstu pyramiduni er komin ein veggur upp fyri inngongdina við kunning um Mikines. Kunningin er góð, men arkitektoniskt/rúmligt riggar tað ikki. Veggurin órógvar har hann stendur.
Aftur av jarðarferð hjá Mikines hongur væl í pyramiduni, men tann lítli kunningarfaldarin er komin heldur tætt at verkinum. Hann kundi evt hingið við inngongdina
Innarasíðan av nýggja eykavegginum inni í Mikines-pyramiduni
Ein folkloristiskur veggur við grindadrápi og dansiringi
Postbáturin ella Saknur, eitt frálíkt verk, sum eisini hongur væl í nýggju uppheingingini
Munch var Mikines til stóran íblástur, tað sæst í myndini av Postbátinum og í hesari myndini, men talan er tó oftast ikki bara um herming, men um eldhugaða og sjálvstøðuga tulking
Hesar hanga í gongini beint uttan fyri Mikines-pyramidina. Hvørki Niels Kruse, Jógvan Waagstein ella Kristin í Geil hongur longur á Listasavni Føroya og tað haldi eg er spell.
Í greinini í Dimmu fegnast Nils Ohrt um kvinnurnar í føroyskari list. Her omanfyri síggja vit eitt verk hjá Astrid Andreasen.
Hetta høvuðsverkið hoyrir ikki heima í gongini, men átti at fingið heiðurspláss inni í pyramiduni. Nils Ohrt skrivar: "Ein føroysk klettastrond, lýsandi grøn eftir ælaboganum eftir Mikines, møtir einari mynd hjá Edwardi Fuglø við ferðafólkinum í soviposa sum ein annar Gulliver í pinkulingalandi"
Sjálvt um myndin hjá Mikines er grøn hóskar hon ikki automatiskt saman við hesari stóru myndini hjá Edward Fuglø, sum eisini tykist pressað inn í gongina.
Gleðiligt at pláss er til tvær pastellir hjá Williami Heinesen. Kanska áttu onkur av teimum bjartlittu klippmyndunum at verið við á framsýningini heldur enn tann rættiliga vánaliga myndin í miðjuni.
Janus Kamban og Elinborg Lützen
Pyramidan við myndunum hjá Ingálvi av Reyni er ómetaliga vøkur og væl disponerað. Nils Ohrt skrivar m.a: "Ingálvur av Reyni fór út um mørk. Hann førdi náttúrbornu førosku ekspressionismuna inn í reina abstraktión. Við sínum dapra litavali og ógvisliga málingahátti gav hann eina tulking av føroyska heiminum sum stórfingnar sjónir - og í list á heimsstigi"
Lítil standmynd hjá Janusi Kamban framman fyri myndir hjá Amariel Norðoy og Bárði Jákupsson
Tann eina myndin, sum savnið eigur hjá Arnold Vegghamar er sett saman við tveimum myndum hjá Astri Luihn
Frálík super-einføld prent hjá Janusi Kamban
Í teirri triðju pyramiduni við samtíðarlist tykist tað fyrst og fremst snúgva seg um stødd. Monumentalu myndirnar hjá Edvard Fuglø, Tróndi Patursson og Jónu Rasmussen hava ikki nógv at siga hvørjum øðrum
Guðrið Poulsen framman fyri Edvard Fuglø
Hesar báðar fotomyndirnar hjá Inga Joensen hanga eitt sindur fyri seg sjálvan í sunnara enda á savninum
Eyðun av Reyni og Tita Vinther
Torbjørn Olsen og Zacharias Heinesen kundu báðir verið betri umboðaðir á Listasavninum og her hugsi eg um, at savnið átti at havt keypt fleiri og betri verk hjá teimum. Tann stóra myndin hjá Zachariasi Heinesen er framúr góð, men hon hekk betri, tá hon hekk í pyramiduni.
Thomas Arge hevur fingið ein heilan kliva fyri seg sjálvan og tað er av sonnum frálíkt
Hesa myndina hjá Tommy havi eg ikki sæð áður og hon er í sær sjálvum verd ein túr niðan í Listasavnið
Onkrastaðni standa kunnandi tekstir um listina, men enn er ikki serliga nógv av teimum. Á greinini hjá Nils Ohrt skilst, at fleiri tekstir eru komandi
Tríggjar myndir hjá Hans Hansen aftan fyri eina standmynd hjá Janusi Kamban. Savnið eigur nakrar fínar stórar myndir hjá Frimod Joensen, sum ikki eru við á framsýningini.
Klassisk modernisma hjá Bent Restorff, Jack Kampmann m.a.
Rúmið hjá Jóannis Kristiansen og Steffan Danielsen riggar als ikki, báðir málararnir tykjast keðiligir og tað eru teir jú yvirhøvur ikki.
Myndirnar hjá Ruth Smith hanga sama stað sum áður, men onkur kyrrlutamynd er komin aftrat
Ein av frálíku portrettmyndunum hjá Ruth Smith
Her eru vit júst innkomin í gamla framsýningarrúmið, sum verður brúkt til ymiskar skiftandi framsýningar og tað má siga okkum so mikið sum, at hesar myndirnar ikki fara at vera umboðaðar á permanenta savninum. Hetta havi eg ómetaliga ilt við at skilja. Gamla framsýningarrúmið verður skjótt upptikið av Várframsýningini og tá gangi eg út frá, at hesi verkini verða sett oman aftur í goymsluna. Eg skilji sjálvandi, at plássið í Listasavninum er avmarkað, men tað tykist meiningsleyst yvirhøvur at hava samtíðarlist við í permanenta savninum, tá nøkur av teimum bestu samtíðarlistafólkunum mangla, t.d. Anker Mortensen, Øssur Johannesen, Marius Olsen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen og Hansina Iversen.
Ein frálík ljósablá kompositión hjá Anker Mortensen
Tríggir træskulpturar hjá Hanna Bjartalíð, aftan fyri hómast tríggjar myndir hjá Anniku á Lofti
Savnið hevur keypt fleiri framúr góð verk hjá Hanna Bjartalíð og tað er gleðiligt. Aftan fyri hanga tvær gamlar myndir hjá Rannvá Kunoy frá hennara fyrstu framsýning í Listasavninum í 1999. Tær eru einastu myndirnar hjá Rannvá Kunoy, sum eru við á framsýningini og tað er meira enn spell.
Tríggjar nýggjar fínar standmyndir og tríggjar gamlar fínar myndir hjá Hanna Bjartalíð
Bárður Oskarsson kenna vit eisini sum ein frágera fínan teknara/barnabókahøvund
Ein spennandi mynd hjá Hjördis Haack
Monumentala samansetta verkið hjá Rannvá Holm Mortensen "Tað skulu koma dagar"
Tann altíð øðrvísi og originali Tummas Jákup Thomsen teknar við blýanti á lørift
Marius Olsen
Flaggstong- høvuðsverk í føroyskari list, sum hoyrir til permanent á Listasavninum
Ole Wich og Hansina Iversen
Tvey framúrskarandi steinprent hjá Hansinu Iversen. Eingin málningur hjá henni er komin við á framsýningina. Grafikkurin hongur í skýmingini aftan fyri veggin har sum grafiski verkstaðurin plagdi at vera, og tað er helst fyri at verja myndirnar móti ljósi. Men uppheingingin riggar ikki væl, hon tykist mær heldur óruddilig ella ókerlig. Kanska skuldi grafikkurin hingið í gongini sum hann gjørdi fyrr og kanska skuldi mann fingið eitt savn til grafikkin. Nøkur av allarbestu verkunum, sum hava verið framleidd í føroyskum listahøpi seinastu mongu árini, eru grafisk.
Trý steinprent hjá Tóroddi Poulsen. Tað er eitt stórt framstig at síggja verk hjá Tóroddi Poulsen á Listasavninum, men eitt stórt afturstig, at hann eftir øllum at døma ikki verður umboðaður á permanentu framsýningini.
Ein nýuppheinging er áhugaverd við tað, at hon vísur okkum eitt nýtt perspektiv uppá nakað, sum vit kenna og sum samanfatar ta hugsan, sum listfrøðingurin Nils Ohrt hevur um føroyska list. Eftir uppheingingini at døma, er hann ikki heilt ósamdur við Mikael Wivel um samtíðarlistina. Í øllum førum verða eitt nú Olsen-brøðurnir niðurraðfestir, meðan nógv verður gjørt burtur úr Tróndi Patursson, Edward Fuglø og Jónu Rasmussen, sum fylla lutfalsliga nógv í uppheingingini.
Í listasavnshøpi gongur alt eitt sindur seint fyri seg. Soleiðis er í listasøvnum kring allan heim, at rák í tíðini ofta ikki koma á museum fyrr enn tey snøgt sagt eru yvirstaðin. Men tað undrar meg allíkavæl, tá Nils Ohrt skrivar: "Meðan landslagið og náttúran í breiðum høpi stóð fremst í eldru listini, er tað nú tað serkenda pettið av náttúru, kroppurin og tað, sum er inni í honum, sum í dag er fremsta myndevnið hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, tá verkini, sum hann sipar til hjá hesum listafólkunum í stóran mun eru frá hálvfemsunum og altso eru tjúgu ára gomul. Young British Artist rørslan, sum Rannvá Kunoy var inspirerað av, tá hon gjørdi sínar blóð- og røntgenmyndir er eisini fyri langari tíð síðani farin í listasøguna. Tað, sum hon ger í dag, er nakað heilt annað og sjálvandi áttu vit at sæð hennara frálíku nýggju verk á Listasavninum.
Tá verkini í gamla sali um stutta tíð verða tikin niður, er nýuppheingingin í Listasavninum ikki eitt nóg gott umboð fyri føroyska samtíðarlist. Eitt nú gevur hon eina ábending um, at Listasavnið ikki hevur verið nóg nógv til staðar á teimum fantastiska góðu listaframsýningunum, sum hava verið seinastu tíggju árini. Savnið hevur sostatt ikki megnað at fáa fatur á teimum bestu høvuðsverkunum innan føroyska list hesi árini og tað er stórt spell. Savnsstjórin tekur sum áður nevnt ymisk fyrivarni í nevndu grein í Dimmu, har hann m.a. skrivar: "Av tí at nógv rættiliga góð verk hjá teimum ymisku listafólkunum eru lænt út til aðrar stovnar, havi eg ikki í øllum førum kunnað víst tað, sum eg helst vildi.". Eg havi ilt við at góðtaka, at høvuðsverk hjá Listasavninum ikki hanga á Listasavninum tvey ár eftir, at nýggi stjórin er settur. Hvar eru tey? Um tað snýr seg um týdningarmikil verk, sum tað eftir øllum at døma ger, skulu tey so ikki vera á Listasavninum? Umframt sína skyldu at savna góða føroyska list, hevur Listasavnið mær vitandi eisini skyldu at vísa fram ta góðu listina.
(KP)