Í gjár fekk Tóroddur Poulsen ta
stóru mentanarheiðursløn landsins. Í einum bili við ovurhonds nógvum døggi á rútunum bent uttan fyri
Spaniastovu á Klaksvíksvegi í Klaksvík sótu vit og fegnaðust sjálvt um støðan har í bilinum kendist eitt lítið vet absurd. Vit vóru 5 minuttir ov sein til hátíðarhaldið, tí vit koyrdu skeivt í Leirvík og funnu ikki vegin til Klaksvíkar alt fyri eitt (ja eg veit, men har
er altso ein nýggjur vegur komin) og tá
vit komu fram var hurðin stongd. Vit bankaðu uppá eina góða løtu. Støðan var so vónleys og býtt, at vit nøkur sekund í neyðini umhugsaðu at taka til takvindeyguni sum loysn, men sissaðust tó, tá vit sóu hvussu væl afturlatin tey vóru. Bygningurin tóktist yvirhøvur hermetiskt læstur sum eitt satt klaksvíkst Fort Knox og har stóðu vit útihýst frá náðini. Aftaná eina góða løtu kom
ein sera óblíður maður, hann var eftir øllum at døma ørkymlaður av bankarínum, og segði okkum, at pláss var ikki fyri okkum í tilhaldshúsinum. Ella hann segði nokk bara, at har var ikki pláss og ferdutt og áðrenn vit beinfrystu náddu at reagera, var hann horvin aftur og har stóðu vit í myrkrinum og kuldanum á Klaksvíksvegi í Klaksvík sum kánus, tað var nokkso snópisligt og vit vóru heldur ikki tey
einastu, sum stóðu har. Um ikki annað kundu vit verið sloppin inn í gongina at hita okkum. Har var gott pláss og á myndum í Norðlýsinum síggi eg, at pláss eisini var framvið vegginum har fleiri fólk stóðu. Er ikki pláss fyri teimum 80 havnafólkunum og 20 klaksvíkingunum og 5 vestmenningunum í hugnaligu hølunum í Spaniastovu, ja so mugu vit bara hava virðislønarhaldið í Norðurlandahúsinum í Havn næstu ferð. Har er pláss og har sleppur mann innar at bíða um ikki annað. Heilt erligt, so veit eg ikki hvat hatta snúði seg um. Eru tey so proff í Klaksvík, at tey ikki vilja hava óljóð tá útvarpið hevur ómakað sær at koma norður? Tað ljóðaði annars nokkso avslappað, hátíðarhaldið, skal eg meta um tað eg hoyrdi í útvarpinum, tann einasti, sum var ordiliga proff var tann effektivi duravørðurin.
Aja, radioapparatið í bilinum var sera gott, so vit fingu fylgt við í tí, sum gekk fyri seg
innanfyri stongdu dyrnar og tað var jú gleðiligt at hoyra heiðranina av øllum teimum evnaríku lista- og mentanarfólkunum. Kim keypti ein pakka av kips, sum vit ótu í bilinum aftur við violintónleiki og heiðurslrøðum. Tá navnið á móttakaranum av tí stóru virðislønini varð nevnt, fóru fólk at flenna, og eg helt, at fólk flentu merkiliga nógv, men kanska var tað tílíkur látur, sum kemst av ótrygd, tí fólk vóru bilsin av at hoyra navnið á Tóroddi Poulsen. Næsta ár verða júst 30 ár síðan
Tóroddur Poulsen gav út sítt fyrsta yrkingarsavn, tað varð útgivið á egnum
forlagi og æt Botnfall. Tove Askham gjørdi permuna í teirri lítlu bókini, sum
var krunkasvørt við einum riðili av glampandi stjørnum, ið savnaðust eins og
botnfall kring heitið á bókini, sum bæði er byrjan og botnur á einum tí mest
nýskapandi listarliga verkinum í Føroyum í nýggjari tíð - eg skrivi við vilja listarligt
verk og ikki ritverk, tí hesin markleysi listamaðurin umframt at vera yrkjari,
prosahøvundur og týðari, eisini málar, teknar, ger installatiónslist, grafikk,
performance og tónleik.
Tað er altíð gott at vera
eftirsnarin, tessvegna ber til at staðfesta góð 29 ár aftaná, at bókin kom, at
í botnfallinum hómast fótafar av nógvum av tí, ið koma skuldi í tí stórverki,
sum Tóroddur Poulsen higartil hevur hevur lagt eftir seg. Uppreisturin móti
smáborgaralyndinum og allari nostalgi og vanahugsan er eins eyðsæddur og hann
er støðugur, tað er dyrkanin av negatiónini og av allahanda mótsetningum
eisini. Men tónarnir geva ljóð frá sær millum reglurnar og litirnir eru eisini
har, antin teir implodera sum svartar stjørnur í blindum eygum ella tier eksplodera
við lýsandi likkum og túsund fallskýggjahermonnunum, sum spakuliga dala niður
av himni kring yrkjaraegið, sum stendur ísafrystur eins og ein standmynd á
vaglinum eitt kalt leygarkvøld yvir av standmyndini av Effersøe. Jú, tað
visuella hevur frá byrjan havt sín alstóra týdning í øllum tí, sum Tóroddur
Poulsen skrivar bæði í myndamáli og innihaldi, t.d. hoyra vit um áðurnevndu
standmynd í miðbýnum og um eitt lørift sum skríggjar eftir máling.
Musikaliteturin gjøgnumstreymar yrkingar og myndir, tað er røddin á amerikonsku
bøn Jim Morrisons, sum fylgir okkum inn í savnið, har eisini villur vindur ljómar
sum í sanginum, David Bowie á sinni sang.
Verkið hjá Tóroddi Poulsen er
heilt ómetaliga fjølbroytt og ríkt. Tað hongur saman, orð, myndir og tónar
mynda ymsar síður av sama verki. Tónleikurin hjá honum vaksur upp úr myndum
og orðum og tykist bygdur upp eins og eitt stemningstapet av avantgardutilvildarligum
akkordum, ið undirbyggja huglagið í yrkingunum, sum listamaðurin lesur upp. Í føroyskari myndlist umboða myndirnar hjá Tóroddi Poulsen eitt nýbrot. Eg greiddi frá á bókadegnum herfyri, at tað í hesum føri merkir tað sama sum, at tær kategoriir, vit hava brúkt innan føroyska
list higartil, ikki røkka. Vit hava áður kategoriserað føroysku listina at vera
figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum altíð á onkran hátt
tykist vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og
sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri myndirnar hjá Tóroddi Poulsen,
óansæð um tær eru figurativar ella abstraktar. Súkklurnar, stólarnir ella
spannirnar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki sansaligar ímyndandi skrásetingar av umhvørvinum á
sama hátt, sum tá Niels Kruse stóð og málaði tey heimligu fjøllini kring Eiðis
bygd, hetta er ei heldur abstraktiónir av náttúrunar veldi sum hjá Ingálvur av Reyni. Hetta er hugsað, analytiskt, surrealistiskt, dekorativt og abstrakt á ein rættiliga intellektuellan hátt. Og sjálvandi stígur Tóroddur Poulsen ikki út í tóman heim, tí sjálvt um
hann er sera originalur, hevur eisini hann undanfólk í heimslistini, sum hann kennir
seg myndlistarliga ættaðan við. Hann fylgir væl við í samtíðarlistini, men
hevur eisini áhuga fyri ymiskum listarligum outsidearum, fronsku symbolistunum
í 19. øld og fyri amerikanskari list og poesi úr fimtiárunum. Á sama hátt sum
fleiri í sonevnda beat ættarliðnum og New Yorkaraskúlanum sameinir Tóroddur
Poulsen hámentan og poppmentan, mynd og skrift, speisemi og vakurleika.
Yrkingaheimurin hjá Tóroddi
Poulsen tykist merktur av sorgblídni og næstan tunglyndi í støðum, har ivin
altíð er hjástaddur, eins og lívið ofta tykist eygleitt við ávísum fjarleika úr
fortíðini, ella úr sjúkrasongini gjøgnum deyðans relieff. Lívið er ikki
sjálvsagt og tilveran má livast uppá tross av tí feittuta skugganum, sum
støðugt lúrir. Jú, vit eru støðugt á somu slóð, men
tað er eins og virkisfúsi yrkjarin í hesum árum tekur seg fram við
sjeymílafetum. Í so máta minnir hann um Ingálv av Reyni, tá hann var farin um
tey 80. Tóroddur Poulsen er ein unglingi í mun til hetta, men hansara eyðmýgd
yvir fyri tilveruni og listini tykist vaksandi í beinum lutfalli við støðugu
minkingina av yrkingareglunum. Triðseinasta bókin Bræddir Firvaldar er full av
klænum, smáum universalum yrkingum, sum innihalda alla skapan og alla
oyðilegging í einum skyggjandi prismublunki sum t.d. her:
fyrst
eitt blunk
síðani
siga okkurt
sum um
eina løtu
stendur
á pappírinum
um vónina
sædda
frá kavaflykruni
beint áðrenn
hon lendir
(s.10)
Yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru ofta so mikið einfaldar, at tey, sum krevja sjónlig prógv fyri handaverk (sum t.d. rím og lekrar orðingar), hava havt ilt við at góðtaka teirra einfeldi. Tóroddur dyrkar tað banala, tað ótilgjørda og tað lætta. Hann dugir sum eingin annar føroyskur yrkjari at orða tað óvæntaða í einføldum, óuppgjørdum orðingum, so at tú sum lesari følir fruntin fara upp frá av bilsni yvir alt tað spildurnýggja, sum brádliga myndast í tínum huga. Yrkjarin dugir sjáldsama væl at skriva millum reglurnar, so at yrkingin gerst ein lopfjøl hjá lesaranum til at gera sær allahanda assosiatiónir. Bæði í myndum og yrkingum sínum
sýnir Tóroddur Poulsen ein serligan ans fyri tí ljóta, sum kann vera neyðugt
til tess at greiða frá tí vakra, sum yrkjarin eisini øll árini hevur torað at
givið seg í holtur við. Tað speiska og tað skemtiliga er eisini eyðkent fyri
yrkjaran, eisini tað óstortliga, hetta sóu vit ikki minst á nýggjastu bókini Heimvitisferðini og í
uppstandilsinum í Degi og Viku herfyri. Tá eg sá ta sendingina hugsaði eg um
listamaðurin hevði sent sítt skammleysa alter ego, Garasjuguð í Steinprent at
práta við Finnur Koba. Í øllum førum, so er Garasjuð ein heldur frekari versión
av listamanninum og nú er Bloggoddur komin aftrat og hann ræðist heldur ikki
fyri at leggja høvdið á bloggin við sínum avgjørdu meiningum um eitt nú maktina í
Føroyum.
Tóroddur Poulsen hevur nú fingið
Mentanarvirðisløn Landsins og hervið fær hansara stóra verk ta almennu viðurkenning sum
tað hevur uppiborið. Men viðurkenningin fevnir breiðari enn mann skuldi hildið og er eitt nú eisini ein
viðurkenning av forløgunum, sum geva bøkur og fløgur hansara út,
Mentanargrunnur Studentafelagsins, Tutl, After Hand og Torgarð. Hetta er
somuleiðis ein viðurkenning av Steinprenti, har nógvar av myndunum hjá Tóroddi
Poulsen eru skaptar. Tá ein tílík virðisløn verður ognað einum listamanni kunnu
vit vera vís í, at vit fáa góða list burturúr, nú listamaðurin hevur tíð og fíggjarligar
umstøður at samla seg komandi árið. Sostatt er virðislønin ein viðurkenning av
listini í sjálvum sær og sostatt er hon eitt herðaklapp til øll okkum, sum brúka og njóta listina.
(KP)