Tuesday, December 17, 2013

Vencil 14



Nú tað stundar til jóla, og fólk stuna millum handlar at keypa hvør øðrum gávur, er ein gáva, ein bókagáva komin undan kavi. Hetta er fjúrtandi av slagnum. Talan er um Vencil.
Sagt verður, at jólini eru til páska, og tað kann Vencil prógva. Motivið á permuni, sum Tórbjørn Olsen hevur gjørt, er úr stutta leikinum eftir Ernest Hemingway, sum eitur “Í dag er fríggjadagur”. Leikurin er um tríggjar hermenn og ein vínseljara, sum eru á einum vertshúsi, eftir at hava krossfest Jesus. Hetta er lítið jólaligt, men mótsetningurin fær okkum at hugsa meir um jólini. Enn eina ferð er tað tey bæði ótrúligu og ótroyttiligu menniskjuni, Fríða Matras Brekku og Jan Andersson í Steinprenti, sum hava prentað permuna.
Í hesum Venclinum, sum er so bókmentaliga bulmikil, at hann neyvan passar undir nakað jólatræ, er nógv gott fólk úr Føroyum, sum hava skrivað. Við eru yrkingar eftir Jóanes Nielsen, Katrina Ottarsdóttir, Alexandur Kristiansen, Róa Patursson, Berg Rønne Moberg, Kim Simonsen og yrkingadebutanturin hesa ferð eitur Símun Skorastein.  Sólvør Patursson Niclasen hevur skrivað eina ritroynd um Havnina, Oddvør Johansen eina stuttsøgu um svik og so debuterar Liv Maria Róadóttir Jæger á føroyskum við sjey stuttprosatekstum.
Av útlendskum tilfari er millum aðrar góðar tekstir tann ótrúliga fína krígssøgan, “Tað, teir bóru” eftir Tim O’Brien, yrkingar eftir Mark Wunderlich, William Carlos Williams og ein stuttsøga eftir Naja Marie Aidt.
Í annaðkvøld, mikukvøldið tann 18.12 13, klokkan 19:30, verður Vencil lagdur fram fyri almenninginum á Býarbókasavninum á Áarvegnum í Havn. Ikki bara Vencil verður lagdur fram. Eisini yrkingasøvnini  4D eftir Sissal Kampmann og Hvat hjálpir einum menniskja at vakna upp hesumegin hetta áratúsundið eftir Kim Simonsen.
AÓD/OMR