Vit høvdu ein so herligan dag í gjár, at vit ikki gevast so at minnast aftur á gløgg og list og tónleik og myndlist og upplestur og prát um hetta og hatta og hitt við øll tey fittu fólkini, sum komu til tiltakið. Her eru nakrar myndir aftrat, sum vit hava fingið frá teimum í Steinprenti. Vit halda, at jólagávan 2013 kann vera listarlig; eitt av prentunum úr Myndaódnini hevði verið flott gáva og tað sama hevði listaheiðurslønarvinnandi plátan hjá Teiti Lassen, Story Music ella frálíka yrkingarsavnið hjá Sissal Kampmann 4D ella árbókin Listin 2013 - Vit halda sjálvar, at hon hevði riggað ónatúrliga væl millum øll skordjórini undir jólatrøunum.
Fólk lurta við andakt eftir Sissal Kampmann
Ingilín og Teitur
Sissal las fýra brot úr nýggja yrkingasavninum
Heilt nógv fólk vóru og lurtaðu
Teitur sang ein sang, sum kravdi, at vit lurtaðu og tað gjørdu vit, so løtan gjørdist framúrskarandi
Fólk lurta
Prentið hjá Tóroddi Poulsen, sum Teitur Lassen fekk í heiðursgávu, er partur av framsýningini Myndaódnin