Messias-framførslan í Vesturkirkjuni í gjár var nakað heilt serligt hjá teimum áhoyrarunum, sum høvdu trossað ódn og rok til tess at fara á konsert. Mitt í øllum fór streymurin, Magnus Hansen tók upp hesa rørandi upplivingina av halleluja-kórinum í myrkri. Magnus skrivar: Havi hoyrt, sæð og framført Halleluja-kórið úr Messias framført nógva staðni eftirhondini, men henda framførslan í Vesturkirkjuni 15. dec.2013 í ódnarveððri bar av øllum. Ístaðin fyri at enda konsertina tá streymurin fór, avgjørdu tey, ið framførdu -heldur enn at gevast- at framføra sjálvt hæddarpunktið í verkinum, Halleluja-kórið í myrkri, meira ell minni uttan at síggja nótarnar.Tøkk skulu tit øll hava: víðkaða Havnarkórið, orkestrið, islendsku úrmælingirnir, ið sungu solo, og ikki minst The Grand Old Man innan føroyskan tónleik, Maestro Ólavur Hátún. Ein minnilig løta, ið seint verður gloymd.
Post by Magnus Hansen.
(KP)