Gleðin var alstór hjá tí seks ára gamla, sum eg í gjár hevði tikið við í Sjónleikarhúsið fyri at síggja Sangur í Mjørka hjá Elini á Rógvi.
Har var flott ljós, drønandi sangur og dansur í uppsetingini hjá Maritu Dalsgaard og alt var júst so deiliga rokaligt, sum eitt seks ára gamalt dreingjahjarta kundi ynskt sær Men mest var tað kanska allíkavæl tað, sum hann kendi aftur, sum hugtók.
Tí Elin á Rógvi hevur bygt søguna upp kring barnasangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus og hetta ritualið av endurtøkum og afturkenningin er ein grundleggjandi styrki hjá leikinum. Tí afturkenningin ger tað ikki bara lætt hjá børnum at spegla sær og relatera persónliga til tað, sum gongur fyri seg, hon letur eisini upp fyri sannkenningum. Haldi eg. Og tað helt sjálvandi eisini Aristoteles einaferð í tíðarinnar morgni, tá hann skrivaði nøkulunda soleiðis um hugtakið Mimesis hjá Platon: “Tann gleðin, vit fáa av listini er knýtt at okkara evnum til at sannkenna: at kenna nakað aftur er bygt á sannkenning. Okkara vitan verður styrkt og víðkað av tí, sum listin avdúkar fyri okkum – í okkum. Ikki fatað sum ein naturalistiskur veruleiki, men sum ein sansauppliving við rót í veruleikanum, sum vit kenna aftur".
Rammusøgan kring sangirnar, sum vit kenna aftur, er eisini merkt av onkrum, sum vit kenna aftur. Sangur í Mjørka snýr seg um gentuna Elsu, sum eins og Alice í ævintýrlandi hvørvur inn í ein ævintýrkendan heim – ikki gjøgnum eitt gátuført kaninhol, men gjøgnum eina app á einum ipad. Her finnur hon inn til eina fatan av abba sínum, sum í veruleikans verð er í mjørkanum hjá tí minnisveika. Uttan at fornerma nakran seks ára gamlan, veit eg ikki heilt hvussu nógv varð skilt av hesum ellisproblematikkinum. Tað var kanska meira sangirnir, ljósið, ljóðið og figurarnir – kettan, lærarin, dukkan - sum upptóku sinnið. Í grundini eisini hjá mær sjálvari.
Men tað ger einki, tí sjónleikarhústúrurin var ein stór og væl eydnað uppliving bæði hjá mammu og barni, og alt var júst sum tað skuldi vera í Sjónleikarhúsinum, har professionel, semiprofessionel og amatørar skapa eitt herligt spælipláss saman og lata upp listina fyri børnunum. Takk fyri tað.
(IS)