Í kvøld var vinnarin av filmsvirðislønini Geytin á 25.000 kr. sum Norðurlandahúsið letur, avdúkaður. Birgir Kruse handaði Geytan. Vinnarin er: Dávur Djurhuus, sum fekk virðislønina fyri stuttfilmin Terminal. Áskoðararnir høvdu eisini høvi at velja sín yndisfilm og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Helena Dam á Neystabø handaði Áskoðaravirðislønina, sum Jónfinn Stenberg fekk fyri stuttfilmin Munsch.
Teir filmar, ið vórðu sýndir eru hesir:
Tú, sjónbandalag - Jóannes Lamhauge
Terminal, stuttfilmur - Dávur Djurhuus
Eina, stuttfilmur - Andrias Høgenni
True Love, stuttfilmur - Heiðrik á Heygum
Vetrarmorgun, stuttfilmur - Sakaris Stórá
Munsch, stuttfilmur - Jónfinn Stenberg
Byrta, tónleikavangamynd - Uni L. Hansen
Eisini varð filmurin Big Places, dokumentarfilmur hjá Thomas Koba, vístur, men er tó ikki við í kappingini um virðislønirnar.
Her eru nakrar myndir, vit takka Eiler Fagraklett, sum hevur verið á reyða løbaranum í Norðurlandahúsinum í kvøld, og tikið myndir.



