KIM
SIMONSEN
HVAT
HJÁLPIR EINUM MENNISKJA AT VAKNA EIN MORGUN HESUMEGIN HETTA ÁRATÚSUND
Yrkingar
Í hesum áratúsundi ganga
vit fram við sjónum,
leita kring havsbrúnna,
traðka á steinar
undir mánanum,
har kaldir vindar
fáa teg at
ganga
og ganga longri,
har grønir taravaksnir steinar
fáa teg at snáva,
aftur og aftur,
um gátuna
handan steinar og mánar.
Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein
morgun hesumegin hetta áratúsund er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við
hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til
at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka Við at blanda persónligar
minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein
annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt
endar. Í savninum eru eisini savnandi og endurkomandi myndir, ið
ganga aftur, so sum sjógvur og vøtn.
Kápumyndin er teknað í 1756 av Albrecht von Haller frá verkinum Icones
anatomicae.
Kim Simonsen er høvundi
mag.art og ph.d. Býr í Keypmannahavn. Útgávur: Dreymar um opin vindeygu 2003,
Kodakmyndir frá sjeytiárunum 2005, Náðisólin 2006 – allar útkomnar á
Mentunargrunni Studentafelagsins.
Bókin er 93 blaðsíður.
Sniðgeving og umbróting: Kim Simonsen. Prent: Føroyaprent.