Monday, December 23, 2013

Bárður 70

Myndina tók eg ein frískligan dag við Gjógv, har sum Bárður Jákupsson hevur atelier

Í dag, Tollaksmessudag fyllir listamaðurin Bárður Jákupsson sjeyti ár. Sigast má, at hetta hava verið sjeyti hendingarík ár. Øll, sum kenna hann vita av, at Bárður Jákupsson er heilt sjáldsama virkisfúsur maður, sum ikki liggur sjóarfallið av sær. Alt lívið hevur hann havt listina nær - heilt frá byrjanini, við tað, at pápi hansara var kendi rithøvundurin Heðin Brú. Bárður Jákupsson er Havnarmaður, hann gjørdist studentur í 1962 og fór síðani á háskúla í Askov. Læraraprógv nam hann í Hjørring í 1969 og fór síðani á málaraskúla á kunstakademinum hjá Mogens Andersen árini frá 1970-72. Hann hevur starvast sum lærari á Føroya Fólkaháskúla frá 1972-78, hann var savnslærari á Føroya Fornminnisavni frá 1974-89. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum Mondli frá 1975 og leiðari Listasavnsins í fjúrtan ár frá 1989-2003. Liðin eru sostatt tíggju ár síðani, hann leyp út í lívið sum yrkislistamaður burturav og hesi árini hevur hann gjørt nógv, m.a. hevur hann sýnt fram í Listasavninum eina ta mest imponerandi framsýningin, eg havi sæð haruppi og her hugsi eg bæði um nøgd og dygd. Hann hevur prýtt matarhøllina á Boðanesheiminum og hevur júst tikið lut á eini listabiennalu í Firenze við einum stórum, málaðum verki í fleiri pørtum. Hann arbeiðir nógv og sýnir somuleiðis nógv fram - eisini í Danmark. Bárður Jákupsson er undangongumaður, hann er ein av okkara ídnastu og fyrstu listamiðlarum og tað væl at merkja í einum landi, sum áðrenn ikki hevur havt nakra serliga traditión fyri listaviðgerð. Hann hevur skrivað bøkur um m.a. Mikines, Thomas Arge, Torbjørn Olsen og hópin av greinum um føroyska list. Hann var ein av stovnarunum av Heystframsýningarbólkinum, og hevur eisini á annan hátt havt stóran týdning og ávirkan á føroyska list, t.d. hevði hann ein týdningarmiklan leiklut í stovnanini av Steinprenti í Havn. Tá Jan Andersson í 1999 aftan á heili 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá og samstarvi við Bárð Jákupsson, sum tá var stjóri í Listasavninum. Fyri at heiðra listamanninum er ein munandi partur av árligu framsýningini í Steinprenti, Myndaódnini, ognaður verkum hjá Bárði Jákupsson, og eg haldi, at eitt tað besta verki er nýggjasta steinprentið, sum Bárður Jákupsson gjørdi liðugt dagin fyri framsýningarupplatingina. Myndin er sum ein syntesa av listini hjá Bárði Jákupsson, har hansara koloristisku evni renna saman við einum serstøkum, leikandi løttum strukturi við artistiskum, breiðum og fínari strokum, sum eins og skiftandi tónleikarútmur renna seg í bugum aftur og fram í myndarúminum. Myndevnisliga støðið er enn sum áður føroyska náttúran, men gula og violetta kompositiónin tykist ógvuliga abstrakt og dekorativ. Litflatirnir blandast næstan ikki, men eru avmarkaðir við steðgum ímillum, so at myndin kennist ljósfyllt og luftig eins og heiðafuglalát ein ljósglitrandi summardag. 31.januar letur upp stórfingin framsýning í Listasavninum við myndum hjá Bárði Jákupsson og í hesum sambandi gevur danska forlagið Atlantia út eina bók um listamannin við tekstum eftir Nils Ohrt, savnsstjóra og Anne Lie Stokbro, listfrøðing. Vit ynskja Bárði Jákupsson hjartaliga til lukku við føðingardegnum og gleðilig jól.












(KP)