Fríggjadagin 13.desember klokkan 16 verður eitt listafólk heiðrað, sum sambært ritstjórunum á Listablogginum, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen, hevur skarað framúr í brátt farna ári. Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik á hvørjum ári í sambandi við útgávu av tíðarritinum Listin 2013, sum er eitt úrval av ársins listabloggum. Á almennari samkomu í Steinprenti verður avdúkað hvør fær listaheiðurslønina og hví. Umframt heiðurin fær avvarðandi listafólk eitt grafiskt listaverk, sum er framleitt í Steinprenti í ár. Hetta er fjórða árið á rað, at Forlagið í Støplum við John Dalsgarð gevur út Listina. Í ár fevnir ritið um 66 greinar, og sum vant eru kategoriirnar tríggjar: Myndlist, List, sum ikki er myndlist og Listakjak. Í ritinum eru eru ummæli og viðmerkingar til mentanarpolitikk, fjølmiðlar og til ymiskt, sum fyriferst í samfelagnum. Her er ein gjøllig grein um kjallaramálaran Tórodd Poulsen og modernismunnar negativu gandaflís. Her er ein kritisk gjøgnumgongd av nýheingingini í Listasavni Føroya og ein áhugaverd sammeting millum pylsur í Sandagerði og eitt gamalt sjúkrahús í Berlin. Harumframt inniheldur ritið eina ørgrynnu av litmyndum av ymiskum listarligum, sum hevur gingið fyri seg í 2013, og tað er ikki hissini. Við ritinum í hondini ber til at staðfesta, at sjálvt um tíðin gongur við rúkandi ferð, ja so er væl fingið burturúr listarliga sæð brátt farna árið. Bókaframløga og heiðurslønarhandan gongur fyri seg í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Listin 2013 fæst til keyps fyri 200 krónur. Okkara stuðlar tiltakinum.