Leif Hansen
“Et
sådant orkester vil forhåbentlig tilføre den færøske nations særprægede kultur
yderligere værdier”. Soleiðis stóð at lesa í fyrstu konsertskránni hjá
orkestrinum. Við hesari vón varð Føroya Symfoniorkestur sett á stovn fyri 30
árum síðani. At vónin varð til veruleika og mentunarlívið og serliga
tónleikalívið í Føroyum er blivið ríkari við orkestrinum er ivaleyst.
Sunnukvøldið 20. oktober hevði Føroya Symfoniorkestur 30 ára stovningarkonsert.
Í sambandi við, at orkestrið í ár skuldi halda eina hátíðarkonsert setti Sunleif Rasmussen sær fyri, at ogna orkestrinum eitt nýskrivað verk. “Veitsla” var heitið á verkinum- tí, sum Sunleif segði tá hann presenteraði verkið, so var hesin konsertdagurin ein veitsludagur. Verkið er frá tónasmiðinum væl lagt úr hondum. Sunleif hevur gott hegni til tað annars so sera torføra listarliga handverk at orkestrera tónleik. Áhoyrarin fekk veruliga at hoyra hvussu nógvar ljóð-, klang- og styrkismøguleikar eitt symfoniorkestur hevur. Sunleif gav við verkinum tónleikarunum musikalskar avbjóðingar á hvørjum ljóðføri sær, men so sanniliga eisini avbjóðingar sum orkestur. Hóast avbjóðinganar, var tað ein sonn fragd at hoyra hvussu væl orkestrið spældi nýggja verkið. At verkið inniheldur tónleikaligar dygdir útyvir at verða gott tónlistaligt handverk er einki at ivast í. Ynskiligt hevði tó verið, um “Veitsla” varð sett á skránna aftur til komandi nýggjárskonsert í januar. Á júst einari nýggjárskonsert, við sínum festligu og stuttligu kørmum hevði verkið komið til sín veruliga rætt og ikki fallið nakað uttanfyri, sum eg tó haldi at tað gjørdi á hesari heystkonsert, hvat stíli og tónleikaslagið viðvíkur.
Tjajkovskij er eitt av kendastu tónaskøldunum úr
romantiska tíðarskeiðnum og harvið eitt tað týdningarmiklasta tónaskaldið í
russisku tónleikasøguni. Nakað misvísandi verður Tjajkovskij vanliga settur í
bás saman við teimum vesturevropæisku-orienteraðu konservatoriuútbúgnu russisku tónaskøldunum, mótvegis teimum meira tjóðskaparliga orienteraðu
tónaskøldunum, serliga “Teir fimm” (Balakirev, Cui, Borodin, Mussorgskij og
Rimskij-Korsakov). Væl hevði Tjajkovskij útbúgving av konservatorinum í
heimbýnum, Skt. Pætursborg eins og hann var ávirkaður av vesturlendskum tónaskøldum, men
hann fann sær sum “Teir fimm”, eisini íblástur í russiskari folkloru til
sín tónleik. Somuleiðis standa romantisku russisku tónaskøldini og harvið
eisini Tjajkovskij á tí nationala tónleikaliga grundvølli, ið tónaskaldið
Mikhail Glinka grundlegði. Symfoniorkestrið spældi forestin eitt verk hjá
Glinka á síðstu heystkonsertini. Klaverkonsertin nr. 1 í Bb-dur hjá Tjajkovskij er uttan iva tann kendasta
virtuoskonsert úr romantiska tíðarskeiðnum og kanska tann kendasta
klaverkonsertin yvirhøvður. Tí er tað við áræði og stórum sjálvsálitið, tá Føroya
Symfoniorkestur setur sær fyri, ikki bara at framføra konsertina í Føroyum, men
eisini hevur hana á skrá vestur um hav til Íslands.
Solistur á klaver var russiski pianisturin Pavel Raykerus, sum til dagligt
undirvísir á konservatoriinum í Skt. Pætursborg, umframt at verða gestasolistur
kring heimin. Eftir at eg hevði hoyrt hann á frálíkari konsert í
Mentunarhúsinum í Fuglafirði kvøldið fyri, var eg spentur at hoyra hann royna
seg við klaverkonsertini hjá landsmanninum Tjajkovskij. Eftir konsertina má eg
ásanna at júst hansara klaverspæl og samanspæl við orkestrið gjørdu at
Heystkonsertin 2013 hjá Symfoniorkestrinum í mínum hugaheimi fer standa eftir
sum ein av teimum stóru tónleikaligu upplivingum í 30 ára gamla konsertsalinum. Samanspælið millum solist og orkestur gekk væl tó at onkur kiks vóru her og har.
Tó tóktist orkestrið at hava gott tak á teimum melodisku frasunum ella lyriska
dáminum, sum í tónleikinum hjá Tjajkovskij er so centralt. Eisini dámdi mær væl
tann musikalitet, sum dirigenturin, Bernarður Wilkinson, áhaldandi
veitir framførslunum hjá orkestrinum og sum skein týðiliga ígjøgnum í
júst hesari framførsluni.
Eftir lítlan steðg var síðsta verkið ”Enigma
Variations” hjá Edward Elgar á skránni. Hetta verkið var stóra gjøgnumbrotið
hjá Elgar og verður enn í dag nógv spælt kring heimin. Hóast at mær dámdi
framførsluna, sum hekk væl saman t.d. við dymaniskari variatión og neyvleika,
so sat eg eftir við kensluni av at konsertin náddi sínum klimaxi fyri steðgin
við klaverkonsertini. Yndisligu variatióninar hjá Elgar komu stutt sagt at
standa í skugganum av virtuosu konsertina hjá Tjajkovskij, og serliga av framúr
góða klaverspælinum hjá Raykerus. Ein loysn hevði verið at klaverkonsertin og
Enigma høvdu býtt pláss og harvið kanska “Veitsla” hjá Sunleifi staðið enn
sterkari í minninum á áhoyrarnum.
At leggja konsertskrá til rættis er als ikki nøkur løtt uppgáva og helst eitt
størri puslispæl at fáa at liggja. Nýskrivaða verkið hjá Sunleifi Rasmussen
hevði, sum áður nevnt, uttan iva hóskað tónleikaliga betur á einari nýggjárskonsert.
At tað innan stíl eisini fellur uttanfyri Tjajkovskij og Elgar er sjálvsagt,
men hinvegin so gevur tað góða meining, at hava eitt upprunaverk, skrivað av
fremsta tónaskaldi føroyinga við í skjáttuni vestur um hav til Íslands.
Aftur í ár hevur orðaskifti verið um
framtíðarváninar hjá orkestrinum. Fíggjarliga er orkestrið skorið inn á bein og
hevur tíverri verið tað øll 30 árini. Føroya Symfoniorkestur er við tíðini broytt frá at verða eitt
áhugatónleikaraorkestur til í stóran mun at verða eitt orkestur, mannað við
yrkistónleikarum. Fyri okkum áhoyrarar merkir tað, at vit fáa møguleika fyri at
hoyra tónleik á høgum støði og kunnu hoyra tónleik, sum orkestrið áður ikki
hevði hættað sær undir. Formaðurin í orkestrinum segði enntá í útvarpssamrøðu
herfyri at “orkestrið nú klárar at spæla alt” (allan tónleik fyri
symfoniorkestur LH.). Eg skal ikki taka dagar ímillum, hvørt hann hevur rætt í
hesum ella ei, men heldur harmast um, at tað í nógv størri mun er talan um,
hvat orkestrið hevur ráð til at framføra og ikki. Hvussu nógvar konsertir eitt
slíkt orkestur skal hava árliga fyri at varðveita ein kontinuitet og at
orkestrið áhaldandi kann verða samanspælt veit eg ikki. Men heilt víst er at
tær 5-6 konsertinar árliga er eitt minstamark. Skal støðið áhaldandi hækka, er
umráðandi at tónleikarnir fáa høvi at spæla sum mest saman.
Hóast fíggarlig trong kor, so bera heystkonsertirnar í fjør og tann sunnudagin boð um at strembað verður eftir at
spenna tónleikaliga bogan á tamb. Í fjør settu tey sær fyri at framføra m.a. 1.symfoni hjá Sibelius og í ár m.a. klaverkonsertina hjá Tjajkovskij. Havandi hetta
í huga so er einki at ivast í, at vónin hjá teimum, sum løgdu lunnar undir
orkestrið fyri 30 árum síðani, higartil hevur borið væl og virðiliga á mál.
Symfoniorkestrið er í dag, sum tað eisini eigur at vera, krúnan á klassiska
tónleikalívinum í Føroyum. Orkestrið og tað støðið, sum tað í dag er á, er eitt
úrslit av miðvísum arbeiði í musikskúlanum, vælvild frá tónleikarum í Føroyum
og uttanlands, einari hartarbeiðandi orkesturleiðslu og ikki minst einum
dugnaligum dirigenti.Verður sama arbeiði lagt í orkestrið í árunum, sum koma, er einki at ivast í at orkestrið áhaldandi fer at “tilføre den færøske nations særprægede kultur yderligere værdier”.