Tuesday, December 17, 2013

Lurtigildi og ókeypis Okkara



Høgni Reistrup gav fyrr í mánaðinum út “Áðrenn vit hvørva”, og fríggjakvøldið kl. 21 verður lurtigildi í Sirkus. 

Tá fer Høgni at bjóða øllum vælkomnum, og síðani verður nýggja plátan løgd undir nálina og spæld úr einum enda í annan.

Tiltakið verður frá kl. 21-22, og henda tíman verður bjóðað ókeypis Okkara á krana.

Plátan verður eisini til keyps. 

“Áðrenn vit hvørva” er tikin upp í Berlin og Reykjavík. Teir báðir Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson hava framleitt.

Aftaná lurtingina, áleið kl. 22, verður yrkingarupplestur. Átta ymiskir yrkjarar lesa úr sínum verkum.

Ókeypis atgongd.

Les meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1397459573833778/