Sunday, November 10, 2013

Ítøkiligt dømi um høga støðið í Steinprenti

Her í stovuna er komið eitt nýtt fantastiskt verk at standa. Ja, fyribils stendur myndin, innrammingin er so serstøk, at tað í grundini ber til at hava myndina standandi sum eitt objekt á gólvinum. Myndina gjørdi John Kørner í Steinprenti í fjør og hann hevur eisini teknað serstøku rammuna við reyðu bakgrundini og løgnu hyllini niðast, sum eisini minnir um eitt opið vindeyga. Fyri meg er myndin serlig á so mangan hátt, m.a. er prentið gjørt við støði í eini sjálvsmynd hjá pápa mínum, men eg haldi eisini, at hon er góð út frá øðrum kriterium enn teimum familjuligu og so er hon eitt ítøkiligt dømi um høga støðið í Steinprenti. John Kørner segði soleiðis um myndina í eini samrøðu við undirritaðu:

"Í prentinum av einum manni, sum stendur við øðrum fótinum á einum hvali royni eg at skapa úttrykk fyri hvussu tað einstaka menniskja fremur sín leiklut í mun til samfelagið. Um tað so er ein gøtusópari ella ein ríkmaður, so fremja teir báðir okkurt ávíst í mun til samfelagi og hava ávísar dreymar um samfelagið. Tað ber ikki til at vera neutralur..". Uppi yvir tí avmyndaða manninum síggja vit ymsar myndaliðir, ein fugl, eina nakna kvinnu,  hvalir og havi, ið tykjast ímynda hansara dreymar um erotikk og stórlæti.







http://listinblog.blogspot.com/2013/08/the-whale-killing-project.html



(KP)