Thursday, November 28, 2013

Kærleikskúlan 2013

Tað er eftir íslendskari fyrimynd, at Dugni letur framleiða sonevndu Kærleikskúluna. Í Íslandi er hetta 10. ferð, at eitt listafólk fær latið upp í hendurnar at prýða eina glaskúlu, og í ár er tað Ragnar Kjartansson, ið hevur prýtt íslendsku Kærleikskúluna. Føroysku kærleikskúluna hevur Edward Fuglø sniðgivið og signerað og givið henni heitið "Men størstur er Kærleikin". Hetta er fimta árið á rað, at Dugni gevur út Kærleikskúluna. Nýggju Kærleikskúluna avdúkaði Dugni á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum. Kærleikskúlan er serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Edward Fuglø sigur m.a. soleiðis um nýggju Kærleikskúluna: Eggið er ein kærleikans frukt. Aftur og aftur klekjast kærleikssvong stjørnubørn, og aftur og aftur virka tey, og siga orð í kærleikans navni. Orð sum:"Eg elski teg!". Flennandi og grátandi, ørt og tølandi, eymliga og við virðing. Vit skriva, syngja og mála tey. Eisini listin er kærleiki! Veingjasuð og einglaskarar, basúnir og trompetir. Mjúkir fevnandi einglaveingir, ið leiða teg at stillum vøtnum. Allur hesin kærleikin, ið skolar ígjøgnum alt. Tú skelvur, um bert eittans lítil fjøður úr Amor's veingjum, blídliga nemur teg. Edward Fuglø, 2013

http://www.kaerleikskulan.is/kaerleikskulan-2013/





Kærleikskúlan hjá Yoko Ono



(KP)