Monday, November 25, 2013

Elin Josefina Smith - A Tribute to Life


Hetta vikuskifti hevur Havnin verið átøk einum ævintýrlandi av mentanarupplivingum og eg havi sum ein onnur Lisa í Leikalandi válað úr Steinprenti í Mimir, niðan í Norðurlandahúsið og oman í Smiðjuna í Lítluvík fyri at uppliva bókmentir, rithøvundar, myndlist, listafólk, tónleik osfr. Lisa ella Alice sum  hon upprunaliga eitur í bókini Alice in Wonderland hjá Lewis Carol frá 1865 er ómetaliga góð við pápa sín og tey hava ymsar fastar mannagongdir, t.d. tá hon ørkymlað spyr hann um hann heldur, at hon er við at blíva ør í høvdinum. Tá svarar hann avgjørdur og álvarsamur -Ja Alice. Eg eri bangin fyri, at tú ert fratør, fullkomiliga bims, men eg skal siga tær nakað. Tað eru bara tey bestu fólkini! Tá tann øri hattamakarin seinni í søguni spyr Alice sama spurning, er svarið eisini tað sama; tað eru bara tey bestu fólkini, sum eru ordiliga fratør. - Og um vit kunnu trúgva tí inspirerandi tíðindaskrivinum, sum Inger hevur skrivað, hevur Elin Josefina Smith ans fyri tí ráa og ótamda ørskapinum. Vit vita eisini fyri vist, at Inger Smærup Sørensen hevur ans fyri listasøguni, so tá hon plaserar listina hjá Elini millum tey villu listafólkini í 80´unum, hevur hon sjálvandi grein í sínum máli. Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt sum hjá Junge Wilde, tað er figurativt, primitivt og litirnir eru grefligir, ofta óblandaðir og tíðum uttan nakra serliga undirmáling, sum eisini økir um  ráa, skitsukenda úttrykkið. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at myndirnar eru rammaðar inn í gullrammur, men hinvegin, so er innrammingin væl gjørd og ógviliga konsekvent, og so passar tað til tað syruta og flipputa bráið á framsýningini. 

Tað, sum hugtekur meg við hesum myndunum er ikki minst hvussu øðrvísi tær eru tematiskt í mun til føroyska list. Elin tekur upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering, innkeypi og tað er kvinnulív, serliga tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin, sum fær menstruatión, sum bólgnar, sum eigur børn, sum fær risastór bróst við mjólk í til pinkubørnini at súgva, kroppurin, sum forfellur og sum heldur uppat við at hava menstruatión og fer í skiftisár. Framsýningin hevur enska heitið A tribute to Life, sum orsakað av teimum nógvu boppunum, sum eru avmyndaðar á framsýningini eina løtu fær teg í óskikkiligar tankar um lívsins attributtir, men framsýningin er sjálvandi annað og meira enn tað. Ein orðarøtt týðing av heitinum á bókini um Alice hevði kanska verið Alice í undurlandi, undirlandi ella kanska heldur í undrunnarlandi, tí tað er mest tað, Alice ger, tá hon dettur niður niður í ta undurfullu undirverðina. Tí  hon undrar seg yvir alt tað løgna og tvørvenda, sum hon upplivar í søguni, sum er so opin fyri tulkingum, at bæði freudianarar, surrealistar, absurdistar og hippiarar øll somul hava fingið líka nógv burturúr. Bókin er í grundini rættiliga løgin og uppreistrarsinnað, full av mótmæli móti øllum penleikanum, sum merkti hennara egnu viktoriansku samtíð. Men listin er sum kunnugt rúmlig og megnar væl at innihalda allar teir ymisku træðrirnar, farið bara inn á gólvið í Smiðjuni í Lítluvík og hyggið at einari frískari, øðrvísi, villari, vitalari og stuttligari listaframsýning. Í dag, mánadag, er opid klokkan 14 til 19 og somu tíd í morgin týsdag. Mikudagin 27. nov. er opid frá 11 til 16.


























(KP)