Friday, November 15, 2013

Tilnevningin til Der Faust er í sær sjálvum eitt leiklistarligt bragd


undefined
Tað er í annaðkvøld, 16.nov, at stóru týsku leiklistaheiðurslønirnar, Der Faust verða latnar týsku sjónleikaraspíssjunum í Staatsoper í Berlin. Peter Jordan verður vertur til virðislønarhandanina, og tað sær út til at vera eitt ordans gallakvøld, tey leina upp, har musikalska støðið verður garanterað av heimskendum tónleikakapasitetum sum Ana Durlovski og Daniel Barenboim. Millum tey spentu gallaklæddu teaturfólkini situr ein Havnamaður úr Rabarbukvarterinum og hevur longu áðrenn nakað er avgjørt ella almannakunngjørt framt eitt satt bragd. Hann er tilnevndur týdningarmiklu Faust-heiðurslønina sum besti sjónleikari fyri leiklutin sum Peer í leikinum Peer Gynt hjá Leikhúsinum í Düsseldorf. Hansara avrik er valt fram um leikarar í 2000 øðrum framførslum og hetta er eisini fyrstu ferð, at ein leikari, sum ikki er týskur, verður tilnevndur heiðurslønina. Tí er tilnevningin til Der Faust í sær sjálvum eitt leiklistarligt bragd.

Umframt at hann spælir sjónleik í Düsseldorf er Olaf Johannesen eisini partur av Kongaliga danska teatrinum. Umframt Der Faust, varð Olaf Johannesen tilnevndur ein Robert fyri leiklutin í Brotsgerðini 3 og sanniliga er hann eisini í uppskoti at fáa eina teaturpokal fyri leiklutin sum Arnolphe í leiki hjá Moliére á Grønnegårds Teatrinum. Í annaðkvøld verður avgerðin almannakunngjørd í Berlin og vit eru næstan við at fara upp frá av reinum og skærum spenningi, men bragdið er longu framt og til lukku við tí. 




(KP)