Wednesday, November 20, 2013

Hamferð á ferð


Eg havi lurtað eftir Hamferð í morgun. Ein tílíkur myrkur ódnarmorgun riggar serstakliga væl til ta dimmu útgávuna, "Evst", sum er eins dramatisk, sentimental og full av patos sum kundi talan verið um ein málning hjá Mikines ella eina yrking hjá Janusi Djurhuus. Men "Evst" ein ein tungmálstónleikaútgáva við undirgangstónum, sum fara eina sanna sigursferð í Europa. Síðani bragdið tá Hamferð vunnu á Wacken hava Hamferð fingið nógv uppmerksemi í útlendskum miðlum og nýggja útgávan hevur fingið framúr góð ummæli úr nær og fjar. Ei undur í tí, hoyrið bara her hvussu væl tað ljóðar. Konseptið er greitt, huglagið gjøgnumført dapurt og tónleikurin er framførdur dugnaliga og upptøkurnar eru framúrskarandi við fullkomnari javnvág millum tónleik og sang. Ljóðið er so klárt, at tað í grundini letur seg gera at hoyra tekstin, eisini tá sangarin growlar og nú vit eru við sangaran, so syngur hann skelkandi væl. Hann er ein av bestu rokksangarunum, eg yvirhøvur havi hoyrt við reinari, sterkari rødd, sum við yvirskoti megnar at bera allan tann tonsatunga dramatikkin, sum myndar Hamferð. Jú, tey kunnu av sonnum gleða seg í París og í Hamburg, tí Hamferð eru á veg. 

Hamferð eru: Jón Aldará - vocals. John Egholm - guitar. Theodor Kapnas - guitar. Remi Johannesen - drums. Esmar Joensen - keys. Jenus í Trøðini - bass. Eivør Pálsdóttir syngur við í Sinnisloysi. Seismic audio arrangement - ORKA with Jens L. Thomsen, Uni Árting and Theodor Kapnas. Production, engineering and mixing - Theodor Kapnas. Mastering - Tony Lindgren. Reamping of distorted guitars - Greg Tomao. Artwork - Jón Sonni Jensen.

23.11 - Delft(NL) @ Flora Theater w. Akelei
24.11 - Paris(FR) @ Le Klub
25.11 - Pratteln(CH) @ Galery
27.11 - Nürnberg(DE) @ Hirsch w. Corvus Corax
28.11 - Köln(DE) @ Essigfabrik w. Corvus Corax
30.11 - Wien(AT) @ Szene Wien w. Corvus Corax
03.12 - Siegen(DE) @ Vortex
04.12 - Hamburg(DE) @ Markthalle w. Amorphis
06.12 - Aarhus(DK) @ Radar w. Hatesphere






(KP)