Wednesday, November 27, 2013

Teitur Lassen ummælir KNÚT - ON HIGH

KNÚT - ON HIGH
Teitur Lassen
Eg havi eina vinylplátu og hon er skríggjandi reyð og gjøgnumskygd. Tað riggar væl. Og hon er 180 gramm, tað vil siga, at hon helst ljóðar betri enn tær vanligu pláturnar, ið viga minni. Gott at byrja við vitanini um, at her hevur mann roynt at gera nakað við góðskuna, her hevur man gjørt meira burturúr enn neyðugt. Tað er finesse. Tað er definitiónin uppá at vera kul. Ein fløga fylgir eisini við.
SÍÐA A 
THE ROAD
Ein rødd og ein kassaguitararútma, ein fjar tamburin, synthar klimpra við myrkum klangi, síðan kemur eitt klaver inn í niðurlagið saman við eini urgu "It all comes down to the road we take." Mann fær so líðandi kensluna av at vera í kirkju. "A place where love will flow." So koma trummur og ein distortionbassur inn við eini tungari rytmu í koyrir í sama høga tempo. Enn meira trummur, el-guitari. Tað er myrkt og stórt. Alt vaksur, mann er kanska komin inn í eina tóma Harlem-kirkju, har eingin hevur tendrað ljósið og eingin gongur í kirkju longur. Rokkurin fýkur runt í hølinum. Er tað dómadags-rokkur? "It all comes down to the choice we make." Nú seta kláru konufólka røddurnar inn og syngja sum eitt gospel kór. Síðani hoyrist eitt skitið guitar-riff, ið tekur yvir. Nú ljóðar tað sum Black Rebel Motorcycle Club. Men so endar tað brádliga.  
QUIET TOWN
Kassaguitarar spæla meira róliga í eini Americana country rútmu. Eitt klavertema í oktavum byrjar sangin. "This quiet town is fast asleep" sigur røddin. Sera vælklingandi kórið er við aftur, tey syngja um at lata spøkilsini fara burtur og "It's in the air and it is holy." Vit eru enn í tí andaliga. Í gospeltónleikinum, vit eru kanska sessað í kirkjuni ella samkomuni, kalla tað hvat tú vilt. Tað finst eitt nýtt ættarlið av tónleikarum, ið hava skapt eitt nýtt slag av gospel tónleiki fyri tey, sum ikki kenna seg heima í tí siðarbundna kristiliga plátusavninum. Hetta eru trúgvandi, kristnir tónleikarar sum flyta andaligan tónleik burtur frá tí klassiska stílinum inn í meira individualistiskar tulkingar, man kann kalla tað alternativan kristnan tónleik fyri eitt nýtt ættarlið. Bólkar sum U2, King's X og Jars of Clay eru kristnir tónleikarar. Í Føroyum er eisini eitt ættarlið, mest norðanífrá, ið er uppvaksið í kristnum umhvørvi og Knút Háberg Eysturstein er ein teirra. Tað vil siga, at Knút eisini hevur lurtað eftir nógvum fjølbroyttum tónleiki, sum ikki er kristin, men velur at hava tað andaliga við tí tónleikinum, ið hann sjálvur skapar og framførir sjálvt um tað ikki beinleiðis ljóðar sum Jesus tónleikur. Aftur til ljóðmyndina. Her ímóti enda er ein sera flottur og vælljóðandi sangur við góðum samklangi ímillum strúkarar, røddir og synth. Oktav klaverið endurtekur sítt tema.
EMPTY STREET
Vit eru farin úr tí tómu kirkjuni í ta stillu bygdina, og nú eru vit í gøtunum, og sjálvandi eru gøturnar eisini tómar. "Empty streets, concrete blocks." Synth klangir spæla saman við staccato klaverakkordum saman við bekkara sløgum. "People walk as if there's no end." Harmoniseringarnar eru vorðnar meiri koralar, sum kirkjusálmar. "Cos underneath this maze there's a beat that emanates." Emanates merkir at spjaða seg. Hitin breiðir seg heiðurligt og upplyftandi. "The heat, the heat, the heat." Tað er sum um man er á veg kanska inní himmalin. Her verður á bjartskygnan hátt sungið um deyðan og ein solo violin kemur at spæla undir. Eisini stóra gospelkórið syngur við. Vit skullu øll við, og vit gleða okkum. Tá ið mann hoyrir "the heat, the heat, the heat" umaftur, undrast mann um sungið verður niður til brennandi heljar, men nei, so er ikki.  Tað tykist sum vegurin niðan í himmiríki er ein tóm, drúgv gøta, sum man skal ganga einsamallur. 
WHISPERS
Kassaguitar arpeggio og rødd. Nú leggur mann betri merki til sangfraseringarnar hjá Knút. Tað er sum um tær altíð bera onkrum stórum, og hann dugur væl at lyfta setningarnar framm. Flottir klangir við viola og violin. Alt sveimar og svimur eitt sindur við rúmligum rúmklangi. Seint tempo. 
GROWING OLD.
Ein oktaverað soloklaverintro refererar musikalst til introina í "Quiet Town." Ein bass-trumma sum stemmar harmonisk til akkordirnar. Tað svingar og stemningurin er góður. Til tíðir so fær hetta klavertemaði meg at hugsa um M.C Restorff, kanska tí at eg spæli mær ov nógv við tankan, at her má vera nógv baptistaljóð og -møti í æðrunum hjá Knút. Hesin sami akkord rundgangur sum minnir um temaði frá "Cheers" ("Where everybody knows your name") tá ið dur-akkordin flytir til kvintin, sum gerst til eina stóra maj-akkord, ímeðan bassurin blívur við at halda sama grundtónan. Tað skapar ein tryggan og góðan stemning. Nú kemur ein guitarsolo eisini og tað høga registarið verður opnað í ljóðmyndini. Syntharnir eru ljósari. Frálík kensla at blíva gamal. 

SIÐA B
ON HIGH
Sami tematiski intro hugsunarhátturin byrjar aftur sangin við oktavklaveri sum vit eisini kenna tað frá Coldplay ella The Cure. Tað hevur nú sett sítt eyðkenni á útgávuna. "So you're my friend and I hope you find your way. This wicked world surely took its toll today" Hetta er aftur gospel tónleikur. Frálíkt sett saman, riffini spæla inn í hvørt annað og taka yvir. Brádliga spælir ein guitarfigurur eina komponeraða solo við 12 streingjaðum westernguitar, har sum klavertemaið plagar at vera. "There's a pearl in your heart." Urgan er við aftur sum úr klassiskum 70'ara rokki. Deiligt at hoyra Knút spæla eitt sindur meira við formi, tað klæðir honum. Allir sangirnir á hesi útgávuni ganga í rocktempo, tað vil siga, at tempo, sum er sett í byrjani verður hildið allan sangin út, næstan sum eitt metronom og dynamikkurin veldst nógv av um trummur eru við ella ikki. Tí riggar tað serstakliga væl við variatiónum í forminum við ymiskum riffum, so tað verður minni monotont. Annars eitt av hæddarpunktinum á útgávuni. 
REVOLUTION OF THE HEARTS
Hendan introin fær meg at hugsa um alternativa countrybólkin Jayhawks, sjálvt um Knút neyvan hevur hugsað um teir. Eg fái amerikanskar assosiatiónir í tónleikinum hjá Knút og tað er alternative music, sum vit kenna frá collegeradio og bólkum sum R.E.M.  "I carry the capacity for great darkness," syngur hann. Tempoið er enn hægri, enn ikki skjótt - góð ferð er á tí tunga. Sama uppskriftin í ljóðmyndini og hon riggar enn. Kórið er við enn og tað er sum um, at fólkini hava fingið armanar upp í hesi konsertini. Vit dansa við tónleikinum. Tað svingar í niðurlagnum. Tvey vers afturat. Eitt niðurlag verður endurtikið. So kemur eitt klassiskt gospel rock break-down vers, har vit hoyra tekstin betri. Hesin teksturin er ein tann best eydnaði, eisini tí, at man merkir, at Knút meinar tað, sum hann syngur, har hann ofta er meira forteljandi. "There's a new song to be sung. There's a revolution of the hearts." Nú er presturin byrjaður at svinga armin runt við peikifingrinum ovast og øll elska tað. Nú kemur ein forloysandi stutt guitarsolo. Frískt at hoyra eitt sindur av solospæli sum ikki er gjøgnumkomponerað, men meira frítt spæl.
HEALING HEART
Eitt ur tikkar. Nú skal mann líka hava luft aftur. Klaverakkordir og sangur. Niðurlagið kemur við lágum markantum og mjúkum bass-trummu tónum. Steel-kendi guitarin kemur fram í ljóðmyndina. Vit eru enn í tí amerikanska. Ella kanska ný-føroyska countrytónleikinum, sum Jákup Zachariassen hevur havt heim við sær úr Nashville - tann meira serstaka síðan av tí, tá ið hann av og á spælir pedal steel saman við til dømis Marius ella Allan Tausen. Sigast skal, at tað er Allan Tausen ið leggur flottu steel klangirnar á, saman við Benjamin Petersen á slide og Knút spælir við effektir. Trummurnar eru tær minimalistisku sum vit kenna tær frá Høgna Lisberg tá ið hann hevur gott pláss. Tær stemma væl og hava smakfullan klang og ljóð. Onkuntíð ljóðar tað sum ein Linn trummumaksina. Aftur koma teir ljósu klangirnir fram í hesum sanginum. Klaverið tekur yvir aftur og ein arpeggio synthur verður hangandi eina løtu. 
TOUCH OF GRACE. 
Kórið byrjar sangin við "Mmm" rødd. Kórrøddirnar leggja akkordirnar, ímeðan ein meðal høgur tóni dronar langt aftanfyri. Eitt klaver spælir akkordirnar unisont saman við kórinum. Nøkur fín, diffus ljóð eru við. Mann veit ikki um tað eru bekkarar, rúmklangir. Mystikkur er í luftini. Eitt trummusett spælir eitt opið beat aftanfyri "This emptiness that holds me tonight is only temporary. It will soon be gone. These chains of darkness will be removed by the touch of grace." Okkurt sum hoyrist sum fuglar kvitrar eitt sindur. Hendan plátan skal enda við virðing. Eitt langt guitar drone verður dempað niðureftir. Ein yvirtóni tekur yvir og leiður inn í seinastu skering.
I LONG TO SEE THE CITY.
Hetta er klassiski sálmurin "Mær leingist at síggja staðin," sum abbi Knút hevur gjørt. Ein heilsan til sínar forfedrar og røtur í brøðrasamkomuni. Tað er heiðurligt, vakurt og minimalistiskt. Tað er spælt á onkrum stovuklaveri, sum ikki stemmar heilt, so man fær kensluna av at vera heima hjá gomlu fastur síni norðanfyri. Og á sama hátt sum kirkjan tóktist tóm í byrjanini, býurin stillur og gøturnar tómar, so tykist hendan stovan eisini at vera fólkatóm. Mann er næstan einsamallur. Man hoyrur plátuna knitra nú ímóti endanum. Nostalgi. 
Veit ikki um tað er mín reyða vinyl sum knitrar móti enda, ella um tað er Jens L. Thomsen sum hevur skrappað sær við at leggja vinyl-óljóð í ljóðmyndina. Hetta er eitt gott samstarv ímillum teir báðar. Tað tykisk sum at øll á hesi útgávuni eru samd um hvussu hon skal vera. Tað hevur eyðnast Knút at gera eina meiri upplyftandi útgávu. Alt í alt er tað nokkso stramt og fast, men tað er nokk eitt val, sum er tikið. Á frálíku fyrru útgávuni "The Desert Holds a Flower" í samstarvi við Boga á Lakjuni, er nógv meira pláss at spæla og framføra, og har er jamm, harður rockur og drúgv drone, so tað er kanska í lagi at lata hesa útgávuna vera eitt sindur meira stramma og lættari sum variatión. Knút er vorðin vaksin og er komin víðari við tónleikinum, síðani barndómin í samkomuni. Hesin tónleikurin er ikki lættur at finna í tí dagliga. Tó rokni eg við at Knút kanska verður meira vanligur at hoyra um nøkur ár, tá ið fleiri føroyingar hava tikið sær stundir til at lurta eftir honum.  Maðurin hvørki leikar í ella rópar. Hann ger tónleik. Og tað er gott.