Tóroddur Poulsen lesur upp úr nýggju bókini Einglasuð
"Mentanarmekka í Mimir" - Ætlanin fyri kvøldið var líka ambitiøs sum heitið - eitt sindur ov ambitiøs, helt eg, men tíbetur eru fólk sum heild meira mentað enn eg. Har var pinnpakkað í Mimi í gjárkvøldið, bókmentafólk og yrkjarar, tónleikarar og lurtað varð intenst eftir øllum tí nógva, sum varð framført. Fyriskiparin, Sissal Kampmann eigur rós uppiborið fyri eitt væl fyriskipað kvøld við nógvum góðum upplestri og tónleiki. Eftir í minninum eru nógvar góðar upplivingar, ikki minst imponerandi ulpumaðurin Trygvi Danielsen, sum í mun til sín unga aldur tykist ómetaliga tilvitaður um seg sjálvan, um orð, um stíl og um framburð. Hann er líka sjálvsikkur sum hevur hann longu skrivað sína egnu sjálvsævisøgu og hon fer væl at merkja at vera minst líka dramatisk og stórsligin sum tann hjá Janusi Djurhuus ella Jim Morrison. Eg gleði meg til komandi bøkur frá hesum unga manninum. Í dag og morgin eru Bókadagar og nógv góð tiltøk eru á skránni - sit ikki framman fyri telduni og bín, far niðan í Norðurlandahúsið!
Trygvi Danielsen
(KP)