Nadesjda Tolokonnikova úr Pussy Riot bólkinum fyllti 9.november 24 ár og situr við sama lag í straffekoloni nr.14 í Mordovia fyri punkbønina, sum Pussy Riot framførdu á sinni. Men nú er veruligt trýst komið á russisku stjórnina frá fleiri intellektuellum kring heimin, sum hava skriva eitt opið mótmælisbræv.
Tolokonnikova skrivar harumframt brøv m.a. til slovenska filosofiprofessaran og mentanarkritikaran Slavoj Zizek, sum verða almannakunngjørd í filosofitíðarritinum Philomag, tað verður útgivið á bæði fronskum og týskum philomag.de og philomag.com Information hevur týtt brævaskiftið til danskt. Sjálvt um Tolokonnikova situr í fongsul, tykist hon líka djørv enn, tá hon skrivar: "Tú siterar Marx: ein sosial skipan, sum koyrir føst og rustar... kann ikki yvirliva". Men her eri eg í gongd við at arbeiða mína fongsulsrevsing av í einum landi, har tey 10 fólkini, sum stýra størstu sektorunum innan fíggjarkervi, øll hoyra til elstu vinirnar hjá Vladimir Putin. Onkrum hevur hann lisið saman við, onkrum hevur hann íðkað ítrótt saman við og onnur aftur eru gamlir KGB-starvsfelagar. Er hetta ikki ein sosial skipan, sum er koyrd føst? Er hetta ikki ein feudal skipan?"
http://www.information.dk/479661
http://listinblog.blogspot.com/2012/08/pussy-riot-punk-bn.html
(KP)