Friday, November 15, 2013

Sjálvmál



Málráðið hevur talað við imponerandi inkonsekventari rødd. Svá talaði Málráðið: "Hóast c, w og x ikki sleppa við í stavraðið á hesum sinni, so hevur Málráðið einki ímóti, at vit tala og nýta útlendsku bókstavirnar í orðum, sum longu finnast í málinum. Eitt nú c-vitaminir, c-mol, at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orðum sum marxisma og sex. Fremmandu stavirnir síggjast millum annað í fremmandum orðum og vøruheitum, nøvnum og øðrum. - Tað, at hesi útlendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stavirnir nýtast ella eiga at gerast partur av stavraðnum, skrivar Málráðið víðari". Javel, og her er yrkingin alfabet: 

Vilt tú inn í alheimin mást tú hava eitt a
ja longu ábitið krevur at tú hevur eitt á
skal barlastin ikki søkka teg mást tú hava eitt b
fyri at fyrigeva caliban mugu vit hava eitt c
og dansurin krevur eitt d
øll elska vit eros tí mugu vit hava eitt e
fávitskan hevur sína tíð og gevur okkum eitt f
og gud ella ikki gud - menniskjað krevur sítt g
fyri at hjálpa og hjálpast mást tú hava eitt h
at ivast er neyðugt tí mást tú hava eitt i
spegla tær í íspeglinum og skora tær eitt í
fyri at játtast jarðarlívinum mást tú hava eitt j
gloym ikki kópakonuna minst altíð til k
fyri ikki at lýta listina mugu vit hava eitt l
fyri at fáa matin niðrum mást tú hava eitt m
fyri at siga nokk, nettupp tá tað er nokk, mást tú hava eitt n
tað finnast onnur orð, men orðið krevur eitt o
fyri at óvanarnir ikki skulu útvatnast mást tú hava eitt ó
til putlið mást tú hava eittp
quasimodo er ein av okkum og skal hava sítt q
fyri ikki at koma aftu rvið ongul í reyv mást tú finna títt r
og hóast ongin kennir sannleikan mugu vit hava eitt s
fyri ikki at tømast við tíðini mást  tú hava eitt t
fyri at uppliva ungdómin mást tú hava eitt u
fyri at hoyra útvarpið mást tú hava eitt ú
fyri at kunna lenda í vágum mást tú hava eitt v
fyri at hóma ævinleikan hjá williami mást tú eiga eitt w
og xantippa skilti sokrates tí mugu vit hava eitt x
yppir tú øksl at yrkingarháttinu mást tú hava eitt y
tann sum bølir um eitt ýti í loyndum má minnast til ý
og hóast okkara sól aldrin er í zenit mugu vit hava eitt z
æðan er  yndislig tí eitt æ
og ørvitisknokkurin er ein merkilig planta tí eitt ø
út frá hesum eg her havi skrivað
er tað sólarklárt at uttan ð
kann eingin liva!


Rói Patursson. Úr Líkasum (1985)